mikudagur 14. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 • 14. mars 2007
MIÐvikan
var undan eini ær, sum hevði
lyndi at klintra. Tað er soleiðis,
at tá hevur lambið tað eisini!
Tað varð eisini, sum hann segði.
Hesin veðrur datt oman, og hann
var tann besti av teimum. Men
vit fingu so tríggjar, og tað kom
eisini væl við.
Torvskurður og
høsnarungar
Eg skar torv í Jarðadali. Eg var
fýra dagar um arbeiðið, og eg var
so móður hvønn dagin. Eg skar
ársbrenni av torvi, og eg meini, at
eg var einsamallur sum skar torv
í Jarðadali tað árið. Tað varð so
ringur terri at byrja við. Tað kom
frost, og nógv torv frysti, men
tað frysti kortini ikki hjá okkum.
Tað var gott torv. Konan arbeiddi
einsamøll torvið, tá børnini
vóru smá, men torvið kom alt til
høldar.
Eg hevði eisini velt so mikið
nógv og gjørt klárt at seta niður.
Eg hevði koyrt tøð í radini, so tað
var bert at seta eplini niður og at
stinga hol fyri hvørt epli við eini
sneis. Soleiðis plagdi eg at gera,
áðrenn eg fór burtur. Har settu vit
nógv eplir niður.
Konan hevði bestilt høsnar
ungar úr Havn frá Jens Reinert.
Eg haldi, at vit fingu seks hønur
og ein hana. Sum tær vurpu! Eg
gjørdi eitt høsnarhús, har tær
kundu vera inni. Tær sluppu ikki
út, tá kalt var. Hønan tolir ikki at
verða køld um beinini. Tær vurpu
til langt út á veturin, og tær vurpu
væl, og konan avreiddi egg fyri
fóður.
So fór hon at hoyggja í gerði
num, og tað bar hon heim á
neystaloftið at byrja við. Tá var
einki hús har inni. So lat hon
hoyggj fyri mjólk til Poulinu, konu
Kristian Gaard, sum hevði ov lítið
av hoyggj. Soleiðis gekk tað, og vit
kláraðu tað.
Ófør kúgv
Vit høvdu veðrar at begynna við,
men tá vit høvdu dyrkað nakað
væl, fingu vit okkum kúgv. Eg
haldi, at hon var úr Norðradali frá
einum sum æt Simonsen. Hann
hevði sett hana í bløðini. Hetta
var ein kvíga, sum var kviðin. Tað
var eitt vælsignað kríatúr. Hon
mjólkaði so góða mjólk, men
kom tó ongantíð uppum 12 litur.
Men hon mjólkaði inn í mánaðin,
tá hon skuldi kálva, meðan kýr
vanliga vóru sleptar longur enn
tað. Men hetta var nóg mikið fyri
okkum. Á denn fløti, sum kom
omanav mjólkini! Konan gjørdi
nógv smør tá, tað var deiligt. Vit
høvdu eisini gott pláss.
Tað vanliga var at hava kúgv í
kjallaranum, men vit høvdu eitt
fjós undir hjallinum
Sjálvbrynnarin var
hentur
Vit vóru annars tey fyrstu í Oynd
arfirði sum høvdu sjálvbrynnara.
Tað var stuttligt at kunna sita í
køkinum og hoyra kúnna fáa sær
vatn, meðan vit fyrr máttu fylla
spannir at seta fyri hana. Vit
høvdu hesa kúnna í sjey ár. Hon
var geldkúgv tá, og vit seldu hana
til jarðamóðrina í Fuglafirði. Ein
kvígukálv seldu vit til Elduvíkar.
Hesin kálvurin gjørdist ein ógvu
liga góð kúgv. Vit fóru so at fáa
okkum veðrar, og tað høvdu vit í
nógv ár.
Eg minnist fyrsta lambið, vit
keyptu at hava inni í gerðinum.
Hetta var eitt lamb sum var stakt,
tá tey býttu norðuri í Fjallinum.
Tað var eitt lítið heystlamb, eitt
gimburlamb. Kortini varð tað kviðið
og lembdi sum gimbra. Sum hon
bleiv ein góð ær. Hon átti lamb á
hvørjum ári, og góð vóru tey eisini.
Tá hon var 9-10 ára gomul, lembdi
hon ikki aftur og varð tikin. Eg
minnist ikki, um tað vóru 20 ella 30
merkur av tálg í henni, og krovið
vigaði 50 pund. Ein veldig ær.
Veðrar
Hetta árið hevði eg tríggjar
veðrar í gerðinum. Ein av teimum
hevði eg fingið frá Poul Martini,
bátasmiðinum, sum hevði garðin
í Tarti. Eg minnist, at tað lambið
vigaði 30 pund í lívi, so tað
hevur ikki verið meira enn 12-13
pund sum krov. Tað hevði sikkurt
bendilorm. Eg gav tí medisin,
og tað kom at viga 39 pund tað
heystið, og tað var nógv tálg í tí.
