Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 52 - 14. mars 2007 Árini 2004 og 2005 høvdu níggju feløg, sum keypa og virka fisk undan Føroyum, meira enn 40 miljónir krónur í halli. Árið 2006 hevur eftir øllum at døma verið heldur frægari, men enn er gongdin ikki nøktandi Fiskavirkini Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár høvdu vit eina rímiliga neyva greining av gongdini hjá tilsamans 9 feløgunum, sum tóku ímóti umleið 80% av tí ráfiski, sum kemur upp á land og verður virkaður í Føroyum. Greiningin, sum grann­ skoðarafelagið Rasmussen & Weihe hava gjørt, fevnir um árini 2001 til og við 2005. Stórt hall Í stuttum kann sigast um tølini fyri árini 2004 og 2005, at hesi 9 feløgini høvdu eitt samlað hall upp á stívliga 20 miljónir krónur um árið – ella meira enn 40 miljónir krónur í tvey ár. Feløgini, sum eru við í greiningini hjá grannskoðarafelagnum, eru P/F Kósin, P/F Føroya Fiskavirking, P/F Fiska­virk­ ið, P/F Vaðhorn Sea­food, P/F Delta Seafood, P/F­ Sandoy Seafood, P/F Norð­ ís, Sp/f Eystís og P/F Vest­ ís. Størstu nøgdirnar av rá­fiski í 2005 keyptu og virkaðu virkini hjá Føroya Fiskavirking (52,6%), Kósin (14,1%) og Sandoy Seafood (9,8%). Hesi prosent-tøl eru sum nevnt av samlaða partinum, sum tey 9 feløgini keyptu og virkaðu (78,6%). Tað vóru eisini feløgini við teimum størstu nøgd­un­ um, sum høvdu størstu hall­ ini í 2005, nevniliga Kósin við 11,7 miljónum, Føroya Fiskavirking við 8 miljónum og Sandoy Seafood við 2,4 miljónum krónum. Um hallið hjá Kósini er tó at siga, at dóttirfe0lagið Pure Water átti ein fittan part av hallinum í 2005. Vaðhorn avlop Í mun til ráfiskin, sum virkini keyptu og virkaðu í 2005, var hallið hjá Kósini saman við dóttirfelagnum rættiliga stórt hetta árið. Eftir at hallið var al­mannakunngjørt, vísti leiðsl­an í felagnum á, at tað serliga var saltfiskurin, sum sveik í 2005. Hallið hjá Pure Water hálar so sanniliga eisini í skeiva endan. Eitt av virkjunum, sum er við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, er salt­fiskavirkið Vaðhorn á Strondum. Hetta felag keypti og virkaði í 2005 2,7 % av ráfiskinum, sum hesi 9 feløgini tilsamans stóðu fyri. Hóast hesa lutfalsliga lítlu ráfiskanøgd, megnaði Vaðhorn at koma við einum avlopi í 2005 upp á 800.000 krónur – og árið fyri var avlopið 1,8 miljónir krón­ ur. Av teimum tilsamans 9 feløgunum vóru tað eisini onnur feløg enn Vaðhorn, sum kundu visa á eitt minni avlop í 2005. Gongur frægari Sosialurin hevur skilt, at gongdin hjá føroysku fiska­ virkjunum hevur verið heldur frægari í 2006 enn í 2005 og 2004, men enn hava vit eingi tøl sæð, sum siga, hvussu gongdin ítøki­ liga hevur verið. Vit fara í blaðnum í morgin at gera eina roynd at seta tøl á gongdina í 2006 hjá onkrum av feløgunum, sum eru við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe. Vøkstur í Íslandi Nýggj hagtøl frá íslendsku hagstovuni vísa, at íslendska bruttotjóðarframleiðslan var 1142 mia. íslendskar krónur í fjør. Tað var 2,6 prosent meiri enn árið fyri, men kortini lítið samanborið við vøksturin frá 2004 til 2005, sum var heili 7,2 prosent. Talið fyri 2006 samsvarar rættiliga væl við metingina, sum stjórnin hevur gjørt. Sambært henni var væntandi, at búskaparvøksturin fór at vera 2,5 prosent í fjør, 2,2 prosent í ár og 3,1 prosent í 2008. Ikki nóg reinur Skuldi tað hent, at grindaboð verða í Vági ella har á leið, so verður grindin ikki hildin til í Vági. Orsøkin er, at fjørðurin er framvegis so mikið illa dálkaður av olju, at tað verður ikki hildið rætt at drepa grind á fjørðinum. Formliga er tað ikki bannað at drepa grind á Vágsfirði. Skal tílíkt forboð setast, tí tað má gerast við kunngerð, og hana kann bara landsstýrið gera, sigur sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen, við Útvarpið. Níggju feløg meira enn 40 mió kr. í halli Bjarni Poulsen, sum vegna Rasmussen & Weihe greinar roknskapartøl hjá skipum og virkjum, hevur skilt, at gongdin hjá fiskavirkisvinnuni var heldur frægari í 2006 enn undanfarnu tvey árini Mynd: Vilmund Jacobsen Tey níggju feløgini, sum eru við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, høvdu samanlagt meira enn 40 miljónir krónur í halli í 2005 og 2004 Mynd: FMF ganga verri í føroysku flakavirkisvinnuni, sigur Andreas. Hann leggur aftrat, at hóast minni hevur verið at hoyrt seinastu tíðina um tørvin á fólki í flaka­virkis­ vinnuni, er hesin trupulleiki enn líka stórur. - Hetta er so sanniliga eisini eitt mál, sum streingir á – og sum neyðugt er at loysa, um fiskavirkisvinnan skal halda fram í sama mun sum nú, sigur Andreas F. Hansen. unum