mikudagur 14. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
framleiðarin og ljóð
blandarin Tommy Hansen
hevur fingið tað allar besta
burtur úr Sic, har er stutt
sagt einki at finnast at.
Bólkurin hevur á konsertum
sera ofta verið fyri óhepn
um ljóðblandi, av tí at van
ligi føroyski ljóðmaðurin
ikki hevur nóg gott innlit í
hetta slagið av tónleiki, tí er
tað ein frægd at hoyra bólk
in, júst soleiðis sum hann
eigur at ljóða.
Eg noyðist líka at nevni
trummuspælið. Tað er øgili
ga gleðiligt at hoyra hvussu
væl Magnus spælir á trum
murnar, eftir at hann varð
ljóðblandaður burtur í einki
á Transcend hjá Makrel. Her
er talan um ein av okkara
frægu rokktrummuleikar
um.
Pakkað inn
á grikskum
Fløguhúsan hevur grikski
sniðgevin Seth gjørt. Seth
er hóast síni einans 34 ár
sera royndur innanfyri snið
geving og hevur gjørt húsar
til nógv av stóru nøvnunum
á altjóða harða rokkpalli
num. Hann hevur eisini
áður gjørt ein føroyskan
fløguhúsa, Transcend hjá
Makrel. Hesin húsin stend
ur einki aftan fyri tann hjá
Makrel og stendur væl til
tónleikin hjá Sic. Ein
ordiliga flottur húsi.
Djarvur bólkur
Limirnir í SIC vóru djarvir,
tá teir kunngjørdu, at teirra
fyrsta fløga fór at verða ein
varði í føroyskum tónleiki.
Men eftir at hava hoyrt
hana, so er ikki trupult at
síggja, hvar sjálvsálitið
kemur frá, teir hava eitt
framúrskarandi produkt.
Í sanginum My Hell syngur
Mikkjal:
Feels Like my soul
has left my body
I’m an empty bag
of bones
Now I’m just like
all the other
all the copies
end the clones
My Hell
Eg kann bert staðfesta,
Mikkjal, tú verður ongantíð
sum hini, tú ert heilt
serligur og Sic er ein heilt
serligur bólkur, eitt sterkt
navn. Við Pandemonium
hevur SIC fløguna, ið kann
gera bólkin til eitt sterkt
altjóða navn.
Hon fær 5 av 6 møguligum
stjørnum frá mær.
Liv lívið – lat okkum føla pulsin
Í februar mánaða var dagbóka-kapping á ungdóms
portalinum www.eg.fo. Yvir 600 ung tóku lut í kappingini,
og hvønn dag kom hópur av dagbókum inn, í morgin
hósdagin verður vinnarin kunngjørdur.
Tíðindaskriv
– Vit á Eg.fo skipaðu fyri kappingini, tí
vit vóru forvitin eftir at vita, hvussu ung
í Føroyum liva lívið. Hvat gera tey? Hvat
hugsa tey? Hvat droyma tey um? Vit
vildu føla teirra puls, siga fyrireikararnir í
tíðindaskrivi.
Sambært Eg.fo, hevur arbeiði við at
lesa tær innsendu dagbøkurnar verið
rættuliga áhugavert, tí tær geva ein
góða mynd av, hvat tað er at vera ung
í Føroyum í 2007. Tey flestu, sum hava
skrivað inn til kappingina, hava verið í
aldrinum 14-17 ár, og tey lýsa, viðgera
og hugleiða um tilveru og gerandisdag
sín.
Kappingin er skipað í samstarvi millum
Eg.fo og Suðuroyar Sparikassa, og
hvønn dag í februar høvdu tey ungu
møguleika at vinna Puls