Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Teitur í amerikanskum miðlum Teitur hevur á ferð síni í USA gjørt samrøður við bæði CNN og TheWorld. org. Í samrøðunum virkar Teitur, sum ein sera dugnaligur umboðsmaður fyri Føroyar. Hesar samrøður liggja báðar á alnetinum. Teitur hevur seinastu tíðina ferðast kring USA við sínum tónleiki, í gjárkvøldið spældi hann á The Mohawk í Austin, Texas, Í morgin stendur 18th Floor á skránni, hetta er somuleiðis í Austin, Texas, síðan gongur leiðin til Avstralia, har Teitur mánadagin fer á pall hasumegin jørðina á fyrsta sinni. Á ferðini í USA hevur Teitur eisini verið nakað í miðlunum. M.a. hevur hann gjørt tvær samrøður, ið liggja atkomiligar á alnetinum. Talan er um samrøðuna við TheWorld.org og samrøðuna við CNN. Í báðum samrøðum tosar Teitur umframt um tónleikin, eisini um Føroyar. The World er ein felags verkætlan hjá BBC BBC World Service, PRI og WGBH Boston. Samrøðan við Teit er ein útvarpssamrøða, ið eisini kann lesast í tekstformi í táttinum The Global Hit. Her tosar Teitur m.a. um uppvøksturin í Føroyum, um sangsiðin og um synd. CNN er heimsumfatandi tíðindarisi. Í einum nærum 9 minuttir longum innslagi undir táttinum New Music verða brot úr sjónbandalagnum Louis Louis spæld, Teitur spælur eitt lag í sjónvarpsstovuni og hann og vertinnan Shanon Cooks, tosa um tónleikin, um fyrru fløguna, um íblásturin, um hvussu amerikumenn eru at spæla fyri og um hetta at vaksa upp í einum fjarskotnum og lítlum samfelagi. Eisini fregnast Cooks um, hvørja støðu Teitur hevur ímillum føroyingar. Við at fara inn á cnn.com ella TheWorld.org og leita eftir orðinum Teitur, ber til at síggja og hoyra samrøðurnar í fullum líki. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Uppaftur fleiri útlendskir gestir á AME-Føroyar Í síðstu viku kunngjørdi ame.fo, at plátu­felags­ stjórin Jens Ove Friis verður gestur á AME- Føroyar, nú avdúkar síðan uppaftur fleiri útlendskir gestir, ið koma til Føroyar at uppliva stórsligna norðurlendska tónleikatiltakið. Á ame.fo almennu heimasíðuni hjá Atlantic Music Event, ber til at lesa at danski tónleikamiðilin Gaffa og bókingarfelagið Beatbox Booking koma til Føroyar í vikuskiftinum 13. og 14. apríl. Tá AME-Føroyar fer av bakkastokki. Danska tónleikablaðið og heima­ síðan Gaffa, teljast millum teir best umtóktu og mest virdu tónleik­a­miðl­ arnir í Danmark. Heimasíðan gaffa.dk er sera væl vitjað, m.a. tí blaðið hevur lagt dent á, at ummæla og dekka tón­ leikatiltøk kring Danmark. Gaffa um­­ mældi t.d. allar konsertir á Roskilde Festivalinum og Spot Festivalinum í fjør. Á AME-Føroyar verður Gaffa væl umboða av myndamanni og blað­ manni. Hesir fara at fylgja við í hvat fyriferst í Norðurlandahúsinum og kring Havnina í døgunum 13. og 14. apríl 2007. Fyri at frætta meira um Gaffa ella um hvat fyriferst á tón­leika­ pallinum, ber til at vitja heimasíðuna hjá Gaffa, gaffa.dk. Men eisini bókingarfelagið Beatbox Booking verður umboðað á AME- Føroyar. Beatbox Booking, ið m.a. umboða Høgna Lisberg og Eivør Pálsdóttir koma til Føroyar at hyggja at tiltaki­ num. Talan er um eitt stórt bókingar­ felag, ið umboðar nógv av stóru donsku nøvnunum, so sum Thomas Helmig, D.A.D, Tina Dickow, Under Byen, Kashmir, Mew, Carpark North og Bikstok Røgsystem, í stuttum eitt felag, ið kann lata nógvar dyr upp. Tit kunnu lesa meira um felagið við at vitja heimasíðuna hjá Beatbox: beatboxbooking.dk Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo