Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 52 - 14. mars 2007 Ineffektiv leiðsla og ineffektiv játtanar­skipan føra við sær, at føroyska sjúkra­ hús­verkið søplar einar 100-140 milliónir krónur burtur um árið, sigur Jákup Petersen, yvir­ lækni á Lands­ sjúkra­ húsinum í eini bersøgnari gjøgnum­gongd av sjúkra­ hús­- ­verkinum Jákup Petersen, yvirlækni 1. partur Tað føroyska sjúkrahús­verk­ ið er í støðugum politiskum andgletti. Skipanin sum vit hava, førir ikki til framburð, men heldur til, at vit grava skotgravir. Ein nevnd fyri og onnur eftir gongur og mel­ur í teimum somu grav­ unum uttan at fáa lyft hvørki skipan, leiðslu ella kanning og viðgerð uppá eitt framkomið støði. Seinastu rembingarnar eru, at viðgerðin innan før­ oyska sjúkrahúsverkið skal savnast á Landssjúkra­hús­ inum fyri síðani at verða flutt av landinum. Ineffektiv játtanarskipan og leiðsla gera, at vit árliga søpla burtur umleið 100 - 140 milliónir krónur av landsins skattakrónum, bert roknað innan sjúkrahús­ verkið. Eitt spjatt heilsuverk, sum verður rikið av politikarum Sjúkrahúsverkið hevur av náttúrligum orsøkum mun­ andi áhuga millum landsins borgarar. Tað snýr seg jú um grundleggjandi møgu­ leika og rætt borgaranna, tá ið teir fáa skaða ella gerast sjúkir. Sostatt er tað nær­ liggjandi, at persónar, sum vilja profilera seg alment, hava sjúkrahúsverkið sum eitt av føstu hornasteinunum í teirra framløgu. Tað hevur tó altíð undrað meg hvussu tað ber til, at kommunulæknar, sum hava størsta árinið á fólkaheilsuni í Føroyum, so at siga ikki verða tiknir uppá tungu. Verða teir nevndir, snýr tað seg oftast um, at tað mangla kommunulæknar, at tað eru alt ov nógvir vikarar o.t., men tað verður lítið talað um serlæknar, høgan kvali­ tet, neyva stýring av játtan, effektivan arbeiðshátt, gjøg­ numskygni, demokratiskt eftirlit o.s.fr. á hesum øki­ num. Ætlanir eru frammi um, at savna kanning og viðgerð á Lands­sjúkra­ húsinum fyri síðani at flyta alt av landin­um Í Dimmalætting 9 februar eru at síggja myndir av tveimum djúpt hugsandi monn­um. Annar er sjúkra­ hússtjórin á Lands­sjúkra­ húsinum, Tummas í Garði og hin er landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsu­mála­ ráðnum, Hans Pauli Strøm. Saman við tíðindamanni Dimmalættingar, Janusi Haraldsen, verður høvdið aftur lagt í blot um, hvussu vit skulu leggja til rættis til­ gongdina innan sjúkra­hús­ verkið. Enn einaferð verður ging­ ið á gomlu gøtunum. Neyð­ ugt er at miðsavna verður sagt. Og Tummas í Garði leggur afturat, at “Tað er heilt upplagt, at vit fara at miðsavna viðgerðar­tilboð­ ini í føroyska sjúkrahús­verk­ inum. Eg vil siga, at tað er ein hóttan at spjaða tey út á fleiri sjúkrahús. Tað er at brenna óneyðugar resursir av”. So er tað sagt! Nú veit eg ikki hvør tað er, sum Tummas í Garði kall­ar fyri “vit”. Hann er læknastjóri á Landssjúkra­ húsinum og hevur so vítt eg veit ikki ábyrgd av sjúkra­ húsverkinum sum so. Hin­ vegin er so mikið trupult við gjøgnumskygni, at eg kann fara skeivur. Tá læknastjórin er liðugur at siga hetta, leggur hann afturat, at vit framyvir fara at kanna sjúklingar í Føroy­ um fyri síðani, at senda teir avstað til viðgerðar uttan­ lands, og bert viðgerða trivi­ ellar (smávegis) sjúkur í Før­oyum. Hann er sostatt talsmaður fyri, at miðsavna føroyska sjúkrahúsverkið til Lands­ sjúkrahúsið fyri síðani at flyta viðgerðina víðari til Keyp­mannahavn og Reykja­ vík ella líknandi støð. Her var vist okkurt sum ikki rugg­aði rætt. Fyrst skal við­ gerðin samlast á Lands­ sjúkrahúsinum fyri síðani at flytast av landinum. Halló – er tað nakar sum fylgir við! Landsstýrismaðurin vil hava kvalitet í veiðgerðini og at peningur ikki fer fyri skeyti Landsstýrismaðurin er royndur politikari og viðgerð málið útfrá, at vit skulu hava kvalitet í við­ gerðini og at peningur ikki skal fara fyri skeyti