mikudagur 14. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2007
11
tíðindi
1969 var eitt merkisár fyri
bæði Danmark og Ísland.
Tá fingu londini aftur beint
viðurskiftini sína millum á
eina kós, sum sømir seg tvei
mum norðurlendskum brøðr
atjóðum. Okkara norður
lendsku brøður, íslendingar
og danir sótu ikki so grúiliga
væl um sátt árini eftir seinna
heimskríggj.
Danir vóru firtnir um, at
Ísland hevði loyst frá teimum
í 1944 meðan teir sjálvir
vóru hertiknir av Týsklandi.
“Aftursvarið” hjá dønum var
at nokta at útflýggja íslend
ingum teirra tjóðargrip, ið
tá var í varðveitslu á danska
tjóðarsavninum, nevnliga
upprunaligu handritini til
íslendsku saga'irnar. Á
látini nevnt “Arnemagn
eiska” savnið eftir Árna
Magnusson, ið bjargaði
handritunum undan glatan.
Og rós skal danska tjóðar
savnið hava, at teir sendu
ein mann til Íslands at bjarga
handritunum. Men í 1945
høvdu íslendingar fingið
umstøðar til at kunna hava
tjóðargripin í egnari varð
veitslu.
Nýstovnaða íslendska lýð
veldið kravdi, sum rímuligt
varð, at danska stjórnin
útflýggjaðu teimum hendan
tjóðargripin í stundini.
Men nei. Skiftandi danskir
forsætismálaráðharrar og
mentamálaráðharrar lógu á
málinum, og ikki fyrr enn
fjórðingsøld var farin brast
fyri nev. Og í 1969 stevndi
eitt danskt verjuskip inn á
Reykjavík við tjóðargripi
Íslands. Tá var veitsludagur
kring alt Ísland. Tí “søguliga
sálin” var heimafturkomin!
Alt síðani 1969 hevur bara
gingið framá hjá Danmark
og Íslandi. Nógvur sam
handil er landanna millum.
Íslendingar eiga kendar
danskar fyritøkur, og nú lesur
eitt túsindtal av íslendingum
í Danmark, og eitt stórt tal
av donskum ferðafólki vitjar
Ísland á hvørjum ári. Tí
trúgvi eg ikki, at danir ynskja
at gera nakað yvirhøvir, sum
kann føra aftur til tey viður
skiftini, sum vóru landanna
millum árini eftir seinna
heimskríggj.
Og tí trúgvi eg heldur ikki,
at danir fara at nokta lítla
beiggja íslendinga, Føroyum,
at flagga við Merkinum uttan
fyri umboðsstovu Føroya í
Reykjavík. Danir fara neyv
an at bróta tað niður, teir hava
vunnið síðstu 38 árini!
Milliónir verða árliga brúkt
ar til leiguútreiðslur til al
mennar stovnar, soleiðis at
hesir kunnu húsast í Havnina
og mangan í ótíðarhóskandi
hølum fyri høga leigu. Tíðin
er komin at flyta almennar
tænastustovnar úr býnum,
men at spjaða teir um alt
landið, kann gerast ein
dýrt ævintýr og hava við
sær eina ómetaliga dýra
og vánaligari umsiting.
Eg havi áður víst á, at um
miðfyrisitingin ikki verður
meira samlað soleiðis at hon
fer at arbeiða sum ein eind,
so fer miðfyrisitingin aldrin
at gerast so mikið professi
onell, sum hon burdi verið
fyri at kunna kappast um
arbeiðspláss og ikki minst,
fyri at kunna menna tær
lógir og almennu skipanir
sum skulu til fyri at reka
eitt vælferðarsamfelag.
Verða teir almennu stovnanar
spjaddir um landið, verður
samstarvið minni, menningin
minni og dubultfunktiónir
verða mangar, sum í longdini
fara at økja um almennu
útreiðslurnar
munandi.
Økini og bygdirnar í Føroyum
verða ikki bjargaðar bert tí
nøkur almenn sitipláss verða
flutt, tað krevst ein veruligur
politiskur vilji, men meira
um tað eina aðru ferð.
Samgonguskjal
Skriva stendur í samgongu
skjalinum at: ”Almenna fyri
sitingin verður samskipað, so
betri samstarv fæst millum
aðalráðini. Fyrisitingin
skal gerast meira opin og
einføld fyri brúkaran. Rætt
artrygdin skal styrkjast.”
Tað hevði verið áhugavert at
fingið upplýst frá løgmanni,
hvat hann hevur gjørt við
hesa avtaluna sum staðfest
í samgonguskjalinum, ella
um orðini hjá Nixon eru best
hóskandi svar: “Any change
is resisted because bureau
crats have a vested interest
in the chaos in which they
exist”.
Alt
á
einum
stað
Framtíðin liggur í, at lands
stýrið letur byggja eina mið
støð til almenna umsiting
uttan fyri býin, men tætt at
Havnini. Kaldbaksbotnur
hevði verið eitt hugskot,
eitt vakurt og lætt atkomu
ligt økið við ríkiligt av
bíligari almennari jørð.
