týsdagur 13. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
15
og bygdalega
við síðuna av hvørjum øðr
um í flúgvaranum. Eg var
tystur og harmur um at
koma at sita viðsíðuna av
presti í hesi flúgvandi barr.
Hann var broyttur. Vinsælur
og blíður og hevði ikk i ein
gang at mær, tá íð er foyur
segði jatakk til fyrsta sjus
sin, og eitt sindur bragdlig
ari játtaði næsta, tá íð blíðu
flogternurnar
bjóðaðu.
Kanska var tað heilt garvilt
við vekingini á Strondum
fyrst í sjeytiárunum, tí
Magnussen mintist einki
til, at hann hevði fermt
meg. Nú er hann eisini far
in, og friður verið við min
ninum um hann. Eg havi
ongar ringar tankar um
hann, slettis ongar. Hann
var sannførdur av sonnum
og gjørdi bert tað sum hann
helt vera best fyri okk um.
Send okkum
vekjunnarond
Tað eru ligin 35 ár og nú
siti eg aftur í syngi sangir
úr heimamissiónssangbók
ini í leguhúsinum í Nesvík.
Eg eri í góðum selskapi
millum bygdamenn og tað
er kend fólk, sum stíla fyri
sangløtuni. Tað er leygar
kvøld og bygdarlegan við
oyndfirðingum nærkast tí
næstu náttini í Nesvík.
“Send tínar streymar av
náði, send okk um vekingar
ond” rungar í hesi stóru
høllini, sum kann rúma
fleiri ferðirnar fólkatalinum
í Oyndarfirði. Tað eru tveir
strandingar, sum eru boð
sendir at skipa fyri sangløt
uni, Símun og Emil. Eg
kenni teir, havi hitt teir í
øðrum høpi í mínum ungu
døgum, og tá sungu vit ikk i
úr
Heimamissiónsbókini.
Vit hittust fyri tað mesta i
eini dansistovu, sum slett
ikk i er til longur, og sum lá
fyri endan á Kjerligheits
stiganum á Strondum.
Teir duga væl, harmonik
an er frammi og guitarurin
við og sangur sameinir.
Beint áðrenn høvdu vit
hugt eftir filmi frá mínum
barnaárum. Harald Petersen
vísti á hvíta løritinum hvus
su aldurin fer við fólki.Film
urin var frá seinast i seks ti
árunum. Her var víst frá
konfirmatiónum og føðing
ardøgum. Nú hongur tað
soleiðis saman, at eg og
Harald eru næsmastu skyld
menn, mamma og hann eru
systkinnabørn og tí var tað
mín familja sum vóru
høvuðsleikararnir í filmin
um.
Eg sá eitt glimt av mær
sjálvum eisini. Halgadoyð
eg eri broyttur nógv hesi
seinastu 40 árini, og tað
vóru hini eisini, also tey
sum ikk i eru deyð. Undir
lutakenslan í barnaárunum
førdi til at eg helt meg ikk i
vera serliga vakran sum
barn. Tá eg nú síggi meg aft
ur á filmi 40 ár seinni, stan
di eg einki aftanfyri nakr an
annan í vakurleika. Eg
sendi heitar og vakrar tank
ar til henda fitta smádrong
in í vakrari mynstrutari
føroyskari troyggju.
Er tú ikk i fyrireikaður, so
kann tað vera ein nokk so
ógvuslig hending at síggja
film av tínum egna lívi
soleiðis knappliga. Tað er
sum at vera drigin inn í eina
annan kendan heim, sum
slett ikk i er til longur.
Sum ein annar dogme
filmur byrjar leikurin við at
Edward í Skálafirði fer gan
gandi oman gjøgnum bøin.
Hann var gamal maður, tá
íð eg var smádrongur og
hann stóð fullkomiliga mát
við myndina inni í mínum
minni. Ein maður við serlig
ari útstráling, giftur við
langabbasystir míni Ebbu.
Tað var høgtíðsdámur yvir
bygdini, tá íð hann kom úr
Skálafirði áðrenn vegurin
kom. Hann steðgaði leingi,
vitjaði nógv hús, var avhild
in og frásøgumaður sum
fáur. Eg minnist hvussu eg
sum smádrongur sat stein
runnin, tá hann við kenning
og serutt reypaði um farnar
løtur, tá íð hann sum tann
góði hirðin hevði leitað eft
ir seyði í ivaveðri Millum
Fjarða. Gonguferðirnar um
Helvtinia, tá hann fríggjaði
sum ungur í Oyndarfirði
vóru eins dramatiskar og tá
íð Scott gekk seg í deyðan
suður á Suðurpólin í 1912.
Tvey ár frammanundan høv
du Edvard og Scott hugt eft
ir tí stóru Haley halastjørn
uni sum mundi rakt jørðina.
Edward var staddur umborð
í eini slupp suðuri í Vági og
Scott oknunstaðni í Bretlan
di. Hon var so bjørt í 1910
at fólk trúði at evsta løtan
var komin og Edward gjørdi
ikk i minni av, tá ið hann
dramatiseraði hesa hending
høgtiðskvøld í Oyndarfirði.
