mikudagur 14. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 52 - 14. mars 2007
tíðindi
ÍSLAND
Óli Jacobsen
oli@sosialurin.fo
Tann fyrsti sum legði fyri á
ráðstevnuni var Olaf Olsen,
sum greiddi frá sínum
royndum av íslendingum
og um møguleikarnar hjá
føroyingum í Íslandi.
Hansara fyrstu royndir
stavaðu frá tí, tá hann sum
ungur maður, sum aðrir før
oyskir fiskimenn í 50-
unum, fór til Íslands at sigla
við trolarunum. Her var
hann við árini 1955-57. Við
hesum trolarum var mann
ingin umleið helvt um helvt
føroyingar og íslendingar.
Olaf tekur til, at íslendingar
vóru góðir at vera saman
við. Samstarvið var gott
umborð, og hann minnist
ongan tvídrátt av týdningi.
Ein av hansara íslendsku
skipsfeløgum var Oskar
Vigfusson,
sum
seinni
gjørdist
formaður
í
Sjómannasamband Íslands,
og sum varð ein rættiligur
føroyavinur. Olaf ber eisini
honum alt gott. Olaf kom
eisini tá at læra íslendskt,
og hevur hetta havt týdning
fyri hansara seinni samskifti
við Ísland.
Hetta samskifti tók seg
uppaftir, tá hann í 1970-
unum var við til at stovna
trolvirkið Vónina, og tá
kom hann at hava samskfti
við trolverkstaðið Ham
piðjan. Hann gjørdist serlig
ur vinur við stjóran Magnus
Gustafsson, sum í dag er
íslendskur
aðalkonsul
í
New York, hóast teir í veru
leikanum eisini vóru kapp
ingarneytar.
Á Vónavirkinum høvdu
teir eisini íslendingar. Olaf
nevnir serliga ein íslendskan
arbeiðsformann. Hann var
ein tann raskasti maður,
hann hevur kent. Ikki bert
var hann raskur sjálvur,
men hann dugdi eins væl at
fáa onnur at arbeiða.
Í politikki kom Olaf eisini
at hava nógv samband við
íslendskar
starvsfelagar,
ikki minst tá hann var lands
stýrismaður fleiri skifti.
Íslendsku
politikkarnir
høvdu
somu
eginleikar,
sum eisini í dag er eyðkenni
fyri
íslendingar.
Teir
smæddu seg ikki burtur, og
teir góvu heldur einki frá
sær við góðum. Men sam
skiftið var kortini sera gev
andi.
Stór vælvild
Stórt sæð kann sigast um
samskiftið millum londini,
at føroyingar kenna seg
sum lítlibeiggin í samband
við Ísland. Teir føla seg eis
ini sum stóribeiggin í mun
til okkum.
Men sum tað er komið
fram fyrr, so er vælvildin
mótvegis
føroyingum
í
Íslandi uttan mark. Hetta
merkist ikki minst við gesta
blídnunum, sum ikki stend
ur aftan fyri tí føroyska.
Hetta er eisini eitt úrslit
av tí sera breiða samstarv
inum, sum leingi hevur ver
ið millum londini bæði á
mongum økjum. Umframt
tað vinnuliga hevur verið
nógv samstarv á mentunar
økinum.
Olaf vísti eisini til tað
samstarv, sum hevur verið
millum brøðrasamkomur
nar í báðum londunum um
legurnar við Ástjørn á Akur
eyri. Her vóru legur har
dreingir vóru stóran part av
summarinum. Jógvan Purk
hús, sum hevur verið nógv
við í hesum virksemi,
greiddi frá, at fleiri av teim
um ”stóru” monnunum í
Íslandi vóru á hesum legum
sum smádreingir. Ein av
hesum er forstjórin í skipa
felagnum Samskip.
Samskiftið millum lond
ini hevur seinastu tíðina ver
ið merkt av, at íslendingar
hava keypt ein stóran part
av okkara vinnulívi, men
lítið hevur verið hin vegin.
Men kortini er tað ikki
minni enn einki. Fyri kort
um keypti júst Vónin ein
part av partapeninginum í
Hampiðjan, sum er fyritøk
an, Vónin hevur samstarvað
við øll árini.
Tikið saman um metti
Olaf, at møguleikarnir fyri
samvinnu millum Ísland og
Føroyum eru góðir, og tað
skuldi ligið væl fyri við at
menna hetta samstarv.
Olaf Olsen:
Góðar royndir av íslendingum
Halldór Pállson er ein
íslendskur forrætn
ingsmaður, sum
hevur havt nógv sam
band við Føroyar, og
sum er væl førur fyri
at meta um
føroyingar
ÍSLAND
Óli Jacobsen
oli@sosialurin.fo
Hann var upprunaliga tele
fonteknari og arbeiddi fyri
íslendska telefonverkið á
Akureyri.
