mikudagur 14. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 52 - 14. mars 2007
Aftur og fram í løgtinginum
Tá løgtingið kom saman til tingfund í týsmorgunin, vóru umskipingar
framdar í skipanini, sum flokkarnir sita eftir í tingsalinum.
Skipanin virkar soleiðis, at flokkarnir sita í salinum eftir stødd við
størsta flokkinum fremst. Men eftir at Karsten Hansen er farin úr
Tjóðveldisflokkinum í Miðflokkin, er fyrrnevndi flokkur bert
triðstørstur og tískil fluttur av fremstu røð aftur á ”triðja pláss” í
tingsalinum.
So flokkurin, sum fyri stuttari tíð síðani í eitt styttri tíðarskeið hevði
mist ein tinglim, Sambandsflokkurin og Johan Dahl, er nú fluttur fram
í fremstu røð í tingsalinum.
Soleiðis gongur tað upp og niður og aftur og fram í politikki. - leo
Seks ár hevur tað
tikið at savna upplýs
ingarnar um sjúkra
røktarfrøðingarnar í
Føroyum. Nú úrslitið
fyriliggur er hetta ein
týðandi partur, ikki
bert av sjúkrarøktar
frøðingasøguni, men
eisini av kvinnusøgu
Føroya.
BÓKAÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tær hava altíð havt áræði,
sjúkrarøktarfrøðingarnir.
Ella rættari tey –tí sjúkra
røktarfrøðingastarvið
er
ikki fyri kvinnur einans.
Mannfólk finnast eisini inn
an økið.
Tær hava verið har til all
ar tíðir, sjúkrarøktarfrøðing
arnir. Ikki altíð við einari
útbúgving at vísa á, men
kortini ikki minni neyðugir
fyri tað. Og í Føroyum er
útbúgvingin
rættiliga
nýggj.
”Sjúkrasystraskúlin varð
ikki settur á stovn í Føroyum
fyrr enn í 1960, so undan tí
máttu sjúkrasystrarnar, -
meinigheitspleygirskir ella
sjúkrapleygirskir, sum tær
tá vórðu nevndar – taka
útbúgvingina í Danmark”,
sigur Jana H. Dalsgaard,
skjótt fráfarandi formaðurí
Sjúkrarøktingarfelagnum.
Tankin um at savna sjúkra
røktarfrøðingarnar í einari
bók er ikki nýggjur. Og fyri
seks árum síðani – í 2001
– legði Jana so uppskot fyri
nevndina um at fáa tikið
stig til eina slíka bók.
Slíkt arbeiði tekur tó
drúgva tíð, men í 2004
vórðu so fyrstu spurnarbløð
ini send út, fyrst og fremst
til limirnar í felagnum.
Ófullfíggjað hagtøl
Ein av heilt stóru trupulleik
unum í sambandi við bók
ina var, at finna fram til ser
liga eldru sjúkrarøktarfrøð
ingarnar, tí hagtøl og yvirlit
eru so ófullfíggjað, og í
summum førum enntá als
ikki til.
Føroyski sjúkrasystraskúl
in hevði einki yvirlit yvir
flokkarnar gjøgnum árini,
og tí gjørdist arbeiðið at
savna tilfar sera trupult og
tíðarkrevjandi.
Tað sigur seg sjálvt, at tá
so lítið av tilfari er at halla
seg til, verður ógvuliga trup
ult at fáa eitt fullfíggjað
yvirlit yvir allar útbúnar
sjúkrasystrar og sjúkrarøktar
frøðingar í Føroyum. Og at
bókin ikki er fullfíggjað,
fjalir Jana H. Dagsgaard
ikki útyvir.
”Hendan bókin skal ikki
metast sum nakað endaligt,
men heldur byrjanin til eina
framhaldandi útgávu, sum
alla tíðina verður dagførd.
Vit vænta avgjørt, at tey, ið
av einari ella aðrari orsøk
ikki eru við í hesi fyrstu
útgávuni, fara at gera vart
við seg soleiðis, at tey verða
við í komandi útgávum”,
sigur Jana H. Dalsgaard.
