týsdagur 13. mars 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 51 - 13. mars 2007
tíðindi
Sunnukvøldið
framførdi Etta
Cameron í Mentanar
húsinum í Fuglafirði.
Føroyska kórið VOX
hitaði upp fyri hann.
Tað vóru tvær sera
góðar framførslur frá
bæði Etuu og VOX
GOSPELKONSERT
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Sunnukvøldið var konsert í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði við VOX og Ettu
Cameron. VOX framførdi
fyrst sínar egnu sangir og
síðani kom Etta við.
Sangararnir í VOX vóru
stuðulssangarar hjá Ettu, og
tað kláraðu teir bara væl,
hóast tey ikki høvdu nógva
tíð at venja saman við
henni.
Konsertin
byrjaði
við
framførsluni
hjá
VOX.
Frálíka kórið við útvaldum
sangarum var eitt sindur
skert hetta kvøldið.
VOX legði út
Tað er kanska ikki altíð lætt
at byrja eina slíka konsert,
har ið tey flestu vóru komin
fyri at hoyra Ettu Cameron,
men VOX kláraði seg tó
væl.
Kórleiðarin Ásbjørn er
altíð lívligur, og hann
royndi eisini at fáa áhoyrarar
nar við uppá tað, hóast tað
gekk eitt sindur trekt.
VOX sungu tveir frálíkar
sangir hjá Kirk Franklin.
Til tann seinna kom tann
obligatoriska ”syngi við-
session”, sum altíð er til
gospelkonsertir. Áhoyrarar
nir tóktust tó ikki at vera so
væl upplagdir at syngja.
Tað var tó ikki tí, at teir
vóru ónøgdir við framførsl
una, tí at tey klappaðu hart
eftir framførsluna hjá VOX
Eftir hetta sungu VOX
sangin ”Eig mítt hjarta”.
Hetta er ein frálíkur atmos
feriskur sangur við gittar
solo, durhækkan og øllum
sum hoyrir til. Frálíku sang
ararnir megnaðu at geva
undirritaða gásarhold til
hendan sangin. Besti sang
urin hjá VOX hetta kvøld
ið!
Keyp eitt hús í Kongo
Ein
umboðsmaður
frá
ADRA rósti VOX sera nógv
eftir teirra framførslu.
- Jeg har sunget i kor i 40
år, men det her er det
bedste, jeg nogensinde har
hørt, segði hann.
Síðani varð kunnað um
støðuna
í
Kongo,
og
arbeiðið hjá ADRA, meðan
myndir vóru vístar frá
uppvørpu. Alt yvirskotið
frá konsertini fer til hús til
afturvend
flóttafólk
í
Kongo. Tað var eisini møgu
leiki at fíggja eitt heilt hús í
Kongo fyri 3.200 krónur
ella geva eina minni upp
hædd
til
arbeiðið
hjá
ADRA.
Ímeðan
innsavningin
gekk, spældi Paulo Russo,
pianisturin hjá Ettu Came
ron, nøkur instrumental
løg.
Etta hevði ein boðskap
Eftir innsavningina kom
Etta klappandi inn og sang
sangin ”Crown him” við
hennaru
myrku,
djúpu
rødd.
Hon legði við næsta sang
inum dent á, hví hon var í
Fuglafirði hetta kvøldið.
Teksturin segði, ”If I can
tell somebody about Jesus
Christ, my living shall not
be in vain”. Etta syngur
sera væl, og hon dugir eisini
sera væl at greiða áhoyrar
anum frá, hvat liggur á
hennara hjarta.
Hon brúkar kropsmálið
sera nógv, og hóast áhoyrar
arnir kanska ikki orkaðu at
klappa allatíðina til sangir
nar, so vóru teir ”við uppá
tað”.
Føroyingar eru eitt sindur
afturhaldnir og reserveraðir,
men Etta megnaði tó at fáa
áhoyrararnar so nøkunlunda
úr sínum góða skinni, tí at
hon heitti uttan steðg á
áhoyrararnar um at klappa
til sangirnar.
VOX kom inn á pallin aft
ur til sangin ”Christ is all
the World to Me”. Tað
hoyrdist, at sangararnir í
VOX vóru ikki eins tryggir
og til teirra egnu framførslu,
men tað er ikki so løgið, tá
ið hugsað verður um, at tey
einans høvdu ein seinnapart
til at venja saman við Ettu.
Sterka útstráling
Til ”When the Saints come
Gospel til frama fyri flóttaf
VOX hitaði upp fyri Ettu Cameron
Etta er sera livandi, tá ið hon syngur