Tað tekur kometini 76 ár at
gera rundferðina. Hon var
seinast her í 1986 og sæst
ikk i aftur fyrr enn í 2061 og
tá verið eg so undir øllum
umstøðum deyður.
Tannhjólið í orginala sup
er 8 filmsvísaranum dróg
filmin víðari við einum títt
klikkjandi ljóði. Og so slup
pu vit aftur í vegballið. Veg
ballið er eitt hugtak í Oyn
darfirði sum tey tilkomnu
ongantíð gloyma. Tað hava
verið mong ball í bygdini,
men vegballið er bara tað
eina. Og tað er ballið, sum
varð hildin tímar eftir at
snórurin varð kliptur og
Oyndarfjørður bleiv bundin
í vegakervið í Eysturoy.
Bygdin kemur ongantíð at
uppliva slíka stórhending
aftur, alt annað kámast sam
anborið við hesar dagar í
november í 1968. Filmurin
sýnir ikk i sjálvt ballið, men
heldur dagin eftir, tá íð rud
dað var inni í gomlu húsun
um í Víkum, har ballið varð
hildið. Og siðsøguliga hava
júst hesar hendingar størri
týdning fyri bygdina, tí nú
var bara talan um bygdar
fólk og av teimum eru meg
inparturin einglar í dag og
børnini á filminum eru um
miðjan aldur.
Kirkjuklokkan tagnað
Tað er sunnumorgun í Nes
vík, og kirkjuklokk an hon
gur still í torninum í kirk
juni í Oyndarfirði. Oynd
firðingar eru vaknaðir ann
an dagin í tí heilt fremmanda
millum eystfall og vestfall
beint norðanfyri Streymin.
Teir hava etið morgunmat.
børnini spæla bæði inni og
úti, og spakuliga byrjar at
anga av døgurða úr køkin
um har Kristjan í Langa
garði er einaráðandi sum
kokkur.
Prestur er komin av Gjára
nesi á Strondum. Jógvan
Fríðriks son hevur nú í
mong ár verið prestur hjá
oyndfirðingum. Hann kenn
ir síni sóknarbørn um nakr
ar fáar dagar fyllir hann 50.
Tað er sunnudagur septuag
esima og hann tosar um at
øll hava tørv á somu løn
andaliga sæð. Tann sum
kemur seinast er eisini
svangur og tørvar mettuna.
Vit syngja og setast við
døgurðaborðið. Hamborgar
aryggur í ananas og ísur og
kaffi omaná. Vit dusa okk
um í reinari vælveru.
150 oyndfirðingar og tað
kundu verið fleiri. Teir
ko ma næsta ár, tí hóast
karmurin er missión, so
snýr ein slík lega seg fyrst
og fremst um sosiala sam
veru millum kent fólk, sum
eru ein partur av okk ara
lívi, knýtt saman av familju
bondum og bondum spunn
in av tí at hoyra til eina
bygd.
Vit síggjast komandi ár
og serliga hugaligt verður
at síggja tey, sum ikk i vóru
við í ár.
Forsagdir konfirmantar í Skálakirkju 1971. Frá vinstru Jákup Magnussen, sáli, prestur. Karstin
Olsen av Skála. , Poul Dánjal Poulsen, Dánjal Johansen og Ragnar Danielsen av Strondum. Jústinus Eidesgaard, Oyndarfjørður.
Símun Andras Andreassen, Andrias Gregersen og Suni Debes av Strondum. Símun Pauli Berg av Skála. Óli Jacobsen av Strondum
og Arnbjørn Kristiansen av Skála. Genturnar eru við gentueftirnøvnum frá vinstru Ragnhild Johansen av Strondum. Jóhanna
Danielsen av Skála. Elisabeth Djurhuus av Selatrað, Ansy Joensen av Strondum. Sigrun Berg av Skála. Joan Rasmussen, Simona
Ljósá, Diana Johansen pg Jóna Rasmussen av Strondum.
Símun Andras av Strondum er deyður. Vit báðir hava Jesus mitt í millum okkum á myndini. Jóna var mítt fyrsta
forelskilsi, men hon hevði slett ikki somu meining. Hon vildi heldur hava ein toftamann, og hon hevur hann enn. Tað kundi verið
nógv skrivað um hesa myndina og hvussu hevur gingist okkum. Kanska hetta ættarliðið fer at hittast ein dag á Strondum og tosa
um óspiltar dagar.
Mynd: Judith Johannesen
Ein lega uttan góðan mat er ongin lega. Frá vinstru Annie Nielsen, Magna Jacobsen, Sólgerð
Leivsdóttir, Karin Joensen og Petra Magnina Joensen, sum verður silvurbrúður 21. april og
lítla Petra, dóttir Duritu og Høgna í Oyndarfirði. Aftanfyri stendur høvuðskokkurin Kristjan í
Langagarði, ættaður úr Oyndarfirði.
Mynd: Terji Nielsen.