Hetta, at geva út eina bláu
bók yvir yrkisbólkar, er ikki
nakað ókent, og m.a. Føroya
Lærarafelag hevur givið út
eina slíka bók. Bókin hjá
Sjúkrarøktarfrøðingafelag
num brýtur tó nakað frá í
stødd, har hevur verið skeitt
meiri til útgávuna, sum
íslendska
systirfelagið
hevur latið gjørt. Í Íslandi
er triðja útgávan hin nýggj
asta.
Skriva søgu
Jana H. Dalsgaard veit ikki
nágreiniliga at siga, hvussu
nógvar sjúkrarøktarfrøðing
ar bókin umfatar, men talið
liggur um 1000. Menninir í
bókini eru ein rár sjón, men
teir eru har.
Til stuttleikar kann nevn
ast Axel A. Johannesen,
sum í dag er 80 ára gamal.
Hann var við á fyrsta liðin
um av útbúnum sjúkrapleyg
arum, ið eisini umfataði
mannfólk.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
hava tikið væl ímóti áheit
anini um at lata upplýsingar
til bókina. Hon lýsir lívsleið
hjá øllum frá vøggu til dag
in í dag, og tað hevur enntá
eydnast at fingið mong við,
sum ikki eru millum okkara
longur.
Av tí at upplýsingarnir
eru so gjølligir, er bókin
ikki bert ein ”hvør-er-hvør”
innan sjúkrarøktarfrøðinga
økið, men so sanniliga eis
ini einn týðandi partur av
kvinnusøgu Føroya seinastu
útvið 100 árini. So tað var
bert partvís av tilvild, at
bókin kom út júst 8. Mars.
”Upprunaætlanin var, at
bókin skuldi koma út til
jólar í fjør, men skotbráið
gjørdist ov stutt. Og tá bók
in eisini er ein partur av
kvinnusøguni, hildu vit tað
vera passandi, at útgávu
dagurin
gjørdist
altjóða
kvinnudagurin 8. mars”,
sigur Jana Dalsgaard.
Fyrstu sjúkrapleygurnar
ella meinigheitspleygurnar,
sum tað tá nevndist, vórðu
útbúnar í 1912, og tá var
tað Færø Amts Hospital,
ella Gamla hospital sum
tað var rópt millum manna,
ið stóð fyri útbúgvingini.
Og sjúkrahúsini stóðu fyri
útbúgvingini heilt fram til
1960, tá Sjúkrasystraskúli
Føroya var settur á stovn.
Drúgva savningararbeið
inum hava Jana H. Dals
gaard, Hansa Christiansen,
Annika Ejdesgaard og Her
vør Ejdesgaard staðið fyri.
Hetta verður samstundis
seinasta avrik hjá Janu H.
Dalsgaard sum formanni í
felagnum, Hon leggur frá
sær eftir aðalfundin, sum
verður leygardagin.
Í sambandi við bókaút
gávuna verður almenn mót
tøka í hølunum hjá Sjúkra
røktarfrøðingafelagnum
í
Lucas Debesargøtu 14 nú
hósdagin kl. 16 til 18.
Bláabók Sjúkrarøktafrøðinga Føroya:
Partur av kvinnusøguni í Føroyum
Jana H. Dalsgaard og Hansa Christiansen (myndin) hava saman vi› Anniku og Hervør Ejdesgaard savna› og lagt til rættis alt tilfari› í 330 sí›ur drúgvu bókini.
Seinkingin av útkomudegnum gjørdi, at eisini mynd av fyrstu bachelorunum í sjúkrarøktarfrø›i kom vi› í bókina.
Oyramerkja blokkin
Danski fólkatingslimurin Poul Ørum Jørgensen, sum er
framsøgumaður hjá Konservativa Fólkaflokkinum í
grønlendskum viðurskiftum, heldur, at Fólkatingið eigur
at gera av, at ein ávísur partur av blokkinum til Grønlands
skal brúkast til at nýskipa tað sosiala arbeiðið. Poul Ørum
Jørgensen sigur seg vera skelkaðan av einari frágreiðing,
sum lýsir sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Grønlandi, og
nú má okkurt gerast, sigur hann.