mikudagur 14. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 52 - 14. mars 2007
tíðindi
Tað kom illa við hjá
einum sjómanni, sum
býr í Suðuroynni, og
siglir við norskum
báti, at Smyril brád
liga avlýst týsdagin í
farnu viku. Hann
gjørdist, orsakað av
avlýsingini, ov seinur
til Noregs og hevur
eftir øllum at døma
mist pláss sítt á
bátinum
Sigling
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað kostaði eftir øllum at
døma einum sjómanni, sum
er búsettur í Suðuroynni,
arbeiðið, at Strandferðslan
heldur brádliga valdi at
avlýsa ein túr hjá Smyrli týs
dagin 6, mars 2007.
Suðuroyingar mugu oft
ast av oynni dagin fyri, at
flúgvast skal úr Vágunum.
Sjómaðurin
skuldi
við
Smyrli hendan seinnapartin,
fyri at sleppa við flogfari
num um áttatíðina dagin
eftir – mikudag.
- Men klokkan 10 týs
morgunin verður lýst í
Kringvarpinum, at Smyril
ikki siglir meira hendan
dagin, greiðir kona sjómann
in frá.
Smyril hevði tá fingið
trupulleikar við stabilisator
unum og sigldi ikki seinna
túrin.
Afturúrsigldur
Ein suðuroyingur, sum fer
við Smyrli á morgni, klárar
ikki fyrstu flogruturnar,
soleiðis sum føroyska rutu
netið er skrúvað saman.
- Maðurin fór vestur í
Vágar
mikumorgun,
og
fekk boð um, at hann kundi
flúgva seinnapartin. Men úr
Noreg komu boð um, at
báturin fór undan honum, tí
hann gjørdist ov seinur.
Hann fór so suður aftur
mikukvøld, men fekk heim
komin teldupost um, at
hann slapp við øðrum báti,
og tí fór hann avstað aftur
hósmorgun, greiðir konan
frá, og leggur afturat, at ann
ar maður er komin í plássið
hjá manninum á bátinum,
sum
hann
upprunaliga
sigldi við og sum hann
treivst so væl umborð á.
Skuffandi
Konan heldur tað vera skuff
andi at uppliva, at Smyril
nú siglir, sum um onki var
hent við sama brekinum,
sum legði bátin júst handan
túrin týsdagin í farnu viku,
tí tað kann hava kostað
hennara familju dýrt.
- Og at talan so er um, at
brekið ikki skal rættast, fyrr
enn Smyril skal í dokk seint
í summar, tað er óskiljandi
og skuffandi, heldur konan.
Hon er greið yvir, at onk
ur leigaði tyrlu hendan dag
in, ið Smyril avlýsti, men
hetta var ikki í teirra tonkum
tá, og hinvegin er ikki talan
um smápengar heldur, tá
ein velur slíka loysn, ið eis
ini átti slíkt at verið óneyð
ug, nú eitt nýtt skip siglir,
metir konan.
Trygdin í fremstu røð
Setti Strandferðslustjórin,
Niels Juel Arge, harmast, at
ein lýsing hevur fingið
óhepnar avleiðingar. Men
hann vísir á, at avlýsingar
koma fyri í samferðslu,
bæði her heima, og aðra
staðni.
- Tá ið manningin á
”Smyrli” varð varug við, at
ein oljuleki var í samband
við stabilisatorarnar, varð
avrátt ikki at taka nøkur
óráð fyri, men hinvegin at
kanna hetta beinanvegin.
Manningin kannaði lekan
innanborðs,
og
kavarar
kannaðu lekan uttanborðs.
Av tí, at kanningarnar hjá
kavarunum tóku drúgvari
tíð, enn væntað, varð túrurin
suður kl 12.30 avlýstur, sig
ur Niels Juel Arge.
- Trygdarviðurskiftini
koma altíð í fremstu røð hjá
SSL. Verður ein varugur
við eitt brek, sum ein ikki
kennist við, kann stórskaði
standast av ikki at kanna
brekið skjótast gjørligt. Í
hesum førinum var brekið
so mikið ókent, at kanningin
av brekinum kom í fyrstu
røð, og ein túrur varð
avlýstur, sigur stjórin á
Strandferðsluni.
- Tað er altíð harmiligt, tá
ið ein slík avlýsing gongur
út yvir fólk, ið hava lagt
sær ætlanir frammanundan,
og SSL harmast altíð slíkar
hendingar. Hóast SSL hava
rættiliga høgan regularitet á
Suðuroyarleiðini, kann SSL
kortini ikki veita fulla trygd
fyri, at ferðafólk sleppa
norður um sama dag, sum
tey skulu flúgva. At avlýs
ingar koma fyri, er vanligt í
øllum londum, bæði innan
ferju- og flogferðslu, sigur
Niels Juel Arge, stjóri á
Strandferðsluni.
miðlahúsið í Vágsbotni
Kyndil 50 ár
www.sosialurin.fo
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Í sambandi við at bókin um Kyndil kemur
út 16. mars, er tiltak í Miðlahúsinum
fríggjadagin 16. mars kl. 16.00
har høvið er at heilsa uppá rithøvundan,
Suna Merkistein.
• Bókin fæst til keyps fyri kr. 399,-
• Regin Jacobsen spælur Kyndils-løg
Øll eru vælkomin
Sjómaður afturúrsigldur tí Smyril avlýsti
Vikuskiftistilboð
frá Shop-Inn
Allar cowboybuksur
1 par 400,-
2 pør 700,-
Nógv nýtt hesa vikuna
so sum
• smykkur
• beltir
• turrikløð