týsdagur 13. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 51 - 13. mars 2007
Stutt sagt
Tingast ikki
Týska stjórnin hevur gjørt
greitt, at hon fer ikki at
tingast við teir, sum burtur
fluttu eina týska kvinnu
og son hennara í Irak fyri
einum
mánað
síðani.
Burturflytararnir
hava
hótt við at taka tey bæði
av døgum, um Týskland
ikki tekur sínar hermenn
og
løgreglumenn
úr
Afghanistan. Í síðstu viku
kunngjørdu burturflytarar
nir eina sjónbandsupptøku,
har teir báðir gíslarnir
bóðu Týskland eftirlíka
kravinum frá burturflytar
unum. Men stjórnin í Ber
lin slakar ikki. Ein tals
maður hennara segði í
gjár, at teir týsku hermenn
inir og løgreglumenninir
verða verandi í Afghanist
an. Týskland hevur umleið
3.000 mans í altjóða her
deildini í Afghanistan.
Gevst ikki so
Forsetin í Zimbabwe, tann
83 ára gamli Robert
Mugabe, sigur seg nú vera
til reiðar at taka eitt tørn
afturat í forsetaembætin
um. Verandi forsetaskeið
rennur út í 2008, og
Mugabe sigur við blaðið
Herald, at hann er sinnaður
at taka eitt skeið afturat,
um hansara stuðlar taka
undir við tí. Mugabe hev
ur verið forseti í Zimbab
we, síðani landið fekk
sjálvstýri í 1980, men tað
er synd at siga, at hann
hevur verið heppin sum
ríkisleiðari. Zimbabwe er
í politiskari og búskapar
ligari kreppu, og landið,
sum einaferð var eitt tað
ríkasta í Afrika, er nú mill
um tey fátæku.
Lovar hjálp
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, lovaði í
gjár at veita suðurameri
kanska landinum Kolom
bia munagóða hjálp í bar
daganum ímóti teimum
sterku rúsevnaharkaliðun
um í landinum. ST metir,
at umleið 600 tons av
kokaini koma úr Kolombia
um árið, og amerikanski
marknaðurin er tann, sum
keypir mest. Tey seinastu
árini hevur USA veitt
Kolombia stóra hernaðar
hjálp til bardagan ímóti
rúsevnaharkaliðunum, og
hendan hjálpin fer at
halda fram, segði Bush, tá
hann vitjaði í Kolombia í
gjár.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
-Vit vilja ikki vita av George W. Bush,
tí hann hevur illar andar við sær
(indianarahøvdingi í Guatemala)
útlond
Evropeiskir diplomat
ar í Zimbabwe krevja
at sleppa at vitja and
støðuleiðaran Morg
an Tsvangirai, sum
sambært andstøðuni
er bukaður í varð
haldinum hjá
løgregluni
Morgan Tsvangirai, sum er
formaður í andstøðuflokk
inum MCC, varð tikin
sunnudagin saman við nøkr
um av sínum næstu med
arbeiðarum. Teir hildu fund
í høvuðsstaðnum Harare, tá
løgreglan brádliga tók teir.
Í gjár vildu umboð fyri
andstøðuna vera við, at
Morgan Tsvangirai var flutt
ur á eitt sjúkrahús við løst
um, sum hann hevði fingið
í varðhaldinum. Aðrir fang
ar høvdu greitt frá, at fýra
løgreglumenn høvdu bukað
andstøðuleiðaran,
sum
millum annað hevði fingið
løstir í høvdið. Onkur tíð
indastova skrivaði, at Morg
an Tsvangirai hevði mist
vitið.
USA og fleiri lond í Vest
urheiminum fordømdu í
gjár framferðina hjá zim
babwisku
myndugleikun
um.
- Robert Mugabe, forseti,
og stjórn hansara hava
ábyrgdina av tí, sum er
hent, og forsetin og stjórnin
skulu síggja til, at andstøðu
politikararnir fáa virðiliga
viðferð, og at teir verða
latnir leysir alt fyri eitt, stóð
í boðunum frá amerikanska
uttanríkisráðnum.
ST-aðslskrivarin, Ban Ki-
moon, hevur eisini kravt, at
Morgan Tsvangirai og hinir
andstøðupolitikararnir
verða latnir leysir beinan
vegin. Tað sama sigur ES,
sum leggur afturat, at stýrið
hjá Robert Mugabe, forseta
hevur ábyrgdina av vælferð
teirra.
Í gjár royndu nakrir evro
peiskir diplomatar at sleppa
at tosa við Morgan Tsvangi
rai, men løgreglan vísti
teimum burtur. Doplomat
arnir skuldu royna aftur í
dag. Talsmenn hjá andstøð
uni siga, at løgreglan hevur
fingið boð um at fjalda and
støðuleiðaran, til hann er
komin fyri seg aftur eftir ta
ringu viðferðina í varðhald
inum.
Sveisarin Oliver Jufer
kann fáa 75 ára
fongsul fyri at hava
oyðilagt tvær myndir
av teilendska
konginum
Oliver Jufer varð tikin har
norðuri í Teilandi tann 5.
desember. Hann var drukkin
og hevði í fyllskapi oyðilagt
tvær myndir av teilendska
konginum, Bhumibol.
Tað skuldi hann ikki havt
gjørt. Bhumibol, sum hevur
verið kongur í Teilandi
seinastu seksti árini, er ikki
bara kongur, men sambært
teilendskari siðvenju næsti
maður Guði, og í grund
lógini stendur beinleiðis, at
ongum er loyvt at niðra
kong.
Tað gjørdi tann 57 ára
gamli Oliver Jufer, og sam
bært lógini kann hann fáa
upp í 75 ára fongsul. So
harða revsing fær hann ikki,
tí hann hevur játtað seg sek
an, men verji hansara sigur
við Reuters, at Oliver Jufer
sleppur ikki undan fong
sulsrevsing.
Dómur fellur í málinum
29. mars.
Krevja at sleppa at vitja
bukaðan andstøðuleiðara
Tá kongur er næsti maður Guðs
Morgan Tsvangirai.
Andstøðan sigur, at
hann bleiv bukaður í
varðhaldinum.
Oliver Jufer á veg í
rættin í gjár