Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 51 - 13. mars 2007 Evropa skríggjar eftir arbeiðsmegi, og tá er ikki lætt við verandi viðgerðartíð at halda upp á tey fólkini, sum umsóknin upprunaliga snúði seg um. Hugsandi er, at tað eru teir bestu fiskimenninir – og tey bestu arbeiðsfólkini – sum fyrst verða boðsend at arbeiða uttanfyri egnar landoddar Arbeiðsmegi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í síðstu viku høvdu vit grein um, at línu­ skipið Gullberg í Vestmanna hevur fingið tveir póllend­ ingar umborð sum partur av manningini. Ein triði maður úr Póllandi skuldi eisini við Gullbergi, men viðurskift­ ini hjá honum vóru ikki komin í rættlag, tá ið skipið loysti herfyri. Orsøkin var, at reiðaríið hjá Gullbergi fyrst bíðaði eftir póllend­ ingunum, tí tað tók fleiri mánaðir at fáa øll viðurskifti upp á pláss, og tá alt var í lagi, noyddust póllend­ing­ arnir at bíða eftir Gullbergi, tí skipið mátti skifta motor. Úrslitið var, at tann eini mað­urin hevði fingið aðra hýru, tá hinir báðir settu kós móti Føroyum. Stórur tørvur Útlendingarnir, sum nú eru partur av manningini um­borð á Gullbergi, eru komn­ir higar gjøgnum fel­ agið Oceanwide Faroes, ið útvegar fólk til arbeiðs­ markn­aðin, tá tørvur er á fólki. Hetta er eitt felag, sum er góðkent til tílíkt virksemi. Tá ið útlendingar verða sendir út at arbeiða, verður roynt at skipa so fyri, at onkur teirra dugir væl enskt. Millum teir tríggjar, sum upprunaliga skuldu við Gullbergi, var tað maðurin, sum gjørdist troyttur av at bíða eftir føroyskum og donsk­um myndugleikum, ið dugdi enskt. Hinir báðir, sum komu til Føroya og nú eru umborð, eru verri fyri málsliga. Oceanwide hevur sent rætti­liga fitt av fólki úr øðrum londum til Íslands at arbeiða og sum skilst, hevur útlendska arbeiðsmegin roynst væl, eins og íslendsku arbeiðsgevararnir sum heild eru fegnir um hesi fólkini. Tað, sum vit vita um í Før­oyum, er, at útlendska arbeiðsmegin er støðug, og fólk eru ágrýtin og dugna­ lig. Á Skála Skipasmiðju er pólendska arbeiðsmegin ein avgjørd fyritreyt fyri, at skipasmiðjan yvirhøvur kann bjóða seg fram í kapp­ ingini um nýbygging av skip­um. Viðgerðartíðin Ein stórur trupulleiki við at fáa útlendingar higar til lands at arbeiða, er, at við­ gerðartíðin undir verandi viðurskiftum er so long. Skulu útlendskir fiski­ menn koma higar at sigla, er neyðugt, at umsóknin vendir sær til navngivnar persónar, og tá viðurskiftini hjá hesum monnum umsíðir eru komin upp á pláss, kunnu teir saktans hava fingið annað arbeiði – ella aðra hýru - og tískil ikki eru tøkir meira. Evropa skríggjar eftir arbeiðsmegi, og tá er ikki lætt við verandi viðgerðartíð at halda upp á teir, sum umsóknin upprunaliga snúði seg um. Hugsandi er eisini, at tað eru teir bestu fiskimenninir – og tey bestu fólkini – sum fyrst verða boðsend at ar­beiða uttanfyri egnar land­ oddar. Oceanwide fær nógvar fyrispurningar úr Føroyum um útlendska arbeiðsmegi, men tað er trupult at útvega fólk til arbeiðsmarknaðin, so leingi reglurnar eru, sum tær eru. Men lands­stýris­ maðurin, Jacob Vestergaard, hevur lovað at gera viður­ skiftini smidligari til várs. Sum skilst, er eftir­spurn­ ingurin eftir arbeiðsmegi stór­ur – ikki bert innan fiska­virkisídnaðin og fiski­ flotan, men eisini innan onnur vinnuøki. Sosialurin hevur fingið upp­lýst, at føroyski arbeiðs­ marknaðurin í løtuni hevur beinleiðis fyrispurningar um eini 60-80 útlendingar, sum arbeiðsmarknaðurin heldur seg hava brúk fyri í løtuni. Hugsandi er eisini, at eftirspurningurin hevði ver­ ið munandi størri, um skip­ anin við útlendskari arbeiðs­ megi í Føroyum hevði verið smidligari. Línubátarnir Gullberg, sum herfyri fekk tveir póllendingar sum part av síni manning, er ein av teimum smærru línubát­un­ um. Men tað er ikki bara í Føroyum, at trupulleikar eru við at manna línuskipini. Sama er í Íslandi. Tey størru skipini