týsdagur 13. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 51 - 13. mars 2007 ]
Spælari tikin fyri doping
Enn ein italskur spælari er tikin fyri doping. Hetta
kunngjørdi olympiska nevndin í Italia, CONI, í gjár.
Talan er um málmannin hjá Messina, Nicolas
Caglioni. Messina, sum liggur í botninum í italsku
seriu A, má tí vænta at vera málmannin fyri uttan í
eina tíð. Caglioni er triðji spælarin í seriu A, sum er
tikin fyri doping hetta kappingarárið. Fyrst bleiv
Milan-spælarin, Marco Boriello, dømdur leikbann í
tríggjar mánaðir fyri at hava nýtt doping, og seinni
bleiv Francesco Flachi hjá Sampdoria tikin fyri at
nýta kokain.
Essien longt um sáttmálan
Ghanesiski miðvallarleikarin hjá Chelsea, Michael
Essien, hevur longt um sáttmálan við ensku meistararnar.
Hann hevði trý ár eftir av sáttmálanum við Chelsea,
men longu nú hevur hann gjørt av at leingja um henda
sáttmála. Nýggi sáttmálin bindur Chelsea og Essien
fram til summarið 2012. Essien kom til Chelsea frá
Lyon í 2005 fyri á leið 260 milliónir kr., og hann er m.a.
valdur til triðbesta spælara í Afrika síðstu tvey árini.
Essien hevur spælt heilar 46 dystir fyri Chelsea hetta
kappingarárið.
VÍF boðaði í morgun
frá, at felagið og
venjarin, Dia
Midjord, vóru samd
um at steðga
samstarvinum. Dia
sigur tó, at hesa
avgerð eigur nevndin
sjálv, tí hann visti av
ongum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF hevur verið greitt odda
lið í bestu mansdeildini í
hondbólti í at kalla alt ár.
Byrjanin uppá kappingini
var ikki tann allarbesta,
men tá teir vóru komnir í
gongd, so var einki lið, sum
megnaði at steðga teimum í
grundspælinum, sum teir
vunnu rættiliga trygt.
Gongdin í endaspælinum
hevur tó ikki verið eins góð
og í grundspælinum. Fleiri
lið hava hótt við at tikið
finaluplássið
frá
vestmenningum, og tá teir
kiksaðu ímóti Neistanum
um vikuskiftið, kundi tað
blivið heilt spennandi. Hini
úrslitini lagaðu seg tó
soleiðis, at VÍF er klárt til
FM-finaluna, sjálvt um teir
taptu fyri Neistanum.
Nevndin í VÍF var tó ikki
nøgd. Í morgun kom tíð
indaskriv
sendandi,
har
nevndin boðaði frá, at hon
og venjarin vóru samd um
at steðga samstarvinum, tí
at samstarvið millum venj
ara og spælarar hevur ikki
verið nóg gott síðstu dyst
irnar.
Eingin semja
Á middegi í gjár fekk venj
arin hjá VÍF, Dia Midjord,
at vita, at samstarvið mill
um hann og VÍF var steðg
að. Dia sigur, at hann hevði
einki fingið at vita um hetta
áðrenn. Hann noktar tó fyri,
at venjari og nevnd vóru
samd í hesi avgerð.
- Nei, har var eingin
semja millum venjara og
nevnd. Nevndin hevur sjálv
tikið avgerðina, og hetta má
eg so bara góðtaka. Nevndin
velur kanska hesa avgerðina
fyri at fáa ein sjokkeffekt
fram
ímóti
finaludyst
unum.
Í tíðindaskrivinum sigur
VÍF eisini, at avgerðin er
grundað á, at samstarvið
millum venjara og leikarar
hevur ikki verið eftir vild
síðstu dystirnar. Spurdur
hvat hann helt um sam
starvið sigur Dia, at hann
helt tað vera á eini leið.
- Eingin leikari hevur
meldað nakra ónøgd út fyri
mær, og tí kenni eg einki
til, at samstarvið millum
okkum ikki hevur verið
eftir vild. Tá man hevur 14
góðar spælarar vil onkur tó
altíð vera ónøgdur eftir
onkran dyst.