Ein næstan endaleysur listi
av fyrimunum er lættur at
gera, eitt nú slepst undan
teimum dýru leigusáttmálu
num í býnum, almennu yrk
isbólkarnir verða samlaðir
á einum stað og fáa ágóðan
hvør av øðrum, alt KT virk
semi og KT-trygd kann
samskipast, tað verður bíl
igari, betri og praktiskari.
Fyri vinnulívið fer tað eisini
at fáa eina positivu avleiðing,
tað verður betri pláss og
bíligari hjá vinnulívinum at
fáa innivist í hølum í býnum.
Fyri borgarin fer tað at
merkja, at hann kann
fara á eina adressu at fáa
øll síni viðurskiftir við
tað almenna avgreidd.
Heldur enn at kanna hvussu
vit pilka almennar stovnar
sundur, skal løgmaður kannað
hvussu miðfyrisitingin og til
hoyrandi stovnar hóskandi
kunnu samlast á einum stað,
so vit kunnu menna teir, fáa
bíligari rakstur og gera tað
einfaldari fyri borgaran,
júst sum staðfest í samgong
uskjalinum.
Flytið almennar stovnar úr býnum
Heri Simonsen
Heðin Dánials
son Poulsen
Danir vilja neyvan bróta niður tað
teir hava vunnið síðan 1969!?
Við stórum áhuga havi eg lis
ið tað, ið Hans Andrias Sølv
ará hevur skrivað, eins og
eg havi lisið tað, ið Richard
Danielsen hevur skrivað.
Tó haldi eg ikki, at Richard
Danielsen og eg hava lisið
við somu brillum, tá ið hann
í aftursvari sínum skrivar til
Hans Andrias Sølvará:
»Eg eri tí als ikki samdur
við tykkum um, at Markus
og Jóhannes mótsiga hvør
øðrum.
Tá vit so koma til tað
næsta í greinini, har tú mest
sum noyðir bæði meg og onn
ur til at boyggja okkum fyri
tí, sum tú metir er skilvísi,
tí tað, sum Jóhannes sigur
vera seinastu orð Jesusar, og
tað, sum Lukas sigur vera
seinastu orð hansara, kunnu
ikki bæði vera tað rætta, so er
svarið nei, nei. Einki boyggi
eg meg fyri einum slíkum
pástandi. Hetta er yvirhøvur
einki problem fyri meg.
Annar sigur frá tí, sum fyri
okkum at síggja hevur fest
seg í minni hansara, og hin
skrivar um tað, sum hevur
fest seg í minni hansara. Eg
síggi ikki hetta, sum at teir
trætast um, hvat nú var akku
rát tað seinasta orðið.«
Nú siti eg sum Kánus.
Fyri tað fyrsta havi eg á ong
an hátt kent meg noydda at
boygt meg fyri nøkrum av
tí, ið Hans Andrias Sølvará
hevur greitt frá úr ymiskum
søguligum keldum. Men tá
ið Richard Danielsen í sín
um mótmæli greiðir frá, at
Hans Andrias hóast alt hevur
rætt, siti eg sum eitt spurn
artekin.
Victor á Lakjuni hevur
eina sera áhugaverda grein
í Dimmalætting, »Bíblian
og fornfrøðin«, ið hann
hevur umsett úr enskum.
Eg fari at taka okkurt smá
vegis úr hesi grein fyri at
vísa á, hvussu lætt tað er at
mistulka ymisk orð. Marius
Johannesen, fyrrverandi há
skúlastjóri, segði einaferð í
eini røðu: »Minnist til tað
skrivaða orðið, tí tað verður
standandi.« So satt, sum tað
er sagt.
Eitt brot úr greinini:
»Grundað á enn fýra ár
av útgrevstri kundi Zertal
til endans fullfíggja myndina
av bygninginum.
Úrslitið av lýsingini var, at
hetta var so sláandi meinlíkt
tí, sum Bíblian so nágreini
liga sigur, hvussu eitt altar
skal vera.
Júst soleiðis, sum Gud
hevði fyriskipað, vóru eingi
trin á steinskráanum: »Men
gert tú Mær altar av gróti,
so skalt tú ikki gera tað av
høgdum steini; tí táið tú set
ur meitil á steinin, vanhalgar
tú hann. Tú mást ikki ganga
á trappum upp at altari Mín
um, fyri at ikki blygd tín
skal verða ber yvir tí.« (2.
Mós. 20:25-26). Hetta var
eitt fyrivarni, soleiðis at
prestsins klæði ikki skuldu
opinbera beinini, tá ið hann
steig upp á altarið.«
Eg helt meg vera rættiliga
vísa í, hvat orðið blygd merk
ir. Her endurgevi eg tað, ið eg
fyri stuttum havi skrivað um
»Reglur um prestabúnan«
(2. Mós. 28,42-44): »Og til
tess at fjala blygd teirra skalt
tú gera teimum undirbrøkur
av líni, sum skulu røkka frá
mjødnunum niður á lørini.
