mikudagur 14. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 52 - 14. mars 2007
Næmingarnir í 10. C í
skúlanum á Ziskatrøð
hava sínar hugsanir
um, hvussu skúlarnir
í Klaksvík skulu
skipast.
– Latið teir eldru
næmingarnir verða
saman í tí eina skúlan
um, siga teir
Skúlin
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Tað er mikumorg
un, og komið er nakað út á
fyrrapartin.
Ikki eitt menniskja, og ikki
ein einasti skúlanæmingur,
er at hoyra ella síggja her
í garðinum við skúlan á
Ziskatrøð.
Nú ringir brádliga ein
klokka sum boðar frá fríkort
eri. Og tað gongur ikki long
løta, fyrrenn teir yngru næm
ingarnir koma stórleypandi út
í frælsið eina løtu.
Tað gongur hinvegin ein
góð løta, áðrenn nakar av
teimum eldru næmingunum
kemur út í skúlagarðin. Tey
ynskja heldur at halda seg
eitt sindur fyri seg sjálvi
- vilja líkasum ikki blanda
seg uppí hinar smærru
næmingarnar.
– Noy. Okkum dámar best
at vera saman við okkara
javnaldrum her í skúlanum.
– Og tað vóna vit eisini,
at teir høgu harrarnir fara at
hugsa um, tá teir nú skulu
tosa alvorligt um, hvussu
skúlarnir skulu skipast her
í framtíðini, siga nakrir
av næmingunum í fram
haldsdeildini á Ziskatrøð.
Tey smáu grellini
Næmingarnir í 10. flokki á
Ziskatrøð hava eisini fylgt
væl við í orðaskiftinum, sum
hevur verið um bygnaðin
við skúlarnar í Klaksvík í
seinastuni.
Ein av áhugaverdu spurn
ingunum er, um ein skal
skipa skúlarnar við eini
felags leiðslu - ella um ein
skal halda fram við tveimum
leiðslum, eins og ein higartil
hevur gjørt.
Politikkarar, borgarstjórar,
skúlafólk og onnur hava
sagt sína hugsan, meðan
mun andi minni hevur verið
at hoyrt til tey, sum henda
avgerðin veruliga snýr seg
um - og rakar!
Næmingarnir vilja kortini
ikki gera nakrar politiskar
viðmerkingar, men hava tó
eitt ynski til tey, sum skulu
taka avgerðina um skúla
teirra.
Tey eru væl vitandi um,
at tey sjálvi ikki fáa gagn
ella gleði av hugskoti teirra.
Men tað kann so verða eitt
hugskot til tey, ið koma aft
aná teimum - kanska børn
teirra!
Eitt av teirra hugskotum er
heilt einfalt tað, at ein skipar
skúlarnar fullkomuliga øðr
vísi enn í dag: At ein hevur
teir yngru næmingarnir í
eina skúlanum, og teir eldru
í hinum.
– Á henda hátt sluppu vit
undan teimum smáu grell
unum í okkara skúla, sum
ein genta av bygd skemtandi
tekur til.
Bygdaflokkur
Í dag er støðan hon, at báðir
skúlarnir í Klaksvík hava
næmingar úr 1. flokki og
allan vegin upp í 10. flokk.
Skipanin er hon, at ein
miðar eftir at næmingarnir
av Kósini og inneftir víkini
fara á Ziskatrøð, meðan
næmingarnir av Bumshamri
og inneftir fara í skúlan við
Ósánna.
Í báðum skúlunum ganga
eisini fleiri næmingar úr
øðrum bygdum í Norðoygg
um - av Viðareiði, Kalsoynni
og bygdunum norðanfyri
bergholini. Sum oftast verð
ur roynt at savna hesar á
Ziskatrøð.
Men næmingarnir í 10.
C - sum er ein reinur bygda
flokkur - ynskja tó, at skúla
myndugleikarnir hugsa um
næmingarnar og teirra trivna,
heldur enn lógir, pening,
prinsippir og vanahugsan.
Tí eru tey komin við einum
hugskoti, sum tey fegin vilja
hava fram:
– Hví ikki skipa skúlarnar
so, at næmingarnir í 1. til 5.
flokk fara í Ósáskúlan, og at
vit kunnu verða saman við
teimum eldru næmingunum
her á Ziskatrøð?!
