mikudagur 14. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Fløgan hjá Sic, Pandemonium er ein av bestu
føroysku rokkfløgunum, ið eru gjørdar higartil. Við
fløguni kann bólkurin koma langt, eisini uttanfyri
landoddarnar.
Tungmálmur
í heimsflokki
Áðrenn eg hoyrdi Pande
monium, hevði eg mest
mett Sic, sum ein sera
lovandi bólk. Ein bólk, ið
var á veg ímóti onkrum
stórum. Við fløguni Pande
monium vísir Sic, at bólk
urin er nógv betur enn ein
lovandi bólkur. Nógv betur
enn eg hevði roknað við. Eg
væntaði, at hetta fór at vera
ein ordiliga góð fløga, men
at hon veruliga var í heims
flokki, tók meg av bóli. Um
bólkurin var á veg móti
onkrum stórum, so er
Pandemonium kanska júst
hetta stóra, ella um leiðin
gongur móti onkrum størri,
so er trupult at gita um,
hvussu stórt hetta kann
gerast.
Sterkur
oddamaður
Longu sum oddamaður í
Krit, var Mikkjal Gaard
Hansen eitt serligt talent,
sum flest øll við eitt sindur
av skili fyri tónleiki og
framførslu løgdu merki til.
Orð sum lovandi, gávuríkur,
karismatiskur eru ofta brúkt
um Mikkjal. Eg havi eisini
sjálvur brúkt tey bæði ofta
og væl. Í nýggjastu út
gávuni av Sic hevur Mikkjal
endiliga fingið eina mann
ing aftan fyri seg, sum livur
upp til uppgávuna, sum er
at bakka ein av okkara allar
sterkastu røddum og
oddamonnum upp.
Poppmálmur
Stílurin á fløguni er sum
heild treskimálmur ella
thrash metal, men óvanliga
melidiøsur treskimálmur. Tó
hoyrist íblástur frá bæði
øðrum málmi, sosum ferð
málmi, dómsmálmi, av
90’ára rokki, og nógvum
øðrum. Her tykist í stóran
mun dentur at vera lagdur á
fangandi niðurløg og onnur
sera góð melidiøs pettir.
Versini eru ofta nokkso hørð
og in your face. Men tá
niðurlagið kemur gerst
enntá onkuntíð talan um
beinleiðis syngið við
potentiali. Nú skal ikki
skiljast, sum at øll løgini,
eru uppbygd eftir hesum
fasta leisti, tí soleiðis er tað
ikki, summi vers eru til
dømis stak melidiøs, meðan
onnur løg ikki eru serliga
melidiøs. Í teimum melidi
øsu pettunum vísir Mikkjal,
at hann er ein habilur sang
ari, ið dugur annað enn at
rópa og skrála. Hett hóast
hann dugur óvanliga væl at
rópa og skrála. Eg eri stutt
sagt fullkomiliga blástur um
koll av, hvussu popputt
løgini eru. Misskil meg ikki,
her er popput ikki meint á
nakran sum helst neiligan
hátt. Eg væntaði bara, at
hetta var ein fløga fyri tey
fáu í Føroyum, men tað er
tað ikki. Tær nýtist ikki at
vera eitt kornpikkandi málm
høvd fyri at vera fangaður
av hesi fløguni, flest øll rokk
áhugaði áttu at ognað sær
hana. Eitt gott dømi um eitt
lag, har tað harða og tað
fangandi ganga hond í
hond, er á lagnum Done
Pretending, ið eisini í
tekstpartinum er frálíkt.
Góðir tekstir
Sum heild kann sigast, at
tekst parturin á fløguni er
væl yvir vanliga støðið, tá
føroyskir bólkar syngja á
enskum. Tað er tíanverri so,
at alt ov nógvir føroyskir
bólkar, ið syngja á enskum,
fyrst og fremst gera hetta, tí
at teir ikki duga at skriva á
føroyskum. Tí velja teir at
skriva á enskum ístaðin,
hetta er vanliga uppaftur
verri, enn tað hevði verið,
um teir skrivaðu á føroysk
um. Men av tí, at teir ikki
duga enskt, so halda teir at
hetta ljóðar so herligt. Men
soleiðis er ikki við Sic.
