týsdagur 13. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
19
tíðindi
Øll hava hoyrt um Ják
up á Dul Jacobsen og
hansara stóra virk
semi. Men Jákup sjálv
ur man vera tann
fyrsti til at ásanna, at
hann hevur ikki verið
einsamallur um tað
stóra ævintýr hann
hevur skapt í Íslandi
ÍSLAND
Óli Jacobsen
oli@sosialurin.fo
Ein av hansara samverka
monnum er Poli Purkhús,
ættaður úr Kunoy. Hann
hitti føroyska ferðalagið,
sum var á ráðstevnu á Ørk
ini, tá vitjað varð á Rumfat
alagerinn í Kópavogi seinn
apartin leygardagin. Tá var
tað Poli, sum saman við øðr
um starvsfólki tók ímóti og
sum greiddi frá.
Sum nevnt er Poli kunoy
ingur og 52 ára gamal. Pápi
hansara var Poul Niklái, og
mamm an var Kristianna, ætt
að úr Hvalba.
Sum ungur var Poli eins
og eisini Jákup sjálvur til
skips. Hann fór eins og Ják
up á sjómansskúla og hevði
ætlað sær eina framtíð á
sjónum. Hann endaði tó
rættuliga skjótt í Íslandi, har
hann fekk sær konu. Hon er
Hanna, sum er dóttir Hilmar
Magnusson av Akureyri,
sum gjørdist kendur fyri
tað íslendsk- føroysku orða
bókina, hann gav út. Fleiri
av døtrum Hilmars eru gifta
føroyingum.
Poli og Hanna eiga 6 børn
í aldrinum 10-20 ár.
Tað var Poli sum saman
við Jákupi, ið byrjaði fyrsta
Rumfatalagerinn í Íslandi í
1987.
Trupul byrjan
Poli greiddi frá, at hetta var
als ikk i so lætt at byrja. Sum
so ofta við nýhugsanum var
ringt at fáa fólk at trúgva upp
á hugskotið við hesum slagi
av handlum.
Poli og Jákup høvdu
avgjørt at opna handilin ein
ávísan týsdag. Samband
var longu fingið við Lars
Larsen, Dyne Larsen, sum
vildi lata vørurnar uppá
borg. Men tær skuldu so
frakt ast til Íslands. Men tað
var ikk i bara sum at siga tað
at fáa skipafeløgini at leggja
last til eina so ivsama verk
ætlan. Men Samskip for
barmaði seg at enda yvir
teir og vildi flyta fyrstu
bingjurnar til Íslands uttan
trygd fyri farmagjaldinum.
Hetta hava teir ikk i angra, tí
fyrstu bingjurnar gjørdust til
fleiri túsund!
Síðan skuldi fáast fígging
til raksturin. Her tyktist
at vera sloppið, tá bankin
játtaði teimum 3 mió. kr,
inntil teir funnu útav, at
tað sum teir hildu vera eitt
lán í føroyskum krónur var
íslendskar krónur!
Hetta gjørdi, at teir fingu
trupulleikar at loysa vørurnar
út, tí tollurin skuldi gjaldast,
áðrenn vøran var útflýggj
að. Hetta dróg út, og opn
ingstýsdagurin nærkaðist í
stórum. Men onkur góðvild
hevur verið kortini, tí beint
áðrenn afturlatingartíð fríggj
adagin undan ætlaða opnings
degnum fingu teir vørurnar.
So var uppgávan at fáa tær
settar upp í handlinum. Ong
in væntaði, at hetta kundi
náast. Men brett var upp
um armar, og tað eydnaðist.
Týsmorgunin stóðu fólk í
longum bíðirøðum fyri at
sleppa inn. Tað var so nógv
fólk, at løgreglan mátti koma
uppí fyri at avmarkað talið
av fólki í handlinum vegna
trygdarreglurnar.
Handilin tømdur
eftir einum degi
Handilin varð tømdur eftir
einum degi, og so mátti
bíðast eftir nýggjari vøru.
Síðan hevur tað gingið
slag í slag. Í dag eru tríggir
handlar í Reykjavík og ein
í Akureyri. Í dag er settur
stjóri Magnus Sigurðsson,
sum hevur yvirskipaðu leiðsl
una av teimum, meðan tað
eru deildarleiðarar í hvørjum
handli.
Handlarnir hava umleið
100 fólk í starvi, og í Kópa
vogi eru tey um 30. Tilsamas
umseta teir árliga fyri um
eina fjórðings milliard í
okkara peningi, og sum tað
skilst er tað ikk i púra einki
sum loypur av!
Handilin í Kópavegi virk
aði øgiliga stórur, so sjálvt
konufólkini í ferðalagnum
mundu fingið propp. Í
Íslandi er nógv sum er dýrt,
men í hesum handli sást í
hvussu er okk urt dømi um
nakað, sum var sera bíligt.
Tað var kovboybuksur fyri
einar 80 f. kr. Tá er ikk i ringt
at fáa kundar!
Afturat hesum kemur utt
anlandsvirksemið við handl
um í nógvum londum, sum
hevur verið nógv umrøtt í
føroyskum fjølmiðlum.
Poli úr Kunoy:
Partnarin hjá Jákup á Dul Jacobsen
Grønlandstíðindi hjá
Kára við Stein vóru ein
væl umtóktur teigur í FF-
blaðnum. Nú hetta blaðið
er niðurlagt er ætlanin at
hesin táttur skal halda
fram í Sosialinum. Kári
greiðir dag fyri dag frá tí,
sum hann heldur vera av
áhuga í Føroyum
Týsdagur 20.februar. Í dag eru
– 2,7 stig og nógvur vindur av
norði.
