týsdagur 13. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 vinnusíðurnar
Nr. 51 - 13. mars 2007
- Eg kundi hugsað
mær, at útlendsku
fiskimenninir hava
eina lønarkonto her
heima, eins og teirra
frítíðarløn varð flutt á
konto í Føroyum, sum
gjørt verður hjá
øðrum føroyskum
fiskimonnum. Tá
høvdu vit sæð, at
útlendsku fiski
menninir fáa ta
úrtøku, teir eiga,
sigur formaðurin í
Føroya Fiskimanna
felag, Jan Højgaard
Arbeiðsmegi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt av málunum, tá fundur
verður í stjórn Føroya Fiski
mannafelags um eina góða
viku ella so, fer helst at
snúgva seg um útlendskar
fiskimenn umborð á før
oyskum fiskiskipum.
Tað sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiski
mannafelag.
Hann heldur, at neyðugt
er taka hetta málið upp í fel
agnum, nú tað er ein veru
leiki, at nøkur føroysk reið
arríir leita eftir útlendskum
fiskimonnum, tí tey siga
seg hava trupulleikar við at
manna skipini.
Einki mál
Jan Højgaard sigur, at síðan
hann gjørdist formaður í
FF, hevur einki mál um
útlendskar fiskimenn verið
til ummælis hjá felagnum,
og hann sigur seg einki vita
um, at felagið yvirhøvur
hevur havt nakað slíkt mál
til ummælis.
Í samrøðu við Sosialin í
síðstu viku, helt Háldan
Haldansen, reiðari á línu
skipinum Gullbergi, sum
nú hevur tveir póllendingar
umborð, at málið um hesar
menn
hevur
verið
til
ummælis hjá FF.
Tað kann so hava verið
undan formanstíðini hjá
Jan, ið sum kunnugt ikki
byrjaði fyrr enn 1. februar í
ár.
- Nei, eg veit einki um, at
FF formelt hevur fingið eitt
slíkt mál til ummælis, men
vit í stjórnini hava leystliga
og óformelt tosað um viður
skiftini, sum vit fara at
venda aftur til á komandi
stjórnarfundi.
Jan væntar, at næsti stjórn
arfundur í felagnum verður
um eina góða viku ella so,
men tá ið vit tosaðu við
hann í gjár, var dagurin ikki
endaliga ásettur.
Vísa varsemi
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag heldur, at føroy
ingar sum útgangsstøði eiga
at visa varsemi við at taka
útlendska
arbeiðsmegi
heim til Føroya.
- Tað má á ongan hátt
gerast soleiðis, at føroyskir
fiskimenn sita heima, tí
skipini eru mannaði við
útlendskum fiskimonnum.
Annað er, sigur Jan Høj
gaard, at hann sum formaður
í FF hevur sítt skepsis við
teimum
treytum,
sum
útlendsku fiskimenninir í
Føroyum sigla undir.
- Reiðarin, sum nú hevur
fingið tveir póllendingar
umborð, sigur, at menninir
sigla undir júst sama sátt
mála sum føroyskir fiski
menn, men eg kundi væl
hugsað mær, at vit sóu,
hvagar peningurin, teir for
vinna, fer. Vit kundu eisini
hugsað okkum at sæð, at
teir hava eina lønarkonto
her heima, eins og teirra
frítíðarløn varð flutt á konto
í Føroyum, sum gjørt verður
hjá øðrum føroyskum fiski
monnum.
Umsitingin?
Hann leggur aftrat, at FF
fer at krevja, at útlendingar,
sum sigla við føroyskum
fiskiskipum, sigla undir
sama sáttmála sum føroy
ingar - og at teir arbeiða
undir somu treytum sum
okkara fiskimenn.
Men hevur formaðurin í
Føroya Fiskimannafelag so
ikki alit á, at reiðarin rindar
monnunum tað, teir eiga?
- Jú, tað skal eg ikki siga,
at hann ikki ger, men tað,
eg seti spurnartekin við, er,
hvussu nógv fer burtur av
hýruni, tá ið saman um
kemur. Hvat skulu teir, sum
umsita hesar menn og hava
teir siglandi her heima,
hava fyri sítt arbeiði? spyr
Jan Højgaard.
Eymur spurningur
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag vísir á, at útl
endsk arbeiðsmegi í Føroy
um sum heild er ein eymur
og viðbrekin spurningur.
- Nú sigi eg ikki, at her
verður »handlað« við fólki,
men vit vita, at handil er
vorðin kendur um ein stóran
part av heiminum. Í hesum
førinum verður handlað við
Formaðurin í FF um útlendskar fiskimenn:
Skulu ikki
behandlast
sum trælir
Arctic Line avlop
Grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line A/S hevði eitt
gott ár í fjør. Roknskapurin vísir, at avlopið var 58 mió.
krónur aftan á skatt, og tað var heilar 42 mió. krónur meiri
enn í 2005. Umsetningurin í fjør var 752 mió. krónur ella
einar 25 mió. krónur størri enn árið fyri. Um orsøkina til
framgonmgdina sigur Royal Arctic Line, at farmurin vaks
sjey prosent í 2006, og at flutningurin millum havnirnar í
Grønlandi vaks heili 26 prosent í fjør.
Stórur prísmunur
Tann, sum ætlar sær at tryggja ein bil í Danmark, skal leita
eftir tí rætta felagnum, tí tað ber til at spara fleiri túsund
krónur um árið í tryggingargjaldi, skrivar Ekstrablaðið.
Ein kanning hjá blaðnum vísir, at ein nýggjur bilførari,
sum tryggjar bil fyrstu ferð, kann spara túsundtals krónur
um árið. Eitt nú kostar tað einum 18 ára gomlum 49.000
krónur at tryggja ein Toyota Avensis hjá felagnum If. Hjá
felagnum Alka kostar tað 19.000 krónur.
- Tað má á ongan hátt enda við, at føroyskir
fiskimenn sita heima, tí okkara skip eru
mannaði við útlendskum fiskimonnum, sigur
formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan
Højgaard
Mynd: Jens Kr. Vang
- Um fiskimenn støðast umborð á einum skipi ella ikki, hongur eisini saman við, hvussu fólkið verður viðfarið, heldur Jan
Højgaard
Mynd: Rógvi Mouritsen