týsdagur 13. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
17
tíðindi
Etta Cameron hevur
júst havt tvær konsert
ir í Føroyum til frama
fyri flótafólk úr
Kongo. Heimskenda
gospelsangarinnan
var bergtikin av
kórinum VOX, sum
hon sang saman við í
Fuglafirði. - Eg havi
hug til at pakka tey
niður í kuffertið og
taka tey við mær,
sigur hon
SAMRØÐA
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin hitti Ettu Came
ron eftir hennara frálíku
konsert í mentanarhúsinum
í Fulgafirði.
- Eg eri sera troytt aftaná
konsertina.
Eg
fyrireiki
meg altíð sera væl, og eg
má nýta nógva tíð til at
koma fyri meg eftir eina
slíka konsert, sigur Etta.
Hon var einaferð gesta
sangari til eitt tiltak hjá
hjálparfelagsskapinum
ADRA, og soleiðis varð
hon biðin um at koma til
Føroya við ADRA.
- Eg elski Føroyar. Heta
er fimtu ferð, at eg eri í Før
oyum. Eg haldi veruliga, at
Føroyar er eitt av teimum
vakrastu londunum, sum eg
havi sæð. Eg havi ferðast
nógv, men tað eru fá lond,
sum hava so vakra náttúru
sum Føroyar. Um tað ikki
var so torført at ferðast her
til, kundi eg hugsað mær at
búð her, sigur Etta.
Uppvaksin við
sangi og kirkju
Etta er frá Bahamas. Men
hon flutti við foreldrunum
til USA longu sum 9 ára
gomul. Bæði mamman og
pápin spældi ljóðføri, so
hon fekk tónleik inn við
móðurmjólkini.
- Vit vóru í kirkju mest
sum hvønn dag, og tað var
nógvur tónleikur í mínum
gerandisdegi. Eg framførdi
fyri fyrstu ferð á útvarpi
longu sum 10 ára gomul.
Eg havi sungið alt tað, eg
kann minnast, sigur Etta,
sum tó ikki droymdi um at
gerast yrkissangari.
- Eg vildi vera barnalækni.
Eg havi ein veikleika fyri
børnum. Eg eri elst av seks
systkjum, og eg havi altíð
kent meg sum móðir at mín
um yngru systkjum, tí at
móðir okkara doyði, tá ið
eg var ung. Eg ynskti mær
eisini seks børn. Eg havi so
megna at fáa tvey, og tey
hava so aftur fingið míni
ommubørn, sigur Etta við
einum smíli.
- Eg slapp tó ikki í skúla
at lesa til barnalækna, tí at
vit áttu ikki nóg mikið av
peningi. Tí gjørdist tónleik
urin mín yrkisleið, sigur
Etta, sum nú býr í Keyp
mannahavn, har ið hon
undirvísir á konservatoriun
um.
Trúgvin týðandi
Trúgvin á Jesus hevur nógv
at siga fyri Ettu í øllum part
um av hennara lívi.
- Eg síggi sangin sum
eina tænastu. Eg lærdi sum
barn at vera erlig yvir fyri
tí, sum eg syngi. Tí vil eg
ikki, at mínar konsertirnar
skulu gerast ov handilssligar.
Eg havi ein boðskap at bera,
tá ið eg standi á pallinum.
Eg tosi ikki so nógv um
mína trúg, uttan at eg verið
spurd. Trúgv er persónlig,
og tú kanst ikki trýsta
nakran til Gud. Men um eg
kann geva onkrum okkurt
gjøgnum mína tænastu, eri
eg glað, sigur Etta.
Etta hevur sungið til nógv
ar stórar konsertir kring all
an heimin. Hon ger tó ikki
mun á at framføra framan
fyri fleiri túsund áhoyrarar
um og so at framføra í Før
oyum.
Elskaði VOX
- Eg havi altíð nervar
áðrenn eina konsert. Tað
ger ikki mun, um tað eru 10
áhoyrarar ella um tað eru
10.000. Eg eri altíð líka
nervøs. Eg haldi, at báðar
konsertirnar gingu væl. Tað
var stuttligt at syngja saman
við 80 sangarum í Havn.
Kórið VOX, sum sang sam
an við mær í Fuglafirði var
heilt fantastiskt! Eg havi
hug til at pakka tey niður í
kuffertið og taka tey við
mær, sigur Etta at enda,
áðrenn hon aftur má fara av
landinum, sum tó hevur eitt
serligt pláss í hennara
hjarta.
Etta Cameron:
Gospelstjørna droymdi
um at gerast barnalækni
- Eg síggi sangin sum eina tænastu. Eg lærdi sum barn at vera erlig yvir fyri tí, sum eg syngi. Tí vil eg ikki, at mínar konsertirnar
skulu gerast ov handilssligar, sigur Etta Cameron
Myndir: Høgni Thomsen