týsdagur 13. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 vinnusíðurnar
Nr. 51 - 13. mars 2007
Aldurin hevur einki
Hóast ein er farin at
nærkast teimum áttati
árunum, er eingin
orsøk at leggjast inni
ella leggjast uppi fyri
tað. Tað er Agnar
Nielsen í Vestmanna
eitt gott dømi um:
Hóast sín høga aldur,
søkir hann framvegis
sjógvin. Mikudagin
fekk hann enn ein
stóran hemara.
Hemaraveiða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: - Eg dugi ikki
akkurát at siga tær, hvussu
nógv hesin hemarin vigaði.
Men hann mundi liggja um
tey 300 pundini, sigur 78
ára gamli Agnar Nielsen
við Sosialin.
Hetta er ikki fyrsti hem
arin, sum Agnar hevur
hálað innanborða í vetur. Í
roynd og veru er hetta tann
fimti.
Í fjør var munandi størri
fiskieydna – ella hemara
eydna – við Agnari enn í
ár. Men alt hevur sína frá
greiðing.
– Eg kundi helst havt
fingið onkran hemara aftr
at í vetur. Men, satt at siga,
so hevur tað viðrað so stak
illa í ár, greiðir Agnar frá.
Hóast sesongin fyri hem
araveiðu man vera av á
hesum sinni, hevur Agnar
ikki heilt mist vónina um
at fáa ein aftrat í ár.
Tí, sum hann sigur:
– Alt er so forskotið nú á
døgum. Kann vera at onkur
hemari aftrat er harúti!
Fimm í ár
Aðrastaðni á síðuni verður
nevnt nakað av tí, sum
Agnar hevur arbeitt við í
sínum langa lívi.
Upprunaliga er hann út
búgvin skipstimbrari, og
hevur verið bedingsmeist
ari og seinni stjóri á Vest
manna Skipasmiðju, eins
og hann starvaðist sum
kavari í nøkur ár.
Hetta virkna lívið hevur
hann hildið fram við í
eftirlønaraldri sínum. Tá
so er, er báturin eitt hent
amboð at stytta sær stundir
við. Og hví ikki royna seg
við aðrar menn í hemara
veiðu?!
Agnar luttók ikki í kapp
ingini Shark Atlantic í ár,
men hetta hevur kortini
ikki forðað honum í at vera
sera íðin í hemaraveiðuni.
– Í fjør fekk eg 20
hemarar, men higartil í ár
havi eg so einans fingið
fimm, sigur Agnar.
– Ein túr aftrat
Mikudagin í farnu viku
legði hann aftur til brots –
vestur í Mykinesfjørðin,
har hann so mangan hevur
havt hemaraeydnuna við
sær.
Vónirnar um at fáa ein
hemara aftrat vóru kanska
ikki góðar, nú komið er so
langt út á árið.
Vikuna frammanundan
var áðurnevnda hemara
kapping í ár endað, helst tí
at menn væntaðu, at neyvan
vóru fleiri hemarar at fáa í
vetur. Men tað vildi betri
til enn so hjá Agnari.
– Vónin hjá mær var, at
hemararnir kanska vóru
heldur seinir á veg í ár. Og
mín sann um tað ikki beit
á, sigur hann ikki sørt errin.
Hann hevur verið á hesi
fiskileiðini fleiri ferðir,
men aldrin hevur hann bor
ið eyga við nakran annan
bát í somu ørindum sum
hann.
Teir flestu sum luttóku í
hemarakappingini
fingu
sínar hemarar í nánd av
Kirkjubønesi. Men her í
Mykinesfjørðinum finnast
altso eisini hemarar.
– Eg ætli mær so á ein
túr aftrat eftir hemara,
sigur Agnar.
Ein kunstur at
møða hemaran
Tá Agnar er á hemaraveiðu
er hann einsamallur í
bátinum. Her er talan um
ein góðan norskan bát.
Hann
brúkar
vanliga
tveir-tríggjar húkar, sum
hann síðani festir á hvør
sína boyu. Hetta hevur
verið til fyrimuns fyri
hann.
Agnar greiðir frá, at hetta
við boyuni er fyri at spara
orku. Ein er ikki heilt
ungur longur!
– Tá hemarin hevur bitið
á, lati eg hann bara arbeiða
ímóti boyuni eina góða
løtu – kanska upp í ein
hálvan tíma ella so.
– Á henda hátt møðast
teir eitt sindur, og eru so
lættari at fáa innanborða.
Her er jú talan um rættiliga
stórar fiskar, minnir Agnar
á.
Hemararnir, hann hevur
fingið í vetur, hava allir
ligið um tey 300 pundini, -
nøkur fá kilo hava verið á
muni millum tann størsta
og tann minsta. Hinvegin
so fekk hann ein í fjør, sum
vá 400 pund!
Hevði hann fingið hend
an í vetur, og hevði hann
haraftrat luttikið í kapp
ingini Shark Atlantic, hevði
hann fingið 1. heiðursløn
ina sannførandi!
– Eg byrjaði at fiska hemara
fyri tveimum árum síðani.
Seinasta vetur gekk munandi
betri enn í vetur, sigur 78 ára
gamli Agnar Nielsen