mikudagur 14. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2007
15
tíðindi
Kistan við Lilly Øster fer úr kapllinum á Suðuroyar
sjúkrahusi fríggjadagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr
Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 13.
Ellindur Olsen úr Skálavík andaðist á Áargarði á Sandi
sunnudagin 11. mars, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður
úr Skálavíkar kirkju hósdagin kl. 13. Sungið verður úr
sálmabókini.
Kistan við Juliannu Sivertsen, fødd Nystrøm, Klaksvík
fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í kvøld kl. 18.00
heim í Betesda. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.30.
Edith Klein, Strendur, ættað úr Sørvági, andaðist á Eyst
uroyar Røktar- og Ellisheimin 13. mars 99 ára gomul.
Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin 16.
mars kl. 18. Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála
leygardagin 17. mars kl. 14.
Kistan við Jákup í Uppistovu fer úr Landssjúkrahús
kapellinum í dag klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Leir
víkar kirkju Hósdagin 15. mars klokkan 14.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
15. mars. Sakarias, deyður ár 752. Hann var grikki,
ið var valdur til páva í 741. Hebráiskt navn, ið merkir:
Guð hevur minst til mín. 15. til 21. mars vórðu róptir
gandadagarnir. Teir vóru sera óálítandi til veður.
Í sambandi við eina fram
sýning sum verður á ólav
søku í ár í gamla realskúl
anum í Havn leitar Jórunn
Dánialsdóttir eftir myndum
av lærarum og mæmingum
í “Færøernes Mellem- og
Realskole” í tíðarskeiðnum
1916 til 1966. Jórunn heitir
á tey, sum eiga myndir frá
hesum tíðarskeiði, um at
ringja til sín á tel. 316024
ella 226024. Adressan er
Sílagøta 3, FO-100 Tórs
havn. Myndirnar kunnu
eisini latast inn ”navn
merktar” í Wrangler Shop
í N. Finsensgøtu 23 (tel.
314710).
Í dag hava vit hesa mynd
ina, sum er frá 1951, tikin
uttan fyri realskúlan.
Aftara rað: Sólrun Mohr,
Bjarni Olsen, Asbjørn
Simonsen, Carl Vilhelm
Weihe, Anna Poulsen og
Katrin Thorkildshøj
Fremra rað: Dan Morten
sen, Peter Poulsen, Arnold
Karbech Mouritsen, Heðin
Samuelsen, Helena Restorff
Jacobsen og Sheila Marr.
Sitandi fremst: Tórbjørn
Mikkelsen og Knút Lützen
Um onkur hevur okkurt at
viðmerkja viðvíkjandi hes
um myndum, er viðkomandi
vælkomin at seta seg í sam
band við Jórunn Dánials
dóttir.
Myndaeigari: Sólrun Holm
Færøernes Mellem- og Realskole:
Realskúlamynd 1951
Hósdagin 15. mars 2007 hevur Jórun
Thomsen í Sumba arbeitt hjá Heima
hjálpini (Nærverkinum) í 25 ár.
Jórun er fødd 16. mai 1951 í Sumba,
har hon eisini er uppvaksin. Foreldrini
vóru Jacobina og Fritjof Thomsen.
Jórun eigur fýra børn og seks
ommubørn.
Jórun Thomsen, Sumba:
25 ára starvsdag hjá Heimahjálpini
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á
ymiskan hátt mintust meg á mínum 80 ára
føðingardegi 12. februar.
Bestu heilsanir
Martha Ludvig, Hvalba
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum at
Jákup í Uppistovu
Leirvík
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 11. mars, 80 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskappellinum
mikudagin 14. mars kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Leirvíkar Kirkju
hósdagin 15. mars kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Victoria og Jógvan Evald
Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunna geva Missiónshúsinum í Leirvík
eina peningagávu, konta í peningastovnunum