– Tað halda vit hevði verð
ið tann besta loysnin fyri
skúlarnar her í Klaksvík, siga
næmingarnir við Sosialin.
Luktar sum ein køstur
Tá tey kortini hava tosað seg
heit um skúlaviðurskiftini í
kommununi, so hava tey nøk
ur ynski aftrat fyri trivnaðin
í skúlanum:
Eitt stað, har tey sum enn
roykja, kundu roykt. Tørvur
er á nógv fleiri teldum av
nýggjasta slagi og sum virka.
Persónlig skáp, eins og sær
í skúlum í t.d. USA, har ein
kundi læst síni persónligu
ting.
Hinvegin, so átti eisini
spurningurin um at betra
wc’ini verið eitt mál, sum
ein skjótt átti at funnið eina
loysn á.
– Tað er ikki serliga stutt
ligt at fara inn á eitt felags
wc. Har luktar sum í einum
køsti, siga hesir næmingarnir,
sum helst munnu vita alt um,
hvussu illa ein veruligur
køstur á bygd luktar!
Eitt annað stórmál er
ein kantina, har ein kundi
keypt sær okkurt til matna
og okkurt at sløkkja sær
tostan við.
– Hava vit gloymt at tikið
matpakkan við okkum um
morgunin, er einki serligt.
– Vit sleppa ikki oman
í Heygabúðina at keypa,
og tí hevði verið gott við
eini góðari kantinu, siga
næmingarnir.
– Vit vilja vera saman við
javnaldrum okkara
Mentamálaráðið hevur sett Signar á Brúnni í starv sum fyribilsstjóri
í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.
Tað sigur mentamálaráðið í tíðindaskrivi fyrrapartin. Víst verður
á, at Klaksvíkar Býráð hevur søkt mentamálaráðið um at gera
broytingar í skúlabygnaðinum við eini einstreingjaðari leiðslu.
Býráðið hevur tikið avgerð um at gera hesar broytingar í
sambandi við, at skúlastjórin í Skúlanum á Ziskatrøð, Asbjørn
Lómaklett, er farin úr starvi. Eisini hevur varaskúlastjórin, Eigil
Hentze, søkt um at fara úr starvi 23. mars 2007.
Umsóknin hjá Býráðnum er í løtuni til viðgerðar í Menta
málaráðnum, men fyri at tryggja leiðsluviðurskiftini í Skúlanum
á Ziskatrøð í tíðarskeiðinum, til støða er tikin til um sóknina hjá
Klaksvíkar Býráð um broytingarnar í skúlabygnaðinum, hevur
Mentamálaráðið fyribilssett Signar á Brúnni, fyrrverandi lærara
í Fuglafjarðar Skúla, sum skúlastjóra, og Ólav Sjúrðarberg,
lærara í Skúlanum á Ziskatrøð, sum varaskúlastjóra, sigur
mentamálaráðið.
Leiðslan er fyribilssett í tíðarskeiðnum 19. mars til 1. juni
2007.
(Portalurin 13. mars 2007)
Signar á Brúnni verður skúlastjóri
Málið
dregur út
í Menta
málaráðnum
– Bólturin liggur hjá
Mentamálaráðnum, og vit
fáa einki gjørt fyri at bøta
um støðuna á skúlanum,
sigur borgarstjórin í Klaks
vík, eftir at tað er greitt,
at skúlin á Ziskatrøð onga
leiðslu fer at hava um
tríggjar vikur.
Fyri einum mánaði
síðani fór skúlastjórin
seinastu mongu árini,
Asbjørn Lómaklett, frá
fyri aldur, og um tríggjar
vikur fer Eigil Hentze,
varaskúlastjóri, eisini frá.
Starvsfólkini á Ziskatrøð
hava enn einki fingið at
vita um, hvat síðani fer
at henda.
Trupulleikin í málinum
er, at tað verður arbeitt
við bygnaðarbroytingum
í skúlunum í Klaksvík.
Hetta arbeiðið hevur
drigið út, men sambært
borgarstjóranum er tað
altso ikki í býráðnum,
at drálað hevur verið
við arbeiðinum, men í
Mentamálaráðnum.
(Útvarpið 3. mars 2007)
– Tað er so óinteressant at vera
saman við teimum smærru
næmingunum. Best hevði verið,
um vit bert vóru saman við
teimum eldru næmingunum, siga
næmingar úr 10. flokki á Ziskatrøð
Mynd: Høgni Thomsen