Tað var óført.
So hevði eg tveir aðrar veðrar,
ið eg sum heystlomb keypti frá
Jógvan bónda. Teir vóru eisini
ógvuliga góðir. Tað er tað besta,
vit hava fingið í gerðinum, tað
var tann geldærin, og teir tríggir
veðrarnir, sum í hvussu er vigaðu
yvir 50 pund.
Tá vit fingu
elektrisitet
Tað var áðrenn elektrisitetið kom í
1955. Vit høvdu petroleumlampu,
og tær báðar døturnar Bjarnhild
og Amy, sum vóru smágentur,
svóvu í einari song í sunnara kam
ari. Eg havi altíð verið nervøsur
fyri eldi, og var tað eisini tá.
Tær báðar høvdu eina 8 linjurs
lampu av teimum grønu. Eg hevði
verið og skrúvað niður, áðrenn
eg fór í song. Vit bæði, eg og
Malfryd, svóvu í einum øðrum
kamari. Mitt um náttina kemur
tann eldra gentan við lampuni í
hondini og vakir okkum, tí hon
er sløknað. Eingin nekari var so
svartur, sum tær vóru. Tað var
eitt undur, at tær skuldu vera
vaknaðar. Síðan var farið upp at
koyra hurðar og vindeygu upp og
so at vaska. Hetta hevur hurtað
undir hjá okkum at fáa el innlagt.
Árið eftir fari eg at forhandla
um at fáa elektrisitetið inn.
Tummas Anthoniussen, sonur
Poul Martin, hevði verið og lært
hjá Leif Mohr og hevði arbeitt
hjá honum. Eg eri so seinur aftur
hetta kvøldið. Tá eg komi niðan,
tað er um midnáttina, er myrkt
inni. Eg hugsi ikki meira um tað.
Men morgunin eftir frætti eg frá
Ásmund Petersen, nábúgvi her,
at hann hevði verið inni og sløkt
lyktina, tí hann hevði sæð, at hon
logaði uppundir gólvið. Hetta var
ein stormking til at pumpa.
Loftið hekk fult av sildagørnum
frá ”Álaker”, so her kundi lættliga
fest í. Har vórðu vit aftur spard.
Tað var forundarligt.
Nú fari eg aftur at greiða
frá mínum sjólívi. Í seinasta
partinum var eg komin til tíðina
við ”Álaker”.
”Víkingur”
Tá vit koma fram til 1960-ini er
tað, at línubátatíðin byrjar, og
p/f Álaker letur byggja ”Víking”
á Tórshavnar Skipasmiðju í
1962. Hetta var eitt nógv meira
nútímans skip enn ”Álaker”,
men tað var stævið, sum við
línuskipum tá í tíðini.
Eg var øll árini við John, írokn
að tvey ár við ”Víkingi”. Hetta
línubátalívið hættaði eg mær
ikki longur. So ymiskt er tað við
fiskieydnu, at við ”Víkingi” lá
als ikki eins væl fyri hjá John
sum við ”Álaker”. Tað varð eisini
rættiliga skjótt, at ”Víkingur”
varð seldur av landinum. Fyrst
var hann tó vaktarskip, og sigldi
í 1964 tann søguliga túrin fram
við fiskimarkinum við sjálvum
fiskimálaráðharranum Erlendir
Patursson. Jákup Martin, beiggi
John, var við tá.
Við ”Hvítubjørn”
So fór eg við ”Hvítubjørn”, sum
Kjartan Mohr eisini átti. Tað
var í 1954, at Kjartan keypti
”Godthaab” frá Kongaliga Grøn
lendska handlinum. Ætlanin var
at kalla hana ”Polarbjørn”, men
Jens Pauli í Dali bað Kjartan
kalla hana Hvítabjørn, tí vit
hava jú orðatakið ”Sterk sum
hvítabjørnin”.
”Hvítabjørn” var bygd í Noregi
í 1898 sum bramseglsskonnart
til íshavssigling, og grønlands
handilin hevði brúkt hana til
ferðamanna- og farmasigling
og eisini til kanningarferðir í
Eysturgrønlandi. ”Hvítabjørn”
hevði dampmaskinu, tá hon kom,
og fyrsta árið var hon á sild, men
tað gekk illa. Síðan lá hon til
1958, tá farið var til Grønlands
at rógva út við bátum, og hendan
fiskiskapin var hon í til 1974.
Tað vóru fýra grønlendingar
við hendan túrin eg var við,
Guttabrøðurnir frá vinstru: Einar, John, Meinhard, Sigurd, Jákup Kristoffur og Jákup Martin. Elibert er ikki við. Myndin
er tikin í 1976
1963 á veg umborð í ”Víking”. F.v. Torbjørn Gaard, John Erling og Andrias í Tarti, Jákup Kristoffur Joensen, Hans Jacob
Jensen, Jens Petur Jensen og Sofus Joensen.
18
➙