mikudagur 14. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Maður:Glotti
rísur aftur
Burtur í 8 ár men ikki gloymdur, føroyskur
elektroniskur tónleikur, tá hann er bestur,
hevði í 90’árunum bert eitt andlit, Maður:
Glotti, nú rísur bólkurin aftur, við
nýggjari útgávu seinni í ár.
Føroya besti elektroniski bólkur gjøgnum
tíðirnar, hevur onkur rópt Maður:Glotta. Men
einki hevur verið at hoyrt til bólkin í eini 8 ár,
men í fjør fekk bólkurin sær myspace heimasíðu,
og nú er greitt, at ein nýggj fløga er á veg, við
samstarvinum millum teir báðar Messell og
Ova, ið nú eitur Dennis Agerblad.
Bólkurin er farin undir at ljóðblanda triðju
fløguna, ið væntandi verður givin út seinni í ár.
Longu nú ber til at hoyra eitt lag hjá bólkinum,
lagið Bussurin liggur á myspace síðuni hjá
Maður:Glotti, myspace.com/maurglotti. Byrjunar
reglan buss, buss, buss, eg droymi um ein
muss, vísir, at fløgan tekur tráin upp eftir hinum
útgávunum.
Maður:Glotti vísti á fløgunum Sum (Tutl,
1997) og Nakin (Tutl, 1999), at hetta var talan
um mest heilstoyptu
elektronisku
tónleikaverkætlan, ið
Føroyar hava fostrað.
Bólkurin var stutt sagt
frálíkur, og fløgurnar
standa á hvør sín hátt
sum sterkir varðar í
føroyskum tónleiki. Á
konsertum varð víst,
at teir báðir Ova og
Messell eisini megnaðu
at flyta fløguútrykkið á
pall. Nakin hevði meira
av tí akkustiska við, og á
lagnum Bussurin tykist
hesin tráur at vera tikin
upp.
Fløgurnar hjá
Maður:Glotti vaktu
stórar kenslur og vóru
viðkomandi. Men eftir
útgávuna av Nakin,
hvarv bólkurin av
sjónarringinum.
Nógv hevur verið
at hoyrt til helvtina
av bólkinum Terja
Messell, ið m.a. tað eina árið varð valdur
ársins singer/songwriter í Norður Jútlandi.
Undir listanavninum Messell hevur hann givið
fleiri útgávur út, hann hevur somuleiðis spælt
rættiliga fitt, serliga í Norður Jútlandi, har hann
m.a. hevur luttikið á fleiri festivalum.
Í føroyskum høpi hevur ikki so nógv verið at
hoyrt til Ova, ið nú kallar seg Dennis Agerblad. Á
heimasíðu síni dennisagerblad.dk greiðir Ova frá
um upprunan til Dennis Agerblad, og upprunan
til Ova.
Hann búði sum barn í Vestmanna, undir
navninum Robin, ið foreldur hansara høvdu
givið honum. Hann greiðir soleiðis frá:
– Eg var ein nervøsur drongur, sum heilt
ungur hevði eg angist. Eg skapti ein loyniligan
persón innan í mær, sum eg rópti Dennis
Agerblad, sum bara eg visti av. Eg føldi
ongantíð, at nakar skilti meg, ella var sum eg, og
royndi at uppføra meg, sum man skuldi fyri at at
verða góðtikin og elskaður.
Hann greiðir frá, at Dennis Agerblad ikki
hevði sama tørv at tillaga seg, og við hesum
skaptist ein ósemja millum Dennis Agerblad og
Robin. Tá hann seinni flutti til Keypmannahavnar
varð ósemjan millum Robin og Dennis Agerblad
so stór, at talan gjørdist um eitt beinleiðis stríð
um plássið í kroppinum. Endin varð, at ein triði
persónur varð skaptur: Ova, ið blandaði Robin
og Dennis Agerblad.
- Sum Ova kláraði
eg meg sera væl,
eg var opin um alt,
eisini um, at eg
var samkyndur. Eg
fekk útbúgving sum
tekstilsniðgevi á
Danmarks Design
Skole. Stovnaði
ein føroyskan bólk,
sum eg gav tónleik
út við, gjørdi ein
listaverkstað og
skapti list, og seldi
eisini myndir. Fekk
fast starv sum
grafikari. Eg var
glaður um, at eg nú
kundi gloyma alt
um mín býtta Robin
part, og hansara
dupultmoral, lygnir
og sjálvshatur.
Meðan mín innari
Dennis Agerblad
nærum stóð í
blóma, nú eingin
Robin helt hendan partin av mær niðri, skrivar
Hann á heimasíðuni.
Hann greiður frá, at Dennis Agerblad slapp
framat onkuntíð, tá hann fór í býin, ella tá hann
skrivaði tónleik og framførdi. Hansara størsta
ynski er nú, at hann eisini kundi sløkkja Ova
síðuni, og verða Dennis Agerblad fulla tíð.
Ferðast við performansbólki
Dennis Agerblad hevur eins og Messell verið
sera virkin. Við performance bólkinum Dunst,
hevur hann ferðast kring Evropa, og livað eina
sera upptikna tilveru. M.a. hevur hann spælt
inn tvey løg á fløguni hjá Dunst. Á heimasíðuni
hjá Dunst ber til at síggja myndir frá øllum
framførslunum, hann hevur havt við bólkinum.
Eisini eru eldri tiltøk við Dennis Agerblad løgd á
síðuna.
Dennis greiðir frá, at orsøkin til at Maður:
Glotti hevur verið óvirkin øll hesi árini, fyrst og
fremst er ein tíðarspurningur.
- Vit hava báðir havt so nógv at gera, at vit
ikki hava havt stundir til Maður:Glotti. Nú eri eg
í einum føstum forholdi, og hetta ger, at eg ikki
ferðist líka nógv við Dunst, sum eg havi gjørt, tí
var eisisni tíð til Maður:Glotti.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Maður:Glotti á netinum
Maður:Glotti og limirnir í bólkinum hava
heimasíður og myspace síðir har til ber at
hoyra tónleik hjá bólkinum og limunum,
umframt at lesa meira um hesar áhugaverdu
føroysku listamenn.
myspace.com/maurglotti
madurglotti.dk
myspace.com/messell
songsbymessell.com
myspace.com/dennisagerblad
dennisagerblad.dk