týsdagur 13. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
11
tíðindi
Fyri 6. ferð í 7 ár var einum
persóni veitt ”Herðaklapp
ið”, ið verður latið fyri ser
lig avrik í farna ári føroysk
um áhugaleiki at frama.
Hesaferð var tað Jytte Joen
sen, ið fekk hendan heiður
fyri leiklut sín sum Edith
Piaff,
eitt
megnaravrik
innan føroyskan áhugaleik.
Fyrstu
árini
var
tað
Leikpallur Føroya, ið lat
herðaklappið, men eftir at
einki slíkt varð latið í 2005,
var avrátt, at Tjóðpallur
Føroya og MáF í felag
skuldu standa fyri at lata
hesa viðurkenning.
Um nevnt var heiðurin
sýndur Jytte hesaferð, men
hon er so nógv annað og
meiri enn ”bert” ein áhuga
leikari.
Tað er altíð fløvandi at
kenna, at tað, ein fæst við,
verður viðurkent av øðrum.
Eitt upplyftandi og viður
kennandi orð fløvar í ger
andisdegnum, og tá so talan
er um eina almenna viður
kenning
sum
”Herða
klappið”, kennist tað sum
ein serligur heiður.
Tað metir Jytte Joensen,
ið gjørdist vælunti móttak
arin av heiðrinum hesaferð.
”Tað kennist ógvuliga
gott at fáa viðurkenning
fyri tað arbeiði, tú ger innan
føroyskan áhugaleik, og eg
taki tað sum ein stóran
heiður, at nevndin hesaferð
valdi meg”, sigur Jytte.
Tað er fyri leiklutin sum
Edith Piaff í leikinum av
sama navni um navnframa
franska songfuglin – millum
manna nevnd spurvurin - at
Jytte fær hesa viðurkenning,
men hesin leiklutur er
langtfrá einasta íkast, Jytte
hevur lagt eftir seg innan
føroyskan áhugaleik, og
hon er enn mitt í sínum
longu higartil langa virki
innan froyska leiklist.
Tí skal sannleikin fram –
og tað skal hann – so hevur
Jytte verið minst líka dúgv
aftan leiktjaldið sum á palli.
Og tað er avgjørt ikki av
tilvild, at tað var Jytte sjálv,
ið syrgdi fyri umsetingini
av teimum 14 sangunum í
leikinum Edith Piaff – úr
upprunamálinum fronskum,
enntá.
Drúgv á palli
Tað er fyri ein leiklut, at
Jytte Joensen nú sum ein av
fáu
føroyingunum
kann
prýða seg við heiðinum
”Herðaklappið”, og hon er
heldur ikki á nakran hátt
óvon við at standa á palli.
Longu
í
70-árunum
kveiktist áhugin fyri leik
listini, og tað var eitt skeið,
ið
navnframi
Eyðun
Johannesen skipaði fyri, og
sum Jytte tók lut í, ið
veruliga setti ferð á hennara
lívsleið innan leiklistina.
”Skipið” eftir Steinbjørn
Jacobsen var fyrsti veruligi
leikur, Jytte var við í, men í
hesum tíðarskeiði var hon
javnur luttakari í kendu
Studentarkabarettunum.
”So kom eitt deytt tíðar
skeið, meðan eg læs niðri
og fekk børn samstundis.
Men tá eg kom heim aftur í
1990 fór eg aftur upp í
sjónleikaralívið og var við í
fleiri leikum. Serliga kann
eg nevna ”Dansur í fyllandi
sól”, sum var ein ógvuliga
stór uppseting, og ”Ferðin
til teir grønu skuggarnar”,
sum var ein einmans leikur,
og tískil serliga avbjóð
andi.
Annars kunnu nevnast
leikir
sum
”Óvitar”,
”Ísblomstrið” og ”Pippi”,
har hon eisini hevur leikt
við.
Betri kor ynskilig
Jytte Joensen hevur sum
omanfyri nevnt týtt sang
irnar til leikin um Edith
Piaff, men tað er ikki
einasta ferðin, hon hevur
roynt seg sum týðara.
”Nei, eg havi eisini týtt
ein leik, sum Havnar Sjón
leikarafelag setti upp. Tað
var leikurin ”Ísbjarnirnar”.
Og so havi eg eisini roynt
meg sum leikstjóra, eitt nú
við tiltakinum ”Kabaret Óli
P. ár 2000 á veg” umframt
aðrar smærri uppsetingar.
Men ikki minst man Jytte
vera kend fyri sítt ótroytti
liga og drúgva arbeiði sum
nevndarlimur
í
Havnar
Sjónleikarafelag. Har hevur
hon sitið í nevnd seinastu
10 árini, tey seinastu 4 sum
formaður, ein postur, hon
situr á enn.
Og tað gerst bara tyngri
og tyngri at reka eitt slíkt
felag so hvørt sum kapp
ingin frá serliga sjónvarp
inum gerst harðari og harð
ari, samstundis sum krøvini
frá áskoðarunum til leik
dygd og professionalismu
økist.
”Tað kundi verið ynski
ligt, at leiklist í síni heild
hevði betri kor at virka
undir – serliga fíggjarliga.
Reinur áhugaleikur er mest
sum bert ein viðfáningur í
dag, tí alt kostar. Um
leikararnir sjálvir ikki í so
stóran mun verða løntir, so
kostar alt uttanum, tað veri
seg pallsmíð og tøkni m.a.”,
sigur Jytte Joensen.
So alt meðan kravt verður
meiri av fólki fyri minni,
verður truplari og truplari
at fáa inntøkur at dekka
útreiðslur
í
føroyskum
sjónleiki. Og flestu leikir
eru so tiðar- og orkukrevj
andi, at neyðugt er við
løntum fólki, í hvussu er til
høvuðsleiklutirnar.
Býráðið er høvuðsstuðul
hjá Havnar Sjónleikarafelag,
og tann stuðulin kemur
sjálvsagt væl við. Men tað
hevði verið ynskiligt, at
landið í størri mun viður
kendi tað megnar arbeiði,
sum brennandi eldsálir runt
um í landinum gera fyri
føroyska leiklist á øllum
stigum.
Ein silvurgríma, ein nál,
eitt skreytblað og og kekkur
áljóðandi 12.000 kr. til
uttanlandsferð at nema sær
kunning um sjónleik, eru
ítøkiligu lutirnir í sambandi
við ”Herðaklappið”. Men
einki er at ivast í, at sjálvur
heiðurin er tað, ið fløvar
allarmest – og eisini verður
tað, sum fer at standa eftir í
sjónleikarasøguni.
Jytte Joensen fekk herðaklappið:
Ein heiður og ein viðurkenning
Jytte Joensen