krevja nógv fólk, einar 14 mans, meðan teir smærru hava einar 6-8 mans. Hinvegin eru bara 6 mans umborð á einum van­ ligum partrolara. Eitt annað, sum kanska eisini spælir inn, tá ræður um línuskipini í mun til trolararnar, er, at teir, sum eru á vakt umborð á línu­ skip­unum, altíð eru í sving. Tað verður sett, drigið, kruvt og ísað. Hinvegin eru steðgir í arbeiðnum umborð á trolarunum, tá tóvað verð­ ur, kanska serliga nú flestu ísfiskatrolarar hava fingið kryvjimaskinur. Hinvegin man lívið um­borð á partrolarunum eis­ini hava verið rættiliga stræv­ið í fleiri ár, áðrenn skipini fingu kryvji­ maskinur. Nógv hevur verið at fingið, samstundis sum upsin hevur verið smáur. Áðrenn kryvji­maskin­urn­ ar komu, skiltist, at menn kundu standa og kryvja í nógvar, nógvar tímar út í eitt. Tað hevur eisini kravt sín mann, og tá stóð eisini á hjá skipum at fáa nóg mikið at góðum fólki. Vit kunnu siga, at for­tjen­ ast­an umborð á føroyskum línuskipum og partrolarum hevur verið í lagi seinastu árini, men heldur ikki meira enn tað. Um tað ikki er ein »gula­ rót« í at sigla, leitar fólk upp á land – og í ringasta føri tíma ungir dreingir ikki til skips. Soleiðis er veruleikin nú einaferð. Halliburton flytir Stóra amerikanska fyritøkan Halliburton hevur gjørt av at flyt sína høvuðsskrisstovu úr Texas til Dubai í Persa­flógv­ anum. Tey seinastu árini hevur Halliburton lagt serliga stóran dent á oljuvinnuna í Miðeystri og Asia, og í fjør komu næstan 40 prosent av inntøkum felagsins haðani. Halli­burton hevur ofta verið fyri hvøssum atfinningum fyri at hava í so gott samband við amerikonsku stjórnina. Disk Cheney, varaforseti, var stjóri í Halliburton. Sviar keypa danskt Sviar keypa danskar vørur sum ongantíð fyrr. Í fjør keyptu sviar danskar vørur fyri 77 mia. krónur, og tað var heili 17,3 prosent meiri enn árið fyri. Tann stóri vøksturin gjørdi, at nú keypir Svøríki næstan líka nógvar danskar vør­ur, sum Týskland ger. Í danska ídnaðarfelagnum hava tey góðar vónir um samhandilin við sviar. Borgarliga stjórn­in í Stockholm hevur lovað skattalætta í ár, og tað fer uttan iva at elva til størri privata nýtslu. arbeiðsmegini hjá útl­end­ing­ um í Føroyum. Vit eiga tí at hava eygu og oyru opin og ansa eftir, at alt fer regluliga fram. Føroyingar arbeiða eisini uttanlands. Er tá nakar mun­ur á tí - og so, at útlend­ ingar sigla í Før­oy­um? - Tað kann vera, at her er eingin munur, men fyri tann skuld vilja vit tryggja okk­ um, at fiskimenn, sum koma úr øðrum londum hig­ ar til lands at arbeiða, hava sømilig kor – somu rættindi og skyldur, sum føroysk sjó­ fólk hava, leggur Jan dent á. Góð viðferð Vit spurdu eisini formannin í Føroya Fiskimannafelag, um felagið annars hevur frætt um, at skip ikki fáa loyst, tí teimum vantar mann­ing. - Jú, eg havi hoyrt um okk­urt dømi. Vit mugu í øllum førum ásanna, at til­ boðini á landi eru fleiri og dragandi. Men eg havi tos­ að við onkran av mann­ing­ ini umborð á skipi, sum sig­ ur seg ikki fáa nóg mikið av fólki. Tað, eg í hesum før­in­ um frætti, er, at bíðilisti er til skipið – av føroyskum sjó­fólki. Tí hongur alt hetta ikki rættiliga saman. Jan Højgaard sigur seg eis­ini vita um smáar línu­ bátar, har fólkið støðast um­borð, og har stórt sæð eingir trupulleikar eru við at manna skipini. - So, tað er avgjørt eisini ein spurningur um, hvussu fólkið verður viðfarið, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag. Long viðgerðartíð gevur okkum ikki tey bestu fólkini Fyrstu útlendsku fiskimenninir í hesum umfari eru nú umborð á línuskipinum Gullbergi. Sum skilst, hava aðrir føroyskir línubátar eisini trupulleikar við at fáa fólk. Trupulleikin er eisini kendur í Íslandi Mynd: Vilmund Jacobsen Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju og pólskur skipasmiðjustjóri undirskriva avtalu um pólsku handverkarnar, sum byggja skip á Skála Mynd: Vilmund Jacobsen