”Polar Timjarmiut”, sum skuldi
koma inn higar at landa um mán
aðarskiftið kom inn í seinnapartin.
Teir vóru noyddir at koma inn at
fáa gjørt ljóskastarar og antennur
aftur eftir at vera bumbarderaðir
av einum stórum æðuflokk i. Har
var nógv í sorli hjá teimum. Teir
landaðu so tað, sum teir høvdu
inni, eini 120 tons. Teir hava
fiskað gott 1.000 t. í ein góðan
mánaða, og hava landað heilt suð
uri í Nuuk.
Tað er ein góður teinur at stima
hagar norðanifrá úr kassanum.
Teir loystu aftur mikudagin aftaná
døgurða. Teir smærru bátarnir
hava fingið væl av rækjum her
um leiðir, har teir landa. Aðrir eru
sendir suður til Pamiut at landa,
tí her klára teir ikk i at taka ímóti
øllum.
Nú verður tosa nógv um at fáa
opnað virkið í Aasiaat (Egedes
minde í Disko buktini) aftur at
taka ímóti rækjum. Avgerandi
grundgevingin fyri hesum er, at
øll innanskers kvotan ikk i bleiv
uppfiskað í 2006. Um 13.000 tons
av rækjum svimja framvegis frá
í fjør.
Hvíthvalahvølja gull verd
Nakrir bátar hava verið og skotið
hvíthval. Tað er gull, sum bjálvar
tann hvalin. Teir selja hvíthval
ahvølju fyri 150-180 kr fyri kilo.
Hon smakk ar ógvuliga væl, tá
mann er komin í vana við at eta
hana. Serliga væl smakk ar hon
við nógvum salti ella aromat.
Hvøljan er um 1 centimetur
tjúkk . Tað skullu nú ikk i so nógvir
hvíthvalir til at fáa eina góða
dagløn. Teir størstu hvíthvalinir
munnu vera um eini 8-10 skinn
í stødd. Hvihvalur líkist akk urát
grindahvali, men hevur so at siga
slættan rygg, og hann er meira
búkutur en grindahvalur. Kúlan
er væl minni enn á grindahvali.
Eg meini, at eg ørminnist, at ein
hvíthvalur var vilstur einaferð í
60-unum inn á Klakk svik. Har
gekk hann nakrar dagar. Kanska
var tað onkra aðra staðni, men
helst minnist onkur hetta.
23 februar
Í dag eru – 7.5 stig og eitt lot av
skiftandi vindi. Ein vanlukk a
hendi umborð á einari jollu. Tað
vóru tveir mans, sum vóru úti og
skutu svartfugl. Tá annar mað
urin skuldi skjóta, kom ein lítil
skvampur, og skotið gekk av og
rakti hin mannin í høvdið. Sum
skilst doyði hann á staðnum.
Hann sum læt lív var 63 ára
gamal.
Frætt er úr Eysturgrønlandi, at
har hevur riggað ógvuliga illa við
veðri og ísi. Eisini hevur fiskaríið
verið vánaligt. Summ ir hava toga
í 6-7 tímar og hava 2 tons í hálið.
Sum skilst eru ”Artic Viking”,
”Havborg” og ein danskur bátur
og so einir tríggir norðmenn har
í løtuni. ”Akamalik” hevur verið
inni í Íslandi og landa og er á veg
vesturum at royna. Frætt er frá
”Atlantic Enterprice”. Teir hava
veri inni í St. Anthony í Canada
og landa, men máttu víðari suður
eftir at fáa útgerð. Fyrrverandi
”Markus J” nú ”Katsheshuk”
lá við maskinskaða á Flemish
Cap, so teir máttu eftir honun
og sleipa hann til lands. Tað
tók teimum 56 tímar. Nú er so
”Atlantic Enrerprice” farin á svart
kalvaveiðu.
26 februar
”Tarsermiut” er inni í Nuuk og
landar. Teir hava fulla last eftir gott
14 døgum. Teir hava roynt bæði
har suðuri og norðari. Har suðuri
var botntemperatururin 0 gradir.
Síðan vóru teir her norðuri í Dýp
inum. Har var temperatururin 4
gradir á botni. Har var eitt sindur
at fáa. ”Tarsermiut” fer út aftur
seinnapartin nýggjan túr.
28 februar.
Í dag er – 10,7 stig og stilli. Okk
urt lítið kavaæl er av og á. Frætt er
frá svartkalvatrolaranum ”Manu”.
Teir komu til Manitsoq í nátt.
Teir hava veri í SW kantinum og
roynt, men har var lítið at fáa á
teimun vanligu leiðunum. Hesar
síðstu 10 dagarnar hava teir verið
longri norðuri. Har var nakað at
fáa, men ógvuliga ringur botnur.
Har var eisini nógv skræðing.
”Manu” hevur 170 tons inni av
svartkalva henda túrin. Teir fara
nýggjan túr aftur í morgin við
nýggjari manning.
1. mars.
Í dag er væl av vindi av norði
og kavaælingur. ”Nanok Trawl”
verður inni í morgin til land
ingartíð við ”Polar Amaroq” uppá
sleip. ”Polar Amaroq” hevur um
fulla last inni. Um alt gongur væl
at fáa reservadeilin fram og flúgv
ilíkindini verða til vildar, skuldu
teir kunnað loyst aftur mána
kvøldið. ”Qaqaatsiaq” er inni í
Nuuk og landar í dag.
Kári við Stein:
Grønlandstíðindi úr Sisimiut
Poli Purkhús og konan Hanna. Poli er samverkamaður hjá Jákupi á Dul og hevur havt stóran leiklut í handilsvirkseminum hjá
Jákup í Íslandi