mikudagur 14. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú eru vit komin til
seinasta part av lívs
søguni hjá Andrias í
Tarti. Hann byrjar við at
greiða meira frá hús
ingini á landi, sum eisini
var munandi øðrvísi enn
í dag. Seinast greiddi
hann frá, tá hann sigldi
við ”Álaker”. Nú heldur
hann áfram við at greiða
frá sínum lívi sum
fiskimaður aftaná ”Ála
ker”. Hann fer at rógva
út og gerst egningar
formaður á landi.
Sjónum sleppur hann
ikki heilt fyrr enn í 1991,
tá hann gongur á 85. ári!
Sum rímiligt er høvdu skipsmenn
eisini eitt lív á landi, og her var
tað ikki minsta arbeiðið, sum
skuldi gerast. Peningurin var lítil,
og tað ráddi um at fáa so nógv
burtur úr tí, sum kundi lætta um
húsarhaldið.
Arvurin
Eitt dømi um hetta er, at undir
fyrra kríggi arvaðu mamma og
pápi 80 krónur. Hetta bar soleiðis
til: Ein gomul genta hevði sett
nakrar dálar inn í Sparikassan, tá
hann var stovnaður. Um lýst var
í Dimmalætting eftir avvarandi
hjá henni, ella hvussu hetta kom
út, er óvist, men tað var Petur
Kristian Joensen við Gjógv,
trímenningur mín, sum hevði
víst á foreldur míni og sagt, at
bæði vóru í ætt við hana, ið átti
sparikassabókina. Sum rímiligt
er, kom hetta væl við hjá okkum,
og tað mundi Petur Kristian eisini
vita.
Stríðið at fáa gerði
Sum eg havi nevnt fyrr, áttu vit
onga jørð sjálvi. Seinast í 20-
ununum vóru tað fleiri, sum ikki
áttu nakra trøð, og var pápi ein
teirra. Nú biðja vit um at fáa eitt
gerði innanfyri Garðar. Men hetta
var ikki sum at siga tað, tí gerðini
máttu fáast frá øðrum, helst
bóndur, sum høvdu jørðina um
hendur. Vit máttu hava sakførarar
fyri okkum, og tað kostaði 180
kr. fyri hvørt av teimum níggju
gerðunum. Vit fingu tey tá til
endan.
Eg minnist ikki, um tað var
lutakast sum gjørdi, hvat gerði
hvør skuldi hava, men eg fekk tað
ringasta av øllum, vit sum einki
áttu frammanundan! Okkara gerði
kallast inni á Rættargjógv. Tað
var eisini ov lítið. Tað skuldi vera
10.165 fermetrar, men tað var ikki
meira enn 9.000, tí ein geiri av
vegi fór burturav.
Vit velta nú tað fyrsta árið
niðanfyri vegin, sum gekk
gjøgnum gerðið. Vit veltu alt
í einum, og eg minnist, at tað
fóru tríggjar tunnur niður í.
Tástani fekk eg at vita, hvat tað
var at eiga eplir. Veltan var 900
fermetur, og tað var grunt. Pápi
saksaði og setti eplini niður.
Taðingin fyrsta árið, sum var
eftir vártíð, var at skera tara. Vit
skóru á stórari fjøru, tá tarin kom
undan. Tað var so forferdiliga
nógvur tari. Vit førdu hann við
báti inn á Rættargjógv, løgdu at
á Veðurlambshellu og bóru so
taran niðan, men tað var tó stutt
at bera.
Vit fingu í miðal øll árini eini
fimm fold. Eg minnist nakrar
teigar, har vit fingu sjey fold
burturúr. Her er ikki so góður
sólargangur, sólin fer so tíðliga
burtur.
Pápi hevði tað mestu æruna
av, at so frægt kom burtur úr, og
so vóru vit tríggir og viðhvørt fýra
brøður, sum hjálptu honum. Vit
veltu nógv og komu næstan niðan
undir hegnið.
Vit fingu 24 tunnur upp aftur av
seks tunnum, sum var fýra fold.
Vanliga var tað gott, tá tað vóru
fimm fold. Mamma plagdi at kóka
eina heila spann av eplum hvørja
ferð, tí tað var til kríatúrini eisini,
tey livdu eisini av tí. Vit høvdu
nokk av eplum, tað var so deiligt.
Setepli
Onkur søga er um, hvussu nógv
kundi fáast burtur úr einum
setepli. Umleið 1930 hevði Harald
Gaard fingið hendur á einum
hollendskum setepli. Tað hevði so
nógvar munnar (spírar), so hann
skar tað nógvar ferðir sundur,
áðrenn hann setti tað niður.
Hann fekk 180 epli upp aftur. Eg
meini, at Jóan Pauli Thomsen,
handilsmaðurin, hevði sett tað í
bløðini. Dóttir Harald er granni
hjá okkum, hon gongur á 80. ári,
og hon minnist til tað.
Hoyggjaði í kava fyri
triðing
Her er eitt annað dømi um,
hvussu vit royndu at húsast.
Vit koma heim úr Íslandi fyrst í
oktober eitt ár fyrst í 30-unum.
Har stóð nógv gras ósligið. Ein
part av hesum átti Klæmint
Klein, sum hevði eina mørk
av Stórustovufestinum. Hann
hevði kúgv, og hann hevði ta
jørðina inni við Garðamørk
omanfyri Rinkusteinar. Tað var
so nógv útliðið, og nú fara vit
at hoyggja fyri triðing, t.v.s. at
vit fingu ein triðing av hoynum,
sum vit fingu til sættis. Eg
minnist, at tá vit høvdu fingið tað
saman til sátubørn, kom kavi,
og sátubørnini kavaðu partvís
undir. Vit funnu uppá at bera
hoyggið á neystaloftið. So gjørdu
vit snórar, hongdu grasið uppá
teir og turkaðu tað inni. So væl
eydnaðist hetta, at vit keyptu
fýra veðragjólingar hetta árið.
Vit bestiltu fýra sekkir av mais
til ískoytisfóður. Teir kostaðu 10
kr. sekkurin. Tá kundi ein bestilla
mjøl og sukur og mais frá eini
heilsølu niðri.
Veðragjólingarnir fingu ein
sekk í part, og hoyggið var bara
til jótur. Teir vóru í góðum standi,
tá teir fóru út um várið. Tá høvdu
vit ikki nógv pláss til seyð. Vit
høvdu bert pláss til ein seyð í
kjallaranum í Tarti. Tríggir stóðu
niðri í neystinum frammanfyri
bátin. Pápi passaði teir væl og
bar teimum eisini vatn bæði
morgun og kvøld. Tá tað kemur
út á heystið, sigur Dánjal á
Bakka, hann var røktingarmaður
í Vaðhorni, at hann væntaði ikki
tann eina av gjólingunum fara
at koma fram á heystið. Hann
8. og seinasti partur hjá Andrias í Tarti:
Húsingin uppi á landi
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Samrøða
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Íslendski flekjarin fekk ikki køvt Jógvan Poulsen, sum her sæst saman við
konuni Janu.
Hendan myndin er frá einum royndartúri hjá skipasmiðjuni. Uttast t.h. er Kjartan Mohr, sum var reiðarí á Álaker.
Næstur honum er Søren Pram Sørensen, sum eisini var við ”Álaker”. Hann var ein ”deiligur drongur” sigur Andrias.
Uttast t.v. Alfred Jacobsen ein av okkara kendu sjómonnum. Tað verða fleiri myndir frá teimum á Skipasmiðjuni í
komandi parti.