Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 52 - 14. mars 2007 Blikk úr Íslandi Um einar seks vikur sleppa íslendingar at selja øl og soda­ vatn í blikkum til Føroya. Danir kunnu eisini flyta inn øl og sodavatn í blikkum, men teir sleppa ikki at selja øl, sig­ ur Útvarpið. Tað eru bara íslendingar, sum hava tann framí­ hjárættin, men tað kann vera í stríð við heima­stýris­lógina. Tey, sum ætla sær at innflyta øl og sodavatn í blikkum, skulu hava eina góðkenda skipan, sum skal taka ímóti teim­ um tómu blikkunum. Færri klænar kvinnur Hagtølini vísa, at fyrr vóru fleiri klænar kvinnur at síggja í gøtunum í Danmark og aðrastaðni enn í dag. Eitt nú sæst, at í 1987 høvdu fimm prosent av øllum dønum trupulleikar av, at teir vigaðu ov lítið, men at hesin parturin var bara tvey prosent í 2005. Hinvegin vísa hagtølini, at tað eru framvegis kvinnurnar, sum hava størri trupulleikar enn menninir, men serkøn siga tað vera sera gott, at gongdin tykist vera batnað. Millum feløgini, sum ikki hava staðið seg serliga væl seinastu árini, eru virkini hjá Sandoy Seafood. - Vit hava sett okkum fyri at venda gongdini, og málið er, at tað skal standa upp og niður við rakstrinum, tá hetta árið er umliðið, sigur Andreas F. Hansen, sum er virkis­ leiðari á Sandoy Sea­ food og samstundis formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Andreas F. Hansen hevur verið formaður í Føroya Rá­fiskakeyparafelag í skjótt tvey ár, og tískil um­boðar hann meira enn nakar annar føroyskar fiska­ keyparar. Andreas er sjálvur maðurin aftanfyri virkini hjá Sandoy Seafood í Sand­ oynni. Á virkinum í Skopun virka tey flak, mest úr upsa, og á virkinum á Sandi virka tey saltfisk, har upsi eisini er høvuðsgrundarlagið undir framleiðsluni. Andreas sigur, at tað hevur gingið stiltið at fáa lønandi vinnu burtur úr saltfiskinum seinasta árið, meðan tað hevur gingið heldur frægari við frystu framleiðsluni í Skopun. Marknaðurin fyri saltaðum upsa hevur nevniliga verið vánaligur seinasta árið. Ráfiskaprísirnir á toski, longu og brosmu, sum eis­ ini verða virkað til saltfisk, hava verið rættiliga høgir á føroyska fesk­fiska­markn­að­ inum. - Á hinari síðuni hevur tað gjørt mun, at upsin, sum annars hevur verið ógvu­liga smáur undanfarin ár, nú aftur hevur eina betri stødd. Upsi verður bæði virkaður til fryst flak – og er ein týð­ andi partur av rávøru­ grundar­lagnum undir salt­ fiska­framleiðsluni. Andreas vísir á, at føroy­ ingar gjøgnum langar tíðir hava havt Spania sum ein góðan og tryggan marknað fyri føroyskum saltfiski, men seinastu tvey árini hevur føroyski fiskurin fing­ ið rættiliga harða kapping úr Íslandi. - Vit hava verið sterkastir á hesum marknaði, men nú eru íslendingar vorðnir líka góðir sum vit til hesa fram­ leiðslu. Enn eru norðmenn tó eitt sindur afturút við saltfiskinum í mun til okk­ um og islendingar, legg­ur hann aftrat. Venda gongdini Millum feløgini, sum ikki hava staðið seg serliga væl seinastu árini, eru virkini hjá Sandoy Seafood, har Andreas sjálvur situr við ábyrgdini. - Vit hava sett okkum fyri at venda gongdini, og málið er, at tað skal standa upp og niður við rakstrinum, tá ið hetta árið er umliðið. Andreas sigur, at ábend­ ing­ar eru um, at tað hevur gingið heldur frægari hjá fiskavirkjunum í 2006 enn í 2005 og 2004, har fleiri virki høvdu vánalig ár. - Men enn er gongdin ikki nøktandi, leggur for­ mað­urin í ráfiska­keyp­ara­ fel­agnum aftrat. Eitt, sum kann gerast eitt sindur trupult fyri at síggja neyvu gongdina hjá nøkrum av virkjunum frameftir, er, at Faroe Seafood og Kósin hava keypt fleiri skip, sum nú eru partur av rakstrinum hjá hesum feløgum. - Eg havi tó skilt, at skipa­ vinnan verður rikin við síð­ una av fiska­virkis­fram­ leiðsluni hjá hesum feløgum. Andreas vísir á, at onkrir fundir hava verið millum lim­irnar í ráfiska­keypara­ felagnum, og hóast lítið hevur verið tosað um neyv tøl, bendir mangt á, at nøkur feløg hava gjørt tað mun­ andi betri í fjør enn undan­ farin ár. - Sum er, kann eg einki endaligt siga um gongdina, og eitt nú veit eg lítið um, hvussu gingist hevur hjá Faroe Seafood, sum er nógv tað størsta felagið innan før­ oyska fiskavirking og tískil hevur stóra ávirkan á saml­ aðu gongdina. Roknskapirnir hjá øllum feløgum eru ikki al­manna­ kunngjørdir enn, og fyrr enn hesir fyriliggja, fæst neyv­an nøkur endalig heild­ ar­mynd av gongdini fyri farna ár. Hampilig útlit - At samlaða hallið hjá fiskavirkisvinnuni er mink­ að í 2006, kunnu vit sum so ikki brúka til nógv. Neyðugt er í longdini, at vinnan tjen­ ar pening, og eg vil siga, at fleiri virkir seinastu tvey árini hava gjørt nógv fyri at rationalisera framleiðsluna. Um útlitini annars, heldur for­maðurin í Føroya Rá­fiskakeyparafelag, at tey eru torfør at meta um. - Tað er nú einaferð so­leiðis, at markn­aðar­viður­ skiftini kunnu broytast frá degi til dags, men sum støðan er beint í løtuni, er ikki líkt til, at tað fer at Sær heldur frægari út hjá virkju