Í teimum skulu Áron og
synir hansara vera, tá ið
teir ganga inn í samfundar
tjaldið, og tá ið teir nærkast
altarinum til gudstænastu
í halgidóminum, til tess at
teir ikki skulu gera seg sekar
og týna lív. Hetta skal vera
Ároni og eftirkomarum hans
ara ævigt løgmál.«
Tá ið eg nú las, at prestsins
klæði ikki skuldi opinbera
beinini, helt eg, at hetta ljóð
aði somikið merkiligt, at eg
mátti fara at hyggja eftir í
»Føroyskari Orðabók«. Har
gjørdist eg ikki stórvegis
klókari (blygd -ar kv2e (bíbl.)
skøp (serst. á kvinnu). Her
má okkurt vera komið skeivt
fyri. Í Bíbliuni verður tosað
um Áron og synir hansara,
sostatt má blygd vera eitt
felagsheiti. Í Føroyum
hevur ikki verið vanligt at
tosa um slíkt. Øll kenna vit
ymisk heiti, tað veri seg hjá
manni ella kvinnu, men eitt
gamalt felagsheiti, ið eisini
hevur verið vanligt, er »hitt
allarheilagasta«. Hetta heit
ið hevði møguliga verið
hóskandi í hesum føri.
Bíblian og ymiskar tulkingar
Nicolina
Jensen Beder
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
VINNULÍV
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Javnan tekur Trygg
ingarfelagið
Føroyar
inn nýggjar næmingar,
sum har kunnu fáa eina
góða útbúgving. Nú
fer tryggingarfelagið at
kunna miðnámsnæmingar
um teir mongu framtíðar
møguleikar, eitt starv í
Tryggingarfelagnum Før
oyar gevur
Umleið 120 fólk arbeiða
hjá Tryggingarfelagum Før
oyar, og tey leggja stjóran
dent á at seta nýtt fólk við.
Felagið gongur nú nýggjar
leiðir til tess at eggja vir
kisfúsum ungfólki til at
søkja lærupláss hjá trygg
ingini.
Í næstun verða kunnandi
fundir fyri miðnámsskúla
næmingar kring landið, so
teir kunnu fáa alt at vita
um teir mongu framtíðar
møguleikar, eitt starv
í Tryggingarfelagnum
Føroyar kann geva. Eitt
lærupláss hjá Trygging
arfelagnum
Føroyar
fevnir um eina tvey ára
útbúgving, ið gevur góð
ar møguleikar fyri per
sónligari menning og
víðari starvsmøguleikum
í framtíðini.
– Endamálið við til
takinum er at geva mið
námsskúlanæmingum
eitt høvi at fáa alt at vita
um teir møguleikar og tær
avbjóðingar, sum fylgja
við tí at vera næmingur
í Tryggingarfelagnum
Føroyar, sigur Jónsvein
Simonsen, deildarstjóri í
Tryggingarfelagnum Før
oyar.
– Tá vit søkja eftir
næmingum, fáa vit altíð
nógvar umsóknir, men
fyri tað vilja vit fegin
hava enn fleiri at søkja
og vísa áhuga fyri okkara
útbúgvingarmøguleika.
Tað er ikki allir miðnáms
skúlanæmingar, ið vita,
hvat teir ætla eftir lokið
miðnámsskúlaprógv, men
við hesum vilja vit í øllum
førum geva teimum ein
góðan valmøguleika.
Kunningartiltakið vend
ir sær til síðstaársnæmingar
á
studentaskúlunum,
HF-skeiðunum og hand
ilsskúlunum, og tiltakið
verður bæði í Havn, á
Kambsdali og í Vági. Í
hesum sambandi hevur
Tryggingarfelagnum Før
oyar havt plakatir og ann
að kunnandi tilfar frammi
á skúlunum, fyri at vekja
áhugan hjá miðnámsskúla
næmingum.
Tiltakið verður skipað
á tann hátt, at fólk koma
at greiða frá og svara
spurningum.
Helena
Dam
á
Neystabø,
dagligur leiðari á Føroya
Skúlabókagrunni, fer at
greiða alment frá, hvønn
týdning tað hevur at
útbúgva seg. Síðani greið
ir Henning Mikkelsen
frá
Finanssektorens
Uddannelsescenter í Dan
mark frá tí teoretiska í
sambandi við eina trygg
ingarútbúgving.
Síðani verður eisini ein
steðgur, har Tryggingar
felagið Føroyar bjóðar
pizza og sodavatn, og
eftir steðgin fara so fólk,
ið hava verið næmingar
og fingið sína útbúgving
í Tryggingarfelagnum
Føroyum, at greiða frá
tí praktiska viðvíkjandi
útbúgvingini.
Tryggingarfelagið Føroyar:
Út á skúlar at leita
eftir næmingum