Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 13. mars 2007 13 nøvn Í dag, 13 mars, fyllir Sigrun L. av Reyni 50 ár. Sigrun er kend fyri sítt blíða og fyri­ komandi lyndi, og møtir tú henni, gevur hon sær altíð stundir til eitt prát, hóast hon hevur nógv um at vera. Sigrun sleit sínar barna­ skógvar “uppi á Varða” ella á Heiðavegi í Havn. Tað var tá eitt nýtt og spennandi øki við nógvum børnum - so har var lív í. Pápin var Leif Lamhauge úr Lamba (doyði í nov. 2005), og mamman er Sú­sanna W. Lamhauge úr Smiðu­stovu í Havn. Sigrun eigur trý systkin, Sigurd, sum býr í Havn og tvær systrar í Danmark, Marjun og Margit. Sigrun fór á húsar­halds­ skúla í Vejle í 1974, og aft­ ur­komin fór hon í skriv­ stovu­læru hjá grann­skoðara­ fyritøkuni “Sundstein & Ellefsen” í Havn. Í 1975 gift­ist hon við Eivindi av Reyni. Sigrun hevur verið góður stuðul hjá manninum í menningini av virkinum p/f Reyni Service, og hevur hon sett síni fingramerki á fyritøkuna. Ja hon var eisini fremst í leiðsluni eitt stutt skifti, tá ið kreppan leikaði harðast á fyrst í 90-unum. Sigrun og Eivind eiga fýra børn, Leif, Sigrid, Sám­ al og Christina. Sigrun og familian hava haft ein serligan tokka til Hetland, har tey hava ferð­ ast nærum á hvørjum ári síðan fyrst í 80-unum. Tey vóru eisini við, tá ið barna­ legurnar byrjaðu har í 1994. Sigrun og Eivind hava haft sína dagligu gongd í Ebenezer í mong ár, men tá ið brøður ynsktu at byrja eina brøðrasamkomu í vest­ urbýnum, gjørdu tey av at savnast har við vón um at kunna verða við til at stuðla nýstovnaðu samkomuna við Marknagil. Sigrun er burturstødd føð­ ingar­dagin. Sigrun L. av Reyni fimmti Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vistu samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi, mammu- og ommubeiggi Anfinnur Justinussen andaðist og varð jarðaður. Tøkk til prestarnar Hera Joensen og Niels Pauli Danielsen, kirkjutænarar, gravarar og tykkum, ið hjálptu á annan hátt. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til Christianskirkjuna og Parkinsonfelagið. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Anna, Heini og Áki Kristin Guðmundsdóttir nevnd Stina búsitandi í Keypmannahavn andaðist sunnudagin 11. mars í Reykjavík 46 ára gomul Jarðarferðin verður lýst seinni Vegna tey avvarðandi Rudolf, Sofía og Sunneva Sunnudagin 11. mars andaðist á Ellisheiminum Áargarði á Sandi Ellindur Olsen Skálavík 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skálavíkar kirkju hósdagin 15. mars kl. 13.00. Familjunnar vegna Jastrid Tøkk Hjartans tøkk fái tit, sum sýndu okkum samkenslu, tá íð kæri bróður, morbróður og ommubeiggi okkara Kristian Rasmussen Sandur doyði og varð jarðaður Tøkk til sangarar, berarar, og kirkjutænarar. Tøkk til prest fyri vøkru og vælvaldu taluna. Eisini ein tøkk til tykkum, ið hjálptu so væl við ervinum. Ein serlig til tøkk til tykkum á Áargarði, ið vóru so góð við Kristian. Tøkk til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Poula, Eyðbjørg, Sólva, Finnur, Ann, Sólbjørn Fríði og Jóan Petur Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum at Jákup í Uppistovu Leirvík andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 11. mars, 80 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskappellinum mikudagin 14. mars kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar Kirkju hósdagin 15. mars kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Victoria og Jógvan Evald Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunna geva Missiónshúsinum í Leirvík eina peningagávu, konta í peningastovnunum Andlát og jarðarferðir Ellindur Olsen úr Skálavík, andaðist á Áargarði á Sandi sunnudagin 11. mars 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skálavíkar kirkju hósdagin kl. 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey ið vilja minnast Ellind, kunnu lata eina peningagávu til Áargarð, konta í peningastovn­un­um. Lilly Øster, Tvøroyri, andaðist á Eldrasambýlinum í Hvalba mánadagin 12. mars, 72 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinri. Jákup í Uppistovu, Leirvík, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum sunnudagin 80 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinri. Julianna Sivertsen, fødd Nystrøm,Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi sunnudagin 11. mars 85 ára gom­ul. Kistan við Jóhan á Lava, ættaður úr Tórshavn, búsit­ andi í Klaksvík, fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkra­ húsi í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Betesda týs­ dagin kl. 13. Dagurin 14. mars. Euthycius, deyður umleið ár 740. Tikin av døgum í Mesopotaniu.