mikudagur 14. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2007
13
viðmerkingar
ir
ella fyri hvørja eind. Talið
av sjúklingum fyri hvønn
sjúkrahúslækna í Føroyum
er næstan eins fyri øll
sjúkrahúsini, so her skuldið
ikki verið nakar trupuleiki.
Tá tað kemur til struktur,
kvalitet og kostnað, so
hevur tað týdning at visita
tiónin av teim ymisku sjúk
lingabólkunum verður stýrd
rætt fyri at fáa sum mest
burturúr.
Rakstrarliga (ikki fakliga)
tykist optimala sjúkrahús
støddin at liggja millum
200 – 400 seingjarpláss.
Sjúkrahús omanfyri 600
seingjarpláss eru vanliga
kostnaðarmikil
at
reka.
Hinvegin eru ringar royndir
av at leggja sjúkrahús sam
an. Væntaðu stórrakstrar
sparingarnar
verða
sum
oftast etnar upp av óvænt
aðum eykaútreiðslum og
øktari leiðslu, stýring og
ferðing.
Opinleiki
í
leiðsluni,
greiðar
ætlanir,
tryggar
kósir og klár endamál
kunnu tó vekja inspiratión
og fáa starvsfólk sjálvi at
stýra og koordinera og
sostatt sleppa frá teimum
endaleysu fundunum. Hetta
førir ofta til bæði sparing,
effektivitet og kvalitet.
Annars ávirkast raksturin
á sjúkrahúsum m.a. av,
hvussu nógv gomul fólk
eru
í
upptøkuøkinum,
hvussu sosialu umstøðurnar
eru, hvussu røktarumstøð
urnar eru í kommununi og
hvussu langt er til næsta
sjúkrahús. Hetta og líknandi
umstøður gera tað neyðugt,
at eisini hugsa landsbú
skaparliga, tá ið ætlanir
verða lagdar fyri sjúkrahús
verkið.
Vit stríðast við eina
ineffektiva leiðslu á
okkara sjúkrahúsum.
Hon er ein leivd af
fakfelagsstríði og ein
forðing fyri rationellari
drift av sjúkrahúsunum.
Peningur fer fyri skeyti.
At enda er tað so sjálv
sjúkrahúsleiðslan,
sum
kann liggja í buktini. Fylgj
andi í fótasporunum hjá
ávísum grannalondum og
grundað í ítøkiligum leiðslu
trupulleikum
á
Lands
sjúkrahúsinum, varð Dansk
Institut for Organisations
Studier, eisini kallað, DIOS,
biðið at gera eina kanning
av leiðsluskipanini á Lands
sjúkrahúsinum.
Teir komu við eini heilt
greiðari
niðurstøðu
og
gjørdu eitt sera greitt og
framskygt tilmæli, sum síð
ani ikki varð fylgt!
Sjúkrahúsið (og seinri alt
sjúkrahúsverkið)
skuldið
leiðast av einum sjúkrahús
stjóra og einum varasjúkra
hússtjóra. Undir hesum,
skuldu verða 4 deplar harav
3 skuldu leiðast av læknum,
styrktir við 3 yvirsjúkra
systrum viðvíkjandi røktini.
Tann fjórði og sokallaði,
servisudepilin, skuldið leið
ast av búskaparfrøðingi.
Sum kunnugt sá henda
skipan ikki dagsisns ljós
orsaka av fakfelagsstríði,
og fallið varð aftur í eitt
slag av súluskipan, har ein
broytt depilskipan var sett í
verk, meðan ovasta leiðslan
varð mannað við einum
lækna, einari sjúkrasystur
og einum sjúkrahússtjóra.
Hetta er meira ella minni
tann sokallaða troykaleiðsl
an, sum illa fæst at fungera
nakra aðrastaðni. Og hon
hevur heldur ikki fungerað
hjá okkum.
Úteftir letur leiðslan vita,
at hon arbeiðir sum ein
eind, men inneftir er tað
sum tað altíð hevur verið
við troykaleiðslum. Hvør
leiðslulimur roynir í sínum
lagi at leggja inn undir seg
umráði at ábyrgda, seta seg
sjálvan sum formann fyri
nevndir, fegnast um, at
trupulleikar eru sum ein
sjálvur kann “loysa”, skapa
sær vald og ávirkan við at
spjaða og ráða, samstundis
sum skaptir verða fleiri
trupulleikar enn teir sum
verða loystir.
