týsdagur 13. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 51 - 13. mars 2007
Ein sunnudag í febru
ar í ár hekk kirkju
klokkan í Oyndarfirði
still. Hon kallaði ikki
sálir allar heim til
hallar, sum eru orð
ini, íð eru stoypt á
rondini á hesum tun
gu málmklokku uttan
úr heimi. Hetta er
aðru ferð so langt nak
ar veit aftur at siga, at
tað er hent, at kirkju
klokkan hevur tagt í
Oyndarfirði. Seinast
var um hesa tíðina í
fjør Orsøkin var tann
sama, øll kirkju
manningin saman við
bygdafólkinum var
savnað á bygdarlegu í
Nesvík, háborgini hjá
Missiónini til hugna
og andaliga fyllu.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Tá íð tu er bygdamaður í
Havn, so frættir tú í brotum
og sær í brotum hvat hendir
í heimbygdini og fær sjálv
dan allan samanhangin við
og tí snaraði eg norður til
Nesvíkar, tá eg var komin
til Streymin hetta fríggja
kvøldið ávegis norður á
Hellurnar at halda vikuskif
ti.
Legan var longu byrjað.
Úti í gongini spældu børn,
sum eg kendi, og onnur
hvørs andlit vísti hvørjum
fólkaslagi tey vóru av. Tey
heilsaðu, nevndu meg við
navni og eg kendi meg
heima beinanvegin.
Inni í stóra salinum sótu
oyndfirðingar og supu sup
pu. Salurin er so stórur, at
tað sá tómligt út, men skjótt
fekk eg varðhugan av, at
meginparturin av bygdini
var her. Eg kendi meg enn
meira heima, tá mjølbollar
nir og heita súpanin hjá
Kristjani Gaard í Langa
garði byrjaðu at hita í maga
num og út í kroppin.
Klokk an var komin nakað
út á kvøldið og nú skuldi
kvøldandakt
haldast.
Andaktshaldarin hevði for
fall og eg varð biðin um at
siga nøkur orð. Eg segði
nei. Eg havi slett ikk i gingið
í missiónshús alt mítt vaks
na lív, og eg dugi ikk i at
siga nakað, sum allarhelst
eisini skal innihalda okk urt
andaligt, soleiðis bara av
handahógvi.
“Bar eg meg nú skeivt
at,” hugsaði eg. Kom at hug
sa um farbróður í Klaksvík,
Andrias á Marknagili, sum
nú liggur undir grønu torvu.
Einaferð segði hann nei til
at tala á einum møti, hann
varð tyktaður við fleiri
árum, áðrenn hann var bið
in aftur, og síðan tá hevði
hann ongantíð sagt nei.
Verið eg biðin aftur, so
sigi eg ja.
Missiónsfremmandur
Eg eri uppvaksin í Oyndar
firði, ein missiónsbygd við
missiónshúsi og sterkari
missiónskari viðvenju eini
fýra ártíggjur undan at eg
varð føddur. Familjan hjá
mær í faðirætt var undan
gongufólk innan missión
ina. Abbabeiggi, Jákup í
Skúlanum stóð á odda, abbi
mín Jústinus var upp í og
kona hansara, omma mín,
Magnina í Hoygarðshúsi
var ein av grundstuðlunum.
Í mínum barnaárum vóru
vit á barnamøti og eisini á
rættuligum missiónsmøtum.
Ikk i tí vit skuldu, heima hjá
okkum var trúarfrælsi, held
ur tí vit tímdu, tað var ikk i
so nógv at fara til í hesi
avbyrgdu bygd. Eg minnist
møtini bæði langdrigin,
hugnalig og spennandi, alt
eftir hvør hevði orðið.
So hendi ein broyting,
hetta hendi í 1969, sama ár
sum mannaættin setti fótin
á mánan fyri fyrstu ferð. Eg
kom út á Strendur at ganga
í skúla, samstundis sum ein
veking var við at vakna við
Skálafjørðin. Jákup Mag
nussen, ein stórur prúður
skallutur sørvingur, man
naði tá nýggja prestagarðin
á Gjaranesi. Hann var front
figurur í vekingarrørsluni,
karasmatiskur sum fáur.
Kristus var svarið hjá hon
um og er tað enn hjá yvir
einari milliard av heimsins
íbúgvum.
Frammanundan hevði eg
við øvund eygleitt teir sum
vóru eldri enn eg og sum
gingu at lesa hjá Follend
presti á Nesi. Hann var so
gamal, mildur og alfaðirlig
ur, at hann líktist sjálvasta
Gudi, tí góða Gudi, sum eg
í mínum innara sá fyri mær.
Teir róstu honum og søgdu
frá hvussu stuttligt tað var
at ganga til prest.
Mítt ættarlið skuldi eisini
til prest. Hetta var í 1971.
Nú var vent í holuni. Undir
visingarcellan var kjallarin
í missiónshúsinum á Strond
um. Allur leikur var skúg
vaður til viks. Her gekk
nýggi karismatiski prestur
in, fyltur av illum heilagum
anda og boðaði bál og
brand, um vit ikk i vendu
um í stundini. Sum ein
annar kapo gekk hann runt,
skallutur við Luthers ka te
kismus í hondini og út greið
aði boðini fyrst við Luther
sa útlegging so síðan síni
egnu. Lágt var millum loft
og gólv, og loftið var málað
við
hvítari
heilblankari
oljumáling. Skallin á presti
skygdi upp í loftinum og eg
hevði varðhugan av, at eg
hoyrdi tveir persónar, sum í
allar valmeint heit boðaði
hóttandi
gleðiboðskapin,
sum serliga snúði seg um,
hvat hendi, um tú ikk i í
stundini vendi um. Men
hvussu vendir man um?
Hetta spekuleraðu vit ótta
full um um kvøldarnar. Eg
hoyrdi tveir prestar, tann
vanliga gangandi í missións
kjallaranum og so hin á
høvdinum uppi í tí blanka
hvíta skyggjandi loftinum.
“Tit kalla hann illamann, eg
sigi fanin, Satan!” dundi
millum okk um bebbaræddu
komandi
konfirmantum.
Eg vendi missiónini bakið
beint eftir at eg var fermdur,
og havi so at siga ikk i vitjað
hana aftur fyrr enn nú, eg
siti í Nesvík á bygdastevnu
fyri oyndfirðingar nú 35 ár
seinni. Seinni í lívinum hit
ti eg aftur Magnussen prest.
Vit hittust omanfyri skýgg
ini á veg til Danmarkar
mong ár seinni Hann sá út
til at hoyra heima her í hes
um
meira
himmakenda
umhvørvi. Vit komu at sita
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Missiónsskrekkur
Hugni í stóra salinum í Nesvík. Fremsti drongurin eitur
Jóhan Heinason Rasmussen. Hann býr í Havn, men er
norðuri hjá ommuni og abbanum í Oyndarfirði og ferðast
hvørjar ferð høvi býðst. Vit kennast væl.
Mynd: Terji Nielsen.