týsdagur 13. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 vinnusíðurnar
Nr. 51 - 13. mars 2007
Stórir gestir
Havnarmyndugleikarnir í Aalesund hava fingið at vita, at
65 fremmand ferðamannaskip ætla sær hagar í summar.
Tað fyrsta kemur tann 9. mai og tað seinasta tann 26.
september. Tey best kendu skipini munnu vera »Queen
Elizabeth 2« og »Queen Mary 2«, sum koma til Aalesund
ávikavist 18. og 19. mai. Eitt annað stórt skip, sum kemur
til Aalesund í summar, er »Jewel of the Seas«, sum kemur
tann 25. juni við umleið 3.000 ferðafólkum.
Hall á gjaldsjavna
Danmark hevði 1,1 mia. krónur í halli á gjaldsjavnanum í
januar, vísa tøl hjá donsku hagstovun, men seinastu tríggjar
mánaðarnar hevur Danmark havt 2,5 mia. krónur í avlopi i
á gjaldsjavnanum. Tað er kortini 7,4 mia. krónur minni enn
í sama tíðarskeiði fyri einum ári síðani. Danski
handilsjavnin hevði 3,6 mia. krónur í avlopi í januar, og
tað var væl meiri enn í desember. Orsøkin var minni
innflutningur og størri útflutningur.
Síðan 2001 hevur
grannskoðara
felagið Rasmussen
& Weihe gjørt eina
sonevnda rokn
skapargreining,
sum lýsir støðuna
hjá fiskavirkis
vinnuni í Føroyum.
Virkini, sum eru við
í greiningini fyri
2005, umboða
tilsamans 78,6% av
allari ráfiska
nøgdini, sum er
virkað á føroyskum
fiskavirkjum
Fiskavirkini
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Greiningin hjá Rasmussen
& Weihe fevnir í 2005
um tilsamans 9 feløg,
sum reka fiskavirkir.
Síðan 2001 hevur fel
agið greinað roknskapir
hjá
fiskiflotanum
og
fiskavirkjum.
Greiningin byggir á
almennu
roknskapirnar
fyri 2001 til 2005, men
felagið
hevur
eisini
útvegað sær eyka upp
lýsingar frá teimum fel
øgum, sum í sínum rokn
skapi ikki upplýsa um
eitt nú ráfiskanøgd, netto
sølu og ráfiskakostnað.
Virkini, sum felagið
hevur í hesi greining,
keyptu í 2005 tilsamans
78,6% av tí ráfiski, sum
varð landaður í Føroyum
og virkaður á føroyskum
fiskavirkjum.
Tey 9 feløgini í grein
ingini tóku av hesum
78,6 prosentunum í 2005
ímóti hesi ráfiskanøgd:
P/F Kósin (14,1%), P/F
Føroya
Fiskavirking
(52,6%), P/F Fiskavirkið
(6,6%), P/F Vaðhorn Sea
food (2,7%), P/F Delta
Seafood
(7,3%),
P/F
Sandoy Seafood (9,8%),
P/F Norðís (3,3%), Sp/f
Eystís (1,9%) og P/F
Vestís (1,7%).
Rasmussen & Weihe
visa á, at roknskapirnir
feløgunum eru settir upp
ymiskt, og konti eru
bólkaðar ymiskt, eins og
feløgini neyvan skráseta
sínar bókingar heilt eins.
- Hetta kann viðføra, at
feilir kunnu vera í saman
lagda roknskapinum fyri
øll feløgini, men hetta
hevur helst lítlan týdning,
sigur Bjarni Poulsen, sum
hevur ábyrgdina av grein
ingini fyri grannskoð
arafelagið.
Hann sigur, at har dótt
irfeløg eru, ið eisini reka
fiskavirki, sum eru við í
greiningini, er úrslitið hjá
dóttirfeløgum
»elimin
erað« í rakstrinum hjá
móðirfelagnum, eins og
kapitalpartarnir
eru
»elimineraðir« burtur úr
fíggjarstøðuni hjá móðir
felagnum. Á henda hátt
kemur úrslit og eginpen
ingur hjá dóttirfeløgum
bert fyri ta einu ferðina í
greiningini.
Lagt verður aftrat, at
P/F Palm Seafood og P/F
Suðurís eru ikki við í
2004 og 2005.
Roknskapargreining
yvir fiskavirkini
Bjarni Poulsen, cand.merk.
aud., hevur ábyrgdina av
roknskapargreiningini fyri
Rasmussen & Weihe
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Hóast nøkur av
virkjunum klára
afturgongd eina tíð
aftrat, hevði tað helst
verið skilagott at
umhugsað, hvussu
raksturin av
virkjunum kundi
verið rationaliseraður
– ella uppaftur betri,
hvussu størri ferð
kundi komið á
virðisøkingina, halda
Rasmussen & Weihe,
sum hava hugt at
roknskapunum hjá
fleiri fiskavirkjum
Fiskavirkini
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroysku fiskavirkini, sum
eru við í greiningini hjá
Rasmussen & Weihe, hava
sum heild verið fyri stórari
afturgongd árini 2001 til
2005.
Tað sigur felagið í síni
niðurstøðu.
- Árini 2001-2002 var
talan um eina lítla aftur
gongd, men í 2003 var aftur
gongdin so stór, at samlaði
raksturin hjá virkjunum gav
eitt lítið hall.
Í
greiningini
verður
ásannað, at virkini hava
givið stórt hall, bæði í 2004
og í 2005.
- Tað tykist sum kappingin
um ráfiskin við útlandið
harðnaði munandi í 2002
og serliga í 2003. Við árslok
2005 var kappingin um
rávøruna framvegis hørð.
Tølini í roknskapinum
benda á, at virðisøkingin
samanborið við útreiðslu
vøksturin til lønir og aðrar
útreiðslur ikki er nóg stór.
- Tí eru virkini ikki nóg
kappingarfør, tá ræður um
at kappast við útlendskar
keyparar um ráfiskin.
Fýra viðurskifti
Sambært Føroya Ráfiska
keyparafelag eru tað serliga
fýra viðurskifti, sum ávirka
kappingarførið hjá føroysku
flakavinnuni, 1) lønarvøkst
urin hevur verið stórur sein
astu árini, 2) kursurin á
amerikanska
dollaranum
hevur verið rættiliga lágur,
3) støddin á fiski – serliga
upsanum
-
er
minkað
munandi og 4) fiskaprísirnir
á marknaðinum eru lækk
aðir seinastu árini.
- Sostatt tykjast framtíðar
útlitini ikki at benda á nakra
serliga framgongd – um
ikki tað eydnast virkjunum
at framleiða fiskaúrdráttir,
sum skapa størri avkast, at
marknaðarfyritreytirnar
broytast,
umframt
at
útreiðsluvøksturin
verður
Gjaldførið hjá fiskavir