Á henda hátt kunnu tey
einstøku í leiðsluni fáa
makt og ávirkan. Tílíkt hev
ur m.a. ført við sær, at
leiðslan á Landssjúkrahúsi
num í stóran mun ikki hevur
tikið sær nóg mikið av mál
um, sum hon fyrst og fremst
eigur at taka sær av, nevn
liga búskapi, lønum, sjúk
lingahagtølum,
kvalitets
trygging, rokniskapi, inn
keypi o.s.fr.
Eg kann fara skeivur,
men eg haldi ikki at Lands
sjúkrahúsið hevur hildið
eina einastu játtan seinastu
mongu árini. Hetta sjálvt
um tað, ár undan ári, hevur
fingið økt um játtanina..
Ístaðin fæst hon við smálutir
á sjúkrahúsinum, sum áttu
at verið útdelegeraðir til
sjálvstøðugar
persónar,
bólkar, nevndir, deildar- og
depilsleiðslur.
Við
eini
tílíkari
leiðsluskipan
er
framburður útihýstur.
Tørvur er á at fáa eina
meira framkomna fyrisit
ingarliga skipan sum tað,
sum nevnd er í DIOS-rap
portini. Tørvur er eisini á at
miðspjaða kompetansu, at
loysa mál heilt úti á deild
unum og í deplinum, at
útbúgva deildarleiðsluna og
geva tí komandi stjóraskriv
stovuni møguleika at menna
fyrisitingina.
Hetta fer so eisini longri
fram at føra øll 3 sjúkra
húsini undir sama stjórahatt
og fáa deplarnar at gjalda
fyri øll 3 sjúkrahúsini, og
harvið eisini tryggja tey
smáu sjúkrahúsini.
Endaleysa kjakið um tað
skulu verða 3 sjúkrahús í
Føroyum er burturspilt
tíð og peningur.
Tá tað kemur til talið á
sjúkrahúsum í einum landi,
so er hetta eisini sera indi
viduelt og kann ikki dik
terast útfrá sammeting við
nakað einstakt land. Åland
hevur 3 sjúkrahús, Svøríki
hevur 97, Danmark hevur
96, Grønland hevur 16,
Finland hevur 340 og Ísland
hevur 27 sjúkrahús.
Skuldu vitt mett okkum
við Åland so skuldu vit
havt 5 sjúkrahús men sam
metingin við Svøríki skuldi
givið okkum 0,5 sjúkrahús
í Føroyum.
Sammett við Danmark
skuldu vit havt eitt, sammett
við Grønland skuldu vit
havt 13, sammett við Fin
land skuldu vit havt 3 og
sammet
við
Ísland
so
skuldu vit havt 5 skúkrahús
í Føroyum.
Vit hava 3 sjúkrahús og
tað er lógarfest. Um hesi
sjúkrahús skulu virka sum
sjúkrahús, mugu tey hava
funktiónir sum gera tað
áhugavert hjá yvirlæknum
at arbeiða har. Higartil hev
ur verið lítið hugsað um at
styrkja henda partin.
Í Sosialinum
í morgin
Tveita pengar út
ígjøgnum
vindeygað
Okkara
sjúkrahúsverk
hevur nú eina játtan sum
er á leið við okkara
grannalond. Skulu vit nú
blint játta meira pening?
Higartil hevur økt játtan
frá politikarum harafturat
í summun førum verið
brúkt til onnur endamál
enn ætlað varð, sigur
Jákup Petersen, yvir
lækni
Endaleysa kjakið um tað skulu verða 3 sjúkrahús í
Føroyum er burturspilt tíð og peningur.
Tað er av stórum týdningi, at tað framyvir verða
gjørdar ætlanir har øll 3 sjúkrahúsini verða tikin í
álvara so at tey kenna seg trygg og soleiðis óttaleys
kunnu ganga inn í eitt fruktagott samarbeiði, sigur
Jákup Petersen. Her er Klaksvíkar Sjúkrahús