mikudagur 14. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 52 - 14. mars 2007
Tey, sum eru eitt sindur tilkomin, og sum høvdu
nakað við peningastovnarnar at gera, minnast,
at tær gomlu bankaleiðslurnar kappaðust
um at stuðla førosykum myndlistafólkum.
Menn sum Nonnegaard í Føroya Banka og
Rasmus Olsen í Sjóvinnubankanum høvdu
stóran áhuga fyri føroyskari myndlist og lótu
tí bankarnar keypa myndlist. Takkað verið
slíkum framkygdum monnum og takkað
verið øllum teimum, sum stuðlaðu teimum,
vórðu málingar í hundraðtali bjargaðir frá
at fara av landinum. Takkað verið slíkum
hugsjónarmonnum høvdu okkara mætastu
myndlistafólk ein góðan marknað í eini tíð,
har tað ikki var vanligt at keypa myndlist.
Við bankabjargingunum gjørdust báðir
bankar almennar ognir og vórðu lagdir
saman í ein almennan banka, Føroya Banka.
Hesin stovnur skal nú einskiljast og tað er tú
upplagt at støða verður tikin til tær umleið
túsund myndirnar, sum hanga í bankanum
ella liggja trygt í bankans boksum. Hesar
myndir eru føroyskir mentanargripir. Hesir
gripir kunnu ikki javnmetast við annað
innbúgv í bankanum, sum sjálsvagt verður
selt við. Føroya fólk eigur bankan og Føroya
fólk eigur mentanargripirnar. Tað er skylda
hins almenna at tryggja, at hesin dýrgripur
ikki verður seldur privatum saman við
bankanum.
Verða listaverkini seld saman við bankanum,
bendir alt á, at verkini fara av landinum.
Nýggir eigarar fara ikki at hava somu kenslur
fyri verkunum, sum verandi eigari, Føroya
fólk. Tað er tí ikki óhugsandi, at ein nýggjur
eigari skjótast vil umseta listaverkini til reiðan
pening og so verða tey seld. Keypararnir
vilja í flestu førum vera at finna uttanlands,
serstakliga í Danmark, har áhugin fyri at
savna list eftir okkara klassikarar er sera
stórur. Her eigur tí nakað at verða gjørt. Her
eiga allir flokkar og allar góðar kreftir at
standa saman til tess at tryggja eina sømiliga
loysn, soleiðis, at hesin mentanargripur verða
verandi fólksins ogn.
Sosialurin
Mentanargripir fólkaogn
»Eg ynski ikki at klandrast við PM í blaðskriving. So
ynskir Poul Michelsen at klandrast, má hann klandrast
einsamallur. Tað klárar hann nokk.«
Jørgen Niclasen, partamaður hjá Poul Michelsen
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Føroyar munnu vera tað
einasta landið í heiminum,
sum letur um seg ganga, at
konslar úr øðrum londum,
av sínum eintingum leggja
politiskt trýst á landsins
stjórnarleiðara, løgmann, og
parlamentið, løgtingið.
Áðrenn løgmaður gjørdi
viðmerkingar til miðlarnar
ella onnur um tey úttalilsir
sum íslendski konsulin, Poul
Mohr, og finski konsulin,
Poul Michelsen, komu við,
átti hann at sett seg í sam
band við finsku stjórnina og
somuleiðis íslendsku stjórn
ina. Tí eftirsum at vit eru von
við, at konslar og diplomatar
av ymsum slag, við størsta
varsemi og stórum neyvleika,
úttala seg vegna landið teir
umboða, so má kannast,
um tað er teirra lands nýggi
uttanríkispolitikkur, sum her
verður borin fram.
Føroyar hava í hesum val
skeiðinum undirskriva sátt
mála, og samtykt lóg um
uttanríkis viðurskifti og hesi
eru síðani fráboðað ST.
Løgmaður er settur at syrgja
fyri, at uttanríkispolitikkur
Føroyar verður førdur sam
bært teimum avtalum, sum
eru gjørdar við onnur lond,
og sum eru samtyktar í løg
tinginum.
