Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnusíðurnar Nr. 51 - 13. mars 2007 at siga Tá hemarin hevur bitið á, lati eg hann bara arbeiða ímóti boyuni eina góða løtu – kanska upp í ein hálvan tíma ella so Nú kann rulla, sum tað rulla vil. Eg merki so einki til nakað sjóverk. Ja, tað er fantastiskt at kunna njóta sjólívið uttan at skula hugsa um sjóverkin allatíðina Slapp av við sjóverkin Agnar Nielsen hevur roynt mangt og hvat í sínum langa lívi, og hevur verið virkin bæði á sjógvi og landi. Hann hevur brúkt nógv tíð innan kirkju og missión og aðrar felagsskapir. Hann hevur millum annað verið løgtingsmaður í samfull 20 ár, og var har løgtingsformaður í tvey tíðarskeið. Sum ungur var Agnar sera ringur av sjóverki. Men nú er tað fullkomuliga burtur. - Nú kann rulla, sum tað rulla vil. Eg merki so einki til nakað sjóverk. - Ja, tað er fantastiskt at kunna njóta sjólívið uttan at skula hugsa um sjóverkin allatíðina, greiðir Agnar frá. Hemarin ferðast víða - úr Barents­ havinum til Vesturafrika, í Norð­ sjónum, Miðjarðarhavinum, og hann finst eisini við Ísland og bretsku oyggjarnar. Við Kirkjubønes og í Mykinesfirði finnast teir eisini Agnar hevur ein góðan norskan bát, og innanborða her hevur hann drigið mangar hemarar hesar báðar seinastu vetrarnar Hemari er uppsjóarfiskur, og ferðast úr vatnskorpuni og niður á 700 metrar, tó sjáldan djúpari enn 150. Hann kann verða upp ímóti metrum til longdar