Men so fór hann at gerast
sølumaður, m. a. av bókum.
Fyri einum 25 árum síðani
fekk hann hug til at fara til
Føroya at selja bøkur, men
varð ávaraður um at hann
lættliga kundi fara í bolt og
jarn, so hann sló av. Hesin
ótti var helst nakað ógrund
aður, tí við neyðugum loyv
um skuldi ikki verið nakar
trupulleiki.
Seinni aftur fór hann at
selja tryggingar, og tað lá
væl fyri hjá honum. Hann
gjørdist toppseljari og for
vann nógvar pengar.
Tá flutti hann við familj
uni til Suðurafrika í trý ár,
og her var hann lutvíst á
bíbliuskúla og lutvíst fekst
hann við fastognarsølu.
Halldór flutti aftur til
Íslands, og nú fór hann aft
ur at selja bøkur, og hesa
ferð var tað ein serlig bók
um Norðanlond.
Hana fór hann eisini til
Føroyar at selja, og hann
var væl móttikin. Hann sig
ur, at Føroyar líkast nógv
Ísland uttan fyri Reykjavík.
Her kunnu fólk taka eina
skjóta støðu uttan ov mikið
av dikkedar. Í t. d. Svøríki
hinvegin skal eitthvørt, um
tað bert er fyri fáar túsind
krónur leggjast fyri nevndir
á hægsta stigi, og hetta ger
avgerðargongdina munandi
tyngri.
Halldór hevur júst givið
úr eina myndabók um Før
oyar á enskum og donskum,
sum kallast á donskum ”Før
oyar i dag”. Hetta er partur
av eini røð, sum inntil nú
eisini hevur umfatað Ísland
og Grønland.
Hann hevur verið nógv í
Føroyum í hesum sambandi.
Tað var hann eisini nú um
dagarnar saman við einum
soni. Ein dag fara teir útferð
niðan á Klakk. Tá møta teir
nøkrum fólkum og koma í
prát við tey, og 20 minuttir
seinni sita teir heima hjá
teimum og fáa kaffi. Slíkt
hevði ikki hent nógvar aðrar
staðni.
Halldór nevndi eisini eitt
dømi um íslendskan hug
burð móti føroyingum. Fyri
kortum var føroyskur bilfør
ari tikin á Suðurlandinum
fyri at koyra av skjótt, og
hann var í vanda fyri at
bæði at missa koyrikortið
og at fáa sekt. Men tá
politistarnir funnu útav, at
hetta
vóru
føroyingar,
hugdu teir uttan um seg og
lótu teimum koyrikortið
aftur. Hetta hevði ikki hent
fyri nakran annan enn føroy
ingar.
Halldór nevndi enn eitt
dømi um, hvussu hann varð
royndir av føroyingum. Um
aldarskifti var hann við til
at geva eina ”millennium”
bókarøð út um ymisk lond,
har m. a. Kofi Annan, aðal
skrivari í ST, stóð sum við
mælari. Teir vildu eisini
gera eina serliga bók við
víkjandi Føroyum, men her
var trupulleikin tann, at Før
oyar jú ikki var ein sjálv
støðug tjóð mótvegis ST.
Men hetta orðnaði fyrrver
andi forsetin Vigdis Finn
bogadóttir við Annan!
Úrslitið gjørdist eisini ein
stásilig og dýr bók um Før
oyar, sum er kend av mong
um. Bókin varð skjótt
útseld, og tí var í umbúna at
prenta eitt nýtt upplag, og
tað vóru føroyingar sum
bíløgdu og rindaðu fyri at
fáa bøkur afturat. Men
vegna ymsar óhepnar um
støður varð bókin ikki prent
að, og teir sum høvdu gold
ið føldu seg lumpaðar.
Halldór tordi tí illa at fara
til Føroyar í samband við
nýggju bókina, men valdi
tó at gera eina roynd.
Men greiða fekst eisini á
hesum trupulleika í sam
band við teirri bókini, sum
er komin nú. Her er talan
um eina sera bíliga, men
framvegis stásiliga bók.
Soleiðis verða trupulleikar
greiddir millum vinir.
Hetta merkir við øðrum
orðum, at grundarlag er fyri
støðugari menning av sam
starvi millum londini bæði
var greiða niðurstøðan hjá
Halldóri Pállsyni.
Halldór Pállson:
Góðar royndir av føroyingum
Olaf Olsen
Halldór Pállson