ímeðan arbeitt verður. Virðismiklir grundarsteinar at hava, men ikki beinleiðis nakað nýtt. Harafturat leggur hann dent á, at vit mugu gera eina ætl­ an fyri hvat og hvar vit við­ gera í Føroyum og hvørjar sergreinar/serlæknar vit skulu hava. Hetta taki eg sjálvandi fult og heilt undir við og vóni, at um vit skulu halda á við tí skipan vit hava í dag, at tað verður skjótt arbeitt á hesum øki. Føroyska sjúkrahús­ verkið verður ferð eftir ferð við­gjørt politiskt og endar hvørja ferð við einum polit­iskum vilja um at hava 3 sjúkrahús í Føroyum. Hetta verður av leiðandi persónum mett sum ein forðing heldur enn ein møguleiki. Tað Føroyska sjúkrahús­ verkið arbeiðir innan karm­ in á Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 við seinri broyt­ ingum (seinast broytt fyri tveimum árum síðani). Her verður í almennu reglunum í kapitul 1, mill­ um annað sligið fast, at verk­ið fevnir um tey 3 sjúkra­hús­ini, Landssjúkra­ hús­ið, Klaksvíkar Sjúkra­ hús, Suðuroyar Sjúkrahús og tilhoyrandi stovnar. At øll sjúkrahúsini hava rætt til at seta á stovn sergreinir og at tað skal verða minst eitt mediskinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv. Tað sum hevur eyðkent ymisk arbeiði, rapportir, tilmæli o.s.fr., tá tað kemur til sjúkrahúsverkið, er, at omanfyri nevndi karmur hevur verið mettir sum ein forðing í arbeiðnum, og ikki ein møguleiki ella rætt­ ur til at menna verkið. Hetta hevur serliga gingið út yvir tey smærru sjúkrahúsini, sum ikki hava verið tikin heilt í álvara og annars eru sloppin at siglt sín egna sjógv. Tílíkt hevur so ført við sær ónøgd frá sjúkrahúsum og politikarum og enda við væntandi samarbeiði, óneyð­ ugum illgrunum, ineffektivi­ teti og sostatt hevur ov lítið verið fingið úr givnum játt­ anum. Tað er av stórum týdningi, at tað framyvir verða gjørd­ ar ætlanir har øll 3 sjúkra­ húsini verða tikin í álvara so at tey kenna seg trygg og soleiðis óttaleys kunnu ganga inn í eitt fruktagott samarbeiði. Stundin er komin til at menna okkara sjúkrahús og geva teimum meinings­ fullar uppgávur í einum fram­komnum samfelag. Helst er tað so, at hvørt land sær má gera eina niður­ støðu um, hvussu sjúkra­ húsverkið skal síggja út. Í Føroyum hava vit 3 smá sjúkrahús, og tann dag vit halda nakað annað, er vandi fyri, at menning og játtan fara av lagi. Tað er onki sum talar ímóti, at vit kunnu fáa eina nøktandi dygd á øll­ um 3 sjúkrahúsunum við, at gera ein góðan struktur og eitt gott samarbeiði innan verkið. Gjørd er ein ørgrynna av kanningum viðvíkjandi kvali­tetinum og búskapinum hjá smáum og stórum sjúkra­­húsum, og nakar stór­ vegis munur hevur ikki verið at funnið. Eitt ávíst samband hevur verið at sæð í kvaliteti sam­ anborið við talið av sjúk­ ling­um fyri hvønn lækna Søpla 100-140 millióni burtur um árið Sjúkrahúsverkið 2007: Sosialurin fer nú undir eina greinarrøð í trimum pørtum, har Jákup Petersen, yvir­ lækni á Landssjúkra­húsi­ num, hevur eina bersøgna gjøgnumgongd av støðuni í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í blaðnum í dag umrøðir hann støðuna ímillum tey trý sjúkrahúsini og hann nemir við, hvussu leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum er ein forðing fyri at menna sjúkrahúsverkið. Í øðrum parti vísir hann á, at játtanin til sjúkrahúsverkið er økt einar 100 milliónir, uttan at nakað er fingið burturúr av týdningi. Og í triðja parti vísir hann á, at ein broytt játtanarskipan kundi ført til kapping, so at brúkarin fær betri tænastu fyri lægri prís Leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum er ein leivd av fakfelagsstríði. Tílíkt hevur ført við sær, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í stóran mun ikki hevur tikið sær nóg mikið av málum, sum hon fyrst og fremst eigur at taka sær av. Við eini tílíkari leiðsluskipan er framburður útihýstur, sigur Jákup Petersen viðmerkingar