Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 51 - 13. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Í sambandi við at Flogfelag Føroya hevur fingið nýggjar eigarar og leiðslu, var móttøka fyri nýggju og gomlu eigarunum í Gundadali mánadagin 12. mars. Felagið varð stovnað í 1963 Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Flogfelag Føroya hevur verið frá tí at reglulig flog­ ferðsla tók seg upp fyrst í sekstiárunum. Felagið tók fyrstu stigini til at fáa reglu­ liga flúgving til Føroya. Tað var í juni mánað í 1963 at sørvingarnir Lars Larsen og Hugo Fjørðoy tóku stig til at stovna Flog­ felag Føroya. Hugo Fjørðoy tók seg burturúr í 1992, og í 1993 varð felagið skipað sum tvey partafeløg. Felagið hevur gjøgnum árini ment seg til eina stóra fyritøku við millum 40 og 50 starvsfólkum. Nú tá fyritøkan varð seld, fevndi virksemið hjá feløg­ unum um Hotel Vágar, kafe­ teria á flogvøllinum, skriv­ stovu og olju avgreiðslu fyri Statoil á flogvøllinum, ferðaskrivstovuna í Havn, partvís matstovuna Rio Bravo eins og Hertz, sum leigar út bilar. Tað er sølu-og marknað­ arstjórin hjá Atlantsflogi seinastu sjey árini, Kent Christensen í Vestmanna, ið saman við øðrum íleggj­ arum í Vestmanna hevur keypt meginpartin av parta­ brøvunum í P/F Flogfelag Føroya og Sp/F Flogfelag Føroya. Hinir partaeigarnir eru Tummas Christoph­ ersen, reiðari, og Dánjal J. Andreasen, sum er stjóri í Kollafjord Pelagic. Kent er sjálvur høvuðspartaeigari. Nýggju eigararnir hava keypt Hotel Vágar, kafe­ teria, avgreiðsluna á flog­ vøllinum, ferðaskrivstovuna í Havn, helvtina av mat­stov­ uni Rio Bravo eins og helvt­ ina av Hertz-bilútleigan. Kent Christensen verður sjálv­ur stjóri í samlaðu fyri­ tøkuni og fer at hava sæti á høvuðsskrivstovuni í Gunda­ dali. Lars Larsen Leygardagin 3. mars 2007 var móttøka á Hotel Vágum í sambandi við at Lars Lar­ sen fylti 80 ár. Lars er føddur í 1927, og hevur hann verið mitt í 30- unum, tá hann var við til at stovnað Flogfelag Føroya, og nú hann er fyltur 80, er fyritøkan, ið er hansara lívs­ verk, seld. Hann hevur ver­ ið stjóri í fyritøkuni líka til nú saman við svigarsoninum Una Danielsen. Í samráð við nýggju eigararnar held­ ur Uni áfram eina tíð aft­ur­ at. Lars er annars útbúgvin elektrikari og el-installa­ tørur. Sum ungur arbeiddi Lars saman við eingilsku her­ monn­unum á flogvøllinum, so hann hevði eitt vist til­ knýti til flogvøllin, áðrenn Flogfelag Føroya varð stovn­ að. Lars er ættaður av Tvør­ oyri. Foreldrini vóru Maria, fødd Jacobsen, og Christian Larsen av Tvøroyri. Tá Lars var um sjey ára gamal, flutti familjan til Sørvágs at búgva, tá pápin gjørdist sýslumaður í Vágum í 1934. Lars var giftur Brynhild, dóttir Olinu og Martin Ja­cobsen úr Sørvági. Tey fingu døturnar Maritu og Anniku, sum báðar arbeiða hjá Flogfelagnum. Brynhild andaðist í 2002, 71 ára gomul. Lars eigur 7 abbabørn og eitt langabbabarn. mg. Flogfelag Føroya: Lars Larsen selt sítt lívsverk Lars Larsen (h.m.) handar Kent Christensen lyklarnar til Flogfelag Føroya Fyrrverandi hotelleigarar, Lars Larsen og Johan Restorff Árni Dam frá Faroe Agency heldur røðu Dánjal Jacobsen, reiðari, (v.m.) heilsar upp á ein av nýggju eigarunum, Dánjal J.Andreasen Ein av nýggju eigarunum, Tummas Christopersen og Karl A.Olsen, borgarstjóri í Vestmanna Fyrrverandi stjórin Uni Danielsen og nýggi stjórin Kent Christensen