Skuldi tað hent, sum er
óhugsandi í øðrum londum
á uttanríkispolitiska økinum,
at konslarnir hjá ávikavist
Íslandi og Finnlandi í Føroy
um hava handlað í ósamsvari
við teirra lands almenna utt
anríkispolitikk, so er hetta
ein sera álvarslig søk fyri
teir. (Annar teirra mælti enn
tá til nýval).
Løgmaður eigur at gera
greitt, at tað er hann sum
er settur at føra uttanríkis
politikk fyri Føroyar, sam
bært gjørdum avtalum og
tingsins vilja, og at tað er
tað hann ætlar at gera.
Alt annað vil av útheimi
num verða tulkað sum ten
densir, sum man bara sær í
bananstatunum.
Avtalur eru nú einaferð
gjørdar fyri at halda og ikki
at bróta.
Rolf Guttensen hevur drigið
hvassa pennin úr blekkslíðr
anum. Tíðindasendingin hjá
sjónvarpinum Dagur & Vika
fekk nøkur av høggunum. Í
einum fólkaræði verður lop
ið á við orðum – í summum
førum sett saman í eini rað
fylgju, sum kunnu føra til
misskiljingar. Í øðrum førum
sett saman, so orðaskiftið
tekur dik á seg. Vanliga er
orðaskiftið vígvøllurin, har
pennurin og orðið leika í.
Dómari er eingin annar enn
fólkið - í einum fólkaræði.
Hesin fólkaræðis-vígvøll
ur skal røkjast.
Rolf Guttesen viðgongur
aftarlaga í síni grein, at
hann ikki skilur rolluna hjá
sjónvarpinum. Og so spyr
hann samstundis, um man
skal skilja uppgávuna allík
avæl.
Tí seti eg hesi orð sam
an. Og tey fella í hesi rað
fylgju:
Sjónvarpið hevur eins
og aðrir miðlar ein leiklut í
fólkaræðinum. Ein týðandi
partur er at viðlíkahalda,
bjóða av, ganga undan og
endurnýggja tann vígvøllin,
har orðini vera sett upp móti
hvørjum øðrum.
Relevantir persónar, við
komandi spurningar, við
komandi sjónarmið, sum
kunnu kunnu upplýsa, eggja
til orðaskifti, bjóða av, øsa
og undirhalda. Alt hetta
skal sjálvandi byggja á eitt
trúverdugt grundarlag.
Og nógv afturat.
Men eftir stendur, at sjón
varpið við at hava eina sam
røðu við Poul Mohr, uppfylti
fleiri av teimum treytum,
sum vit seta til okkum
sjálvi.
Vit valdu ein relevantan
persón – nevndliga íslendska
konsulin í meiri enn 20 ár.
Hansara sjónarmið um,
hvussu hann helt íslending
ar sóu íkomnu støðuna, hann
var óræddur í sínum atfinn
ingum at politiska valdinum,
hann hevði orðið í síni makt
og var undirhaldandi. Og tað
týdningarmesta.
Hetta eggjaði til eitt týð
andi og viðkomandi kjak.
Tað var endamálið í hesum
føri.
Í øðrum føri kann enda
málið og ætlanin vera okkurt
annað.
Men í hesum førinum
rukku vit málinum.
ES. At løgmaður – eins Poul
Michelsen - nú hevur tikið
málið um flagg og send
istovu uppaftur, stendst
kanska ikki fyrst og fremst
av samrøðuni við Poul Mohr
– lat tað vera ósagt. Men tað
vísir so, at orðaskiftið var
ikki heilt liðugt og heldur
ikki heilt óviðkomandi.
Edmund
Joensen
Útlendskir konslar eiga ikki at reka
føroyskan uttanríkispolitikk
Orrustan um orðini
Tíðindaleiðari
Sjónvarpið
Kringvarp Føroya
Øssur
Winthereig
Lat meg gera greitt, at mín
frágreiðing um nevndarkrav
frá Poul Michelsen er fult í trá
við sannleikan. Er váttað av
Anfinn Kallsberg. Eg ynski
ikki at klandrast við PM í
blaðskriving. So ynskir Poul
Michelsen at klandrast, má
hann klandrast einsamallur.
Tað klárar hann nokk.
Sannleikin illa lýddur
Jørgen
NiCLASEN