týsdagur 13. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 51 - 13. mars 2007
ÍSLAND
Óli Jacobsen
oli@sosialurin.fo
Seinasta vikuskiftið skipaði
føroyska sjómansheimið í
Reykjavík, Ørkin, fyri ein
um áhugaverdum og fjøl
broyttum tiltaki, sum skuldi
seta fokus á viðurskiftini
millum Føroyar og Ísland
og teir møguleikar, sum
liggja í Hoyvíkssáttmálan
um.
Tiltakið byrjaði fríggja
dagin Kl 17, tá myndlista
framsýning lat upp við
listarverkum
hjá
Kartin
Olgar Lamhauge, Sigrun
Gunnarsdóttir og Jógvan
Purkhus. Jógvan er klaks
víkingur, sum býr í Íslandi.
Hann er tí ikki so kendur í
Føroyun. Men sum skyld
maður hjá Hans Hansen úr
Mikladali og beiggi Páll
Purkhús skuldi ligið væl
fyri! Danski sendiharrin í
Íslandi opnaði framsýn
ingina.
Sjálv ráðstevnan byrjar
leygarmorgunin við fiski
vinnuni. Olaf Olsen vísti á
sínar royndir Íslandi og við
íslendingum og Óli Jacob
sen greiddi frá lagnufelags
skapinum millum Føroyar
og Ísland.
Halldór
Pálsson,
ís
lendskur
handilsmaður,
samanbar føroyingar og
íslendingar,
og
Águst
Steintórsson greiddi frá
byggivinnuni í Íslandi.
Seinnapartin
greiddu
Atlantic Airways og Dánjal
Poulsen frá Faroe Travel frá
ferðamøguleikum millum
Føroyar og Ísland, og Mai
gun Solmunde greiddi frá
íslendsku ferðavinnuni og
møguleikar fyri at útbúgva
seg har.
Almenna skráin fyri ráð
stevnuna endaði leygardagin
við vitjan á Smyril-Line og
Rumfatalagerinn í Kópa
vogi.
Onnur tiltøk
Leygarkvøldið var føroysk
gospelkonsert í Filadelfia,
har tað var samsending við
Lindina í Íslandi og Føroy
um. Bólkarnir vóru SALT
og Terji og Lisa. Hesir bólk
ar vóru eisini við øðrum
tiltøkum.
Sosialurin var við í hesum
tiltaki, og fara vit í blaðnum
í dag og komandi bløðum
at greiða frá ráðstevnuni,
eins og vit fara at hava ann
að
áhugavert
tilfar
úr
Íslandi.
Marknaðarrák
Farna vika var betri hjá partabræva
íleggjarum. Partabrøv um allan
heim komu fyri seg í farnu viku,
eftir lækkingar á 6%-8% vikuna
áðrenn. Soleiðis hækkaðu alheims
partabrøv í miðal um 2% í vikuni.
Norðurlendsk partabrøv hækkaðu
3,5%. Av tí at norðurlendski markn
aðurin er væl minni enn til dømis
tann evropiski, flytir hann seg oftast
meir enn størru marknaðirnir, bæði
tá tað gongur upp og tá tað gongur
niður. Kaupthing metir, at langtíðar
rákið við hægri partabrævakursum
er óbroytt. Tó kunnu kursirnir lækka
nakað aftrat, áðrenn vit av álvara
halda á við langtíðar hækkingini.
Dollarin nærkast vegamóti
Hesa farnu vikuna viknaði dollarin
eitt vet, úr 5,69 í 5,66 kr. Hetta var
áhugavert, eftirsum bæði amerikonsk
partabrøv og rentur hækkaðu í
vikuni. Tá renturnar hækka, stuðlar
hetta sum oftast undir gjaldoyranum,
eftirsum íleggjarar ofta fegnir vilja
flyta pening til lond við høgari
rentu. Dollarin er fyri tað mesta
viknaður síðan 2001, og hann nærk
ast tí veikasta, hann hevur verið
síðan 1995. Tá var hann beint undir
5,40 og vendi. Tá nú hvørki parta
brøv ella rentur fingu dollaran at
styrkna, eru útlit fyri, at hann kann
vikna enn meira. Áhugavert verður
at vita, um hann í fyrstu atløgu vikn
ar niður á 5,50.
Lánsbrævarentur
hækkaðar eitt sindur
Lánsbrævarentur eru hækkaðar nak
að aftur hesa farnu vikuna. Serliga
var tað betraða amerikanska arbeiðs
marknaðarfrágreiðingin, ið elvdi til
hækkandi rentur. 10-ára rentan er
nú 3,95%. 1-árs rentan er 4,28%.
Hesa vikuna
Hesa vikuna fer framhaldandi at
verða dúgliga gitt, um partabrøv
longu skulu uppaftur, ella um vit
mugu brynja okkum við toli. Hetta
fer at hanga saman við metingum
um serliga amerikanska búskapin.
Tí eru amerikonsku prísvakstrar
tølini, sum koma fríggjadagin, av
stórum týdningi fyri allar markn
aðir.
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf. 341800
vinnusíðurnar
Møguleikarnir í Hoyvíkssáttmálanum
Partabrøv komu fyri seg
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Hendan myndin er tikin frá samkomuhúsinum Akurinn, har Brøðrasamkoman heldur til. Tann stóri bygningurin er tann hjá Rúmfatalagerinn. Ein stórur partur
verður brúktur til handil hjá teimum sjálvum, men leigað verður eisini út til onnur endamál. Til vinstru í myndimi sæst eini hús í gerð. Hetta er ”Føroyatornið”,
sum tað verður kallað. Tað skal hava einar 20 hæddir og verða eitt tað hægsta hús í Íslandi. Tað skal leigast út til skrivstovur. Ætlanin er at gera ein brúgv millum
bæði húsini.