Mikkjal Gaard Hansen
hevur eitt ríkt enskt mál, og
dugur væl at seta orðini
saman. Meiningarnar eru
sterkar og teksturin er við
komandi. Hetta hækkar bara
listarliga virðið á fløguni
uppaftur meira. Eisini tekst
irnir, ið Eddie Jacobsen
hevur skrivað eru heilt
góðir.
Neyðugur
niðurtúrur
Stemningsmyndin Number
6 er ivaleyst veikasta tón
leikapettið á fløguni, serliga
teksturin og framberingin
av honum, ið Mai Jacobsen
stendur fyri, er eitt sindur
krympi-tær-sligt. Tónleika
pettið tykist mest av øllum
at vera við fyri at føra yvir
til tað í støðum nærum Nick
Cave kenda Rosegarden In
Hell, ið er eitt fínt og inniligt
lag. Eg haldi tó, at hóast
number 6 virkar eitt sindur
kiksað, so tænir tað enda
málinum sum millumstykki
millum Fading og Rose
garden In Hell, so tað er í
lagi, at tað er við.
Fjøllbroyttur
málmur
Hetta er fyrsta fløgan hjá
bólkinum. Hetta merkir, sum
vanligt er, at hon fevnir vítt.
Serliga bólkar, ið eins og
Sic hava nøkur ár á baki,
hava eina breiða viftu av
løgum at velja ímillum. Tá
kann tað ofta gerast dekan
ov fjølbroytt. Markið millum
fjølbroytt og stílørkymla er
milimetur breitt, og á hesi
fløguni flytur bólkurin seg á
markinum, men eftir at
hava hoyrt fløguna nakrar
ferðir, eri eg komin ásamt
við meg sjálvan, at teir í
stóran mun eru røttu megin
markið.
Men fjøllbroytt tað er fløg
an. Eitt av teimum løgun
um, sum veruliga brýtur frá
restini av fløguni er 15 tær
bestu hittið To Dare To Risk
To Regret, ið minnur eitt
sindur um Biohazard og
annan harðan málm úr
miðhálvfemsunum. Hetta
lagið situr væl, og tað er
stuttligt at hoyra Mikkjal
rappa, tí tað meistrar hann
væl.
Ein veggur
av málmi
Nokk harðasta og mest larm
andi lagið er I One. Eitt lag,
sum leggur seg upp ímóti
ferðmálmi, og er ein tón
listarligur framaná. Her er
einki fitt melidiøst petti,
men bara ein larmandi vegg
ur av málmi. Tað er nokk ikki
uttan orsøk, at hetta lagið er
lagt á pláss nummar 11, og
tí ikki er eitt av løgunum, ið
lurtarin fær slongt í andlitið
beinanvegin.
Á fløguni er nógv ymiskt
frá tí vakra gittarspælinum,
ið fylgir vakra lagnum Shut,
til kompromisleysu I One og
Teethless Teens, til komandi
hittløgini My Hell, Reach
Inside (ið enntá kann gerast
ein døgnfluga, tí eg eri
longu um at verða troyttur
av tí, so hittpotentialið er
upplagt) og Done Pretend
ing.
Flott framleiðsla
Sum heild er bygnaðurin av
fløguni, framleiðslan og
ljóðblandingin góð. Tónleika
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sic á alnetinum
Á útgávuveitlsuni hjá Sic í Eclipse herfyri,
avdúkaði bólkurin, at Sic í samstarvi við
Eyðun Müller Thomsen arbeddi við at gera
eina DVD útgávu. Á youtube gevur Sic nú
forvitnum fjepparum eina smakksroynd upp
á DVD’ina. Ikki færri enn 9 filmfílar eru lagdar
út. Her ber til at síggja nógv forkunnugt. Her
eru konsertupptøkir, samrøður við bólkin,
klipp úr eftirveitslum og frá upptøkunum av
Pandemonium og fjas úr venjingarhølinum.
Á síðuni youtube.com/sicofficial ber til at vitja
Youtube vangamyndina hjá Sic. Har liggja tey
9 filmklippini savnaði. Klippini eru ivaleyst
mest fyri teirra mest trúføstu fjepparar, ið
kunnu uppliva, t.d. hvussu bólkurin hitar upp
til eina framførslu, hoyra teirra útgávu av
ferðmálmi og nógv annað løgið.