mikudagur 14. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 14. mars 2007
19
tíðindi
Fyrireika bátahyl
Leirvíkar kommuna er í ferð við at fyrireika arbeiðið at gera
ein nýggjan bátahyl á Toftanesi. Arkitektavirkið Sp/f Selmar
Nielsen og P/f LBF hava gjørt nøkur uppskot um, hvussu
hylurin kann gerast, og kommunan hevur gjørt av at arbeiða
víðari við einum av uppskotunum. Á fíggjarætlanini í ár eru
seks mió. krónur settar av til bátahyl, og ætlanin er at fara
undir sjálvt arbeiðið sum skjótast, skrivar heimasíðan hjá
Leirvíkar kommunu.
Nýggjan stjóra
Í gjár varð boðað frá, at størsta fyritøkan í Grønlandi, Royal
Greenland, skal hava nýggja leiðslu. Paviaraq Heilmann,
sum hevur verið stjóri, verður nú varastjóri, og nýggjur
stjóri er Flemming Knudsen, sum higartil hevur verið stjóri
í flogfelagnum Air Greenland. Tað merkir, at flogfelagið
hevur mist báðar leiðararnar, tí formaðurin, Peter Grønvold
Samuelsen, er eisini farin í starv hjá Royal Greenland. Stjórin
og varastjórin eru settir fyri fýra ár.
Húsini í Havn, sum
brendu í gjár, hava
staðið tóm í longri
tíð. Tí undrast bæði
løgregla og brand
menn á, at eldur kom
í og breiddi seg so
skjótt
BRANDUR
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Um 4-tíðina seinnapartin í
gjár fekk fekk Brandstøðin
á Oyggjarvegnum boð um,
at eldur var í einum hús
um á Egholmstrøð í Havn
omanfyri SMS. Eldurin var
helst kyknaður í kjallaran
um og breiddi seg tí sera
skjótt um alt húsið. Tað
var tí onki annað at gera
hjá brandmonnunum enn
at royna at fyribyrgja, at
eldurin ikki breiddi seg til
grannahúsini, sum tíbetur
standa nakað niðanfrá.
– Veggirnir vóru í bleytum
plátum, ið eru sera eldfimar,
og tí bar slettis ikki til at fara
inn í húsini, men at royna at
sløkkja útifrá, sum ikki er
tann besti mátin at sløkkja
eld, sigur Anfinn Reinert
frá Brandstøðini, sum var
leiðari fyri eldsløkkingini í
gjár.
Rættiliga skjótt stóð eld
urin út úr øllum húsinum,
og tað gekk umleið ein hálv
ur tími, áðrenn so mikið
tamarhald var á støðuni,
áðrenn ráðiligt var at senda
roykkavarar inn í húsið.
– Fyri okkum ráddi tað
um at avmarka eldin í byrj
anini, og tað eydnaðist
so mikið væl, at tað var
ongantíð vandi á ferð fyri
grannahúsini, sjálvt um
stráluhitin var øgiligur.
Tíbetur var lítil vindur, og
tað var eisini við til at forða
fyri, at vandi uppstóð, sigur
Anfinn Reinert.
Hann vil ikki geva nakað
boð uppá, hvussu eldurin
er kyknaður, men eins og á
politistøðini undrast hann á,
at eldur er komin í eini hús,
sum hava staðið leingi køld
og tóm.
– Sjálvt um mann hevur
sínar tankar, so vildi tað verið
skeivt av mær at sagt nakað
um, hvørt eldurin er ásettur
ella ikki. Sjálvandi kann tað
hugsast at fuktur í húsinum
kann hava gjørt eitthvørt
við elinstallatiónirnar, men
tað havi eg als ikki nakað
boð uppá. Hetta er nakað,
sum løgreglan tekur sær
av at kanna, sigur Anfinn
Reinert.
Brandfólkini fingu skjótt
ábendingar á, at ongin var
inni í húsinum, men kortini
verður ein bygningur altíð
kannaður úr enda í annan
fyri at staðfesta, um so er.
Hetta varð eisini gjørt í
gjár, og tíbetur vísti tað seg
at vera rætt, vísir Anfinn
Reinert á.
Løgreglan kannar
orsøkina
Heldur ikki av Politistøðini í
Havn fæst nakað at vita um
orsøkina til eldin.
– Enn er onki ítøkiligt at
halda seg til. Vit kunnu bara
staðfesta, at eldurin kyknaði
skjótt, og tí kann einhvør
gera sær sínar tankar, men
enn vit onki at hava ein ill
gruna um eldáseting í. Fyrst
mugu vit gera eina roynd at
finna arnastaðið, har eldurin
er kyknaður og síðani kanna,
hvussu hann er uppstaðin,
sigur Oluf Mortensen, vakt
havandi á Politistøðini.
Hann vísir á, at tað í flestu
førum er lutfalsliga lætt at
staðfesta, hvar eldurin er
kyknaður, tí har er altíð eitt
sindur svartari enn í restini
av bygninginum.
Oluf Mortensen sigur, at
teir hava tosað við fólk í
grannalagnum og tey sum
vóru har á leið fyri at finna
útav, um tey hava sæð, hoyrt
ella vita nakað annars. Ikki
minst børnini og tey ungu.
Tað tók tveir tímar at
sløkkja eldin, men ikki
fyrr enn fýra tímar eftir, at
eldurin varð fráboðaður, var
alt sløkkiarbeiðið liðugt.
Hetta er fyri at tryggja, at tað
ikki liggja ósløktir lummar,
har eldurin kann kykna upp
aftur.
Ógreitt um eldurin var ásettur
Tá brandmennirnir komu á
staðið, var ikki hugsningur
um at fara inn í húsið at
sløkkja. Myndin talar fyri seg
Fyrstu tveir tímarnar gingu við at sløkkja útifrá, áðrenn royk
kavarar sluppu inn í húsið at eftirsløkkja, sum brandfólkini
kalla tað
Nógvur roykur var
í grannalagnum við
Egholmstrøð í Havn, tá
eldur kom í hesi húsini um
fýratíðina seinnapartin
týsdagin