Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 51 - 13. mars 2007 ] Hallur Joensen, nýggj størna hevur opinberað seg á føroyska billardhimmalinum. Her lýsir hon yvir billardborðinum hjá Mimi. Steinbjørn í Dal, sum vann silvur, her í spennandi dysti móti Klaksvíkar Billardfelag 2 Silvurliðið úr Mimi: Steinbjørn í Dali og Jan Müller Bronsuliðið úr Klaksvík: Allan Larsen og Hallur Joensen stig og 15,09 eygu í meðal og nr. 5 Havnar Klubbi 2 10 stig og 8,4 eygu í meðal. Meðaltølini hjá seks av teimum bestu í kappingini vórðu: 1. Kristian Sune Høgne­sen 28,9 eygu, nr. 2 Hallur Joensen 20,6 eygu, nr. 3 Sonhard Johannessen 20,4 eygu, nr. 4 Niels Niel­ sen 19,3 eygu, nr. 5 Jan Müller 18,0 eygu og nr. 6 Stein­bjørn í Dali 15,9 eygu. FM fyri staklingar Føroyameistara­kapp­ingin fyri staklingar verður í Klaksvíkar Klubba 23. og 24. mars. Tilmeldingin er liðug og síggja bólkarnir, ið skulu spæla, soleiðis út: Bólk­ur 1: Kristian Sune Høgnesen, Niels Nielsen, Jan Müller og Allan Larsen. Bólkur 2: Hallur Joensen, Sonhard Johannessen, Karst­en Hansen og Jákup Eg­holm. Teir báðir bestu í hvørjum bólki fara víðari til semifinalurnar. Verandi føroyameistari, Bjarni Skaal­um, hevur tikið sær eitt billardfrítt ár hesaferð. Tí er hann ikki við. Fyrr­ verandi føroyameist­arin Hendrik Petersen er til arbeiðis á høvunum. Tí er hann heldur ikki við. Eftir øllum at døma fer kappingin at standa millum teir báðar bestu spælararnar í liðkappingini, Kristian Suna og Hall. Men einki er avgjørt frammanundan. Fleiri av hinum spælarunum í kappingini hava fyrr tikið sjálvt sterkari spælarar á bóli, tá avtornaði.