Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Carlsen systrarnar, Vanja, Laila og Barbara ferðast í hesum døgum kring USA við prædikumanninum Rodney Howard-Browne og hansara ferðandi kirkju The Revival Ministry. Men samstundis hava tær tikið sær tíð til, at spæla inn eina fløgu. Hendan er nú liðugt upptikin, ljóðblandað og framleidd og verður givin út í USA í næstum. Hóast systrarnar allar hava drúgvar royndir sum songkvinnur, er hetta fyrsta útgávan hjá teimum saman, síðan útgávunar saman við mammuni í barnaárunum. Hetta merkir sambært elstu systrini Vanju fløguna. - Hetta er okkara fyrsta útgáva, so har er nógv, sum vit skulu prøva av. Har er okkurt A capella, okkurt soulkent, næstan James Brown og enntá okkurt lag av Vit kunngera Jesus, ið vit hava tillagað. So har er eitt sindur av hvørjum, greiðir Vanja frá. Vanja sigur, at ætlanir eru um, at fløgan verður útgivin í Føroyum, men fyribils er tað amerikanski marknaðurin, ið verður høvuðs­ málið. Carlsen systrarnar hava sáttmála við The Revival Ministriy í fyriblis eitt ár, hesin byrjaði í desember, og síðan tá hava tær verið fastur táttur á møtunum hjá kirkjuni. Hetta merkir, at tær javnan hava verið at sæð á kristnum sjónvarpsrásum sum GOD TV og CTN. Hetta eru báðar rásir, ið senda um allan heimin, umframt at tær hava nógvar hyggjarar í USA. Fleiri milliónir hyggjarar hava sæð føroysku songkvinnurnar sungið. Tí eru Vanja, Laila og Barbara væl brynjaðar til at herja á amerikanska kristiliga plátumarknaðin. Vanja greiður frá, at tær høvdu eina stuttliga uppliving í Tampa, har høvuðssætið hjá The Revival Ministry er. - Vit møttu einum manni í Tampa, ið júst hevði verið í Afrika sum trúboði. Hann greiddi frá, at hann hevði sæð okkum sungið í sjónvarpinum í Afrika. So okkara sangur verður sendur víða um, sigur Vanja. Vanja, Laila og Barbara geva fløgu út í USA Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tær tríggjar Carlsen systrarnar hava tikið sær tíð til at spæla inn eina fløgu, hon verður í næstum útgivin í USA, har nógva luttøkan í sjónvarpinum hjá systrunum, kann gerast avgerandi fyri søluna. Vanja Laila og Barbara framføra fyri fleiri túsund fólkum á hvørjum møti, og fyri milliónum við sjónvarpsskíggjan Møtini hjá Rodney Howard-Browne ganga ikki friðarliga fyri seg Rodney Howard-Browne hevur væl fatur á áskoðarunum, og tá hann sigur, at hann slær tey við heilagum anda, detta tey um