týsdagur 13. mars 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
37
tíðindi
fólk í Kongo
marching in” varð improvi
serað. Tað var flott at hoyra
Ettu sláa seg púra leysa, og
Vox megnaði væl at fylgja
við,
Etta Cameron er sera
fangandi á pallinum, tí at
hon hevur eina sterka útstrál
ing. Hon livir seg fult út inn
í sangin. Hon tykist eisini at
vera eyðmjúk. Tó megnar
hon at bera framførsluni.
Áhoyrararin fekk veruliga
álit til Ettu, tá ið hon gekk
út millum fólkini og heilsaði
uppá tey, meðan hon sang
”We´ll walk hand in hand”.
ADRA hevur eina visjón
um ein heim, har ið fólk
tæna hvør øðrum. Tí varð
Etta biðin um at syngja ”If I
could
help
Somebody”
umaftur, eftir at hon varð
klappað upp aftur.
Etta varð klappað upp til
enn eitt eykanummar, og tá
vóru áhoyrararnir nøgdir.
Konsertin var sera góð, og
fólk tóktust vera einum
máli um, at VOX var líka
gott sum Etta, hóast fram
førslan hjá Ettu var eitt sind
ur meira eksotisk.
Bjørn Krøll, kunningarleiðari
hjá ADRA, greiddi frá
arbeiðnum hjá ADRA
Fólk vóru sera spent uppá at hoyra Ettu Cameron, og hon livdi upp til vónirnar
Ein maður frá ADRA við innsavningarkassanum