Mánadagin eftir hvønn
dyst plaga leikararnir í Vest
manna at hava spælarafund,
har teir tosa um farna dyst
in, og eftir tapið fyri KÍF
fyri tveimum vikum síðani
varð
venjaraspurningurin
m.a. uppi og vendi.
- Eftir tapið fyri VÍF
høvdu vit sjálvsagt ein spæl
arafund mánakvøldið. Eg
var ikki sjálvur til staðar á
fundinum, og tí tosaði Ingi
við spælararnar. Sum eg
havi skilt, so bleiv hesin
fundurin heldur longri enn
vanligt, og m.a. tosaðu spæl
ararnir um venjararspurn
ingin. Sum eg skilti eftir
fundin, so høvdu spælararnir
ongar at finningar ímóti
venjarunum.
Dia leggur tó at enda dent
á, at hann ikki er beiskur
um avgerðina hjá nevndini,
men hann heldur at grund
gevingarnar kanska ikki eru
tær røttu.
- Um nevndin heldur, at
úrslitini hava verið ov sving
andi í ár, so skilji eg væl, at
VÍF vil royna okkurt nýtt.
Keðilig gongd
Gongdin hjá VÍF hevur ikki verið tann
besta í endaspælinum. Í teimum níggju
dystunum er tað bert blivið til níggju stig
hjá oddaliðnum
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
VÍF er helst mest sigursvanda felagið í Føroyum síðstu
15 árini. Felagið hevur vunnið fleiri meistaraheiti
umframt onkra steypakapping, og í so máta hevur árið
í ár ikki verið nakað undantak.
VÍF hevur ligið á odda í bestu mansdeildini mest
sum allan vegin, men í endaspælinum hevur gongdin
tó ikki verið tann besta. Av teimum fyrstu níggju
dystunum hevur VÍF bert fingið níggju stig, og hetta
hevur gjørt, at fleiri lið hava trýst VÍF í teirra royndum
at røkka finaluni.
Leygardagin tapti VÍF so aftur, men úrslitini hetta
vikuskiftið lagaðu seg tó soleiðis, at VÍF allíkavæl er
klárt til finaluna. Onkur ónøgd hevur tó helst verið um
svingandi úrslitini, tí í morgun sendi VÍF tíðindskriv
út, sum segði, at samstarvið millum felagið og venjaran
er steðgað.
Úrslitini hjá VÍF hava annars verið hesi í enda
spælinum:
VÍF – StÍF
28-21
KÍF – VÍF
29-22
H71 – VÍF
34-44
VÍF – Neistin
28-28
Kyndil – VÍF
35-30
StÍF – VÍF
29-36
VÍF – KÍF
26-27
VÍF – H71
43-28
Neistin – VÍF
36-28
VÍF – Kyndil
?-?
Dia visti av ongum
Venjaraskifti
í VÍF
HONDBÓLTUR
Tíðindaskriv
Mánakvøld 12.03.2007
Manshondbóltsliðið
hjá VÍF í Atlantic Air
ways–deildini
fær
nýggjan venjara frá í
dag at rokna.
Lars
Nedergaard,
fyrrverandi venjari hjá
VÍF og føroyska lands
liðnum, hevur játtað at
taka venjarauppgávuna
á seg. Hann tekur við
venjarastarvinum eftir
Dia Midjord.
Seinastu dystirnir hjá
VÍF hava verið merktir
av, at samstarvið mill
um venjara og leikarar
hevur ikki virkað eftir
vild. Tí eru partarnir
samdir um at steðga
samstarvinum.
VÍF takkar fráfarandi
venjara, Dia Midjord,
fyri gott samstarv sein
astu 3 árini, og felagið
ynskir honum alt tað
besta.
Blíðar heilsur
Vestmanna
Ítróttarfelag
VÍF boðaði frá í tíðindaskrivi í
morgun, at felagið og venjarin,
Dia Midjord, eru samd um at
steðga við samstarvinum.