týsdagur 13. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 51 - 13. mars 2007 ]
Silvur endaði í Mimi
og bronsan eisini í
Klaksvík
Billard FM
Klaksvíkar
Billardfelag
gjørdist stóri vinnarin í
árligu føroyameistarakapp
ingini í billard fyri lið.
Felagið fór við bæði gull
inum og bronsuni. Mimir
tók silvurið.
Seinasta umfarið gjørdist
ongantíð spennandi, tí klaks
víkingar høvdu í næstsein
asta umfarinum tikið Mim
irsmenn á bóli. Teir báðir
billardveteranarnir úr Klaks
vík vístu enn einaferð, at
knotur eru í norðingum, tá
tað snýr seg um billard.
Kristian Sune Høgnesen og
Sonard Johannessen, sum
fleiri ferðir áður hava verið
í oddinum í føroyskum
billardspæli, vísti aftur, at
teir kunnu, tá teir vilja.
Endaúrslitið gjørdist , at
Klaksvíkar Billardfelag 1
gjørdist føroyameistari við
50 stigum. Mimir fekk 42
stig og vann silvur, Klaks
víkar Billardfelag 2 fekk
32 stig og vann bronsu.
Bæði liðini hjá Havnar
Klubba endaðu næstaftast
og aftast við ávikavist 26
og 10 stigum.
Í seinasta umfarinum vitj
aði meistaraliðið úr Klaks
vík Havnar Klubba. Liðið
vann 12-4. Mimir og Klaks
víkar Billardfelag 2 spældu
javnt 8-8, men klaksvíkingar
høvdu fleiri eygu.
Taka vit einstøku úrslitini,
so skaraði Kristian Sune
Høgnesen sum vera man
framúr. Men henda liðkapp
ingini hevur eisini opin
berað eina nýggja stjørnu á
billardhimmalinum. Tað er
Hallur Joensen, sum spælir
fyri Klaksvíkar Billardfelag
fyri fyrstu ferð. Hann hevur
spælt billard í donskum
felag í mong ár. Í seinasta
umfarinum móti Mimi fekk
Hallur eitt gott persónligt
úrslit. Hann vann allar fýra
dystirnar og hevði 25 eygu
í meðal. Tað sigur so mikið
sum, at Hallur fer at vera
ein av avbjóðarunum til
komandi FM heiti fyri ein
staklingar, sum verður í
heimbýnum í næstum.
Niels Nielsen, sum oftani
ger um seg í oddinum,
hevði nógvar góðar dystir í
kappingini, men tað rakk so
ikki longur enn til eitt 4.
pláss. Makkari hansara á 1.
liðnum hjá Havnar Klubba,
Jákup Egholm, vísti gott
spæl í fleiri av dystunum.
Jan Müller og Steinbjørn í
Dali, sum teljast millum
teir gomlu í billard, megn
aðu at fáa silvur, hóast ein
støku spølini ikki vóru mill
um tey størstu í kappingini.
Endaliga úrslitið av før
oyameistarakappingini
í
billard fyri lið gjørdist: Nr.
1 Klaksvíkar Billardfelag
1 50 stig og 24,9 eygu í
meðal, nr. 2 Mimir 42 stig
og 17,8 eygu í meðal, nr. 3
Klaksvíkar Billardfelag 2
32 stig og 14,3 eygu í með
al, nr. 4 Havnar Klubbi 1 26
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Kristian Sune og
Sonhard tóku gullið
Gullliðið úr Klaksvík: Kristian
Sune Høgnesen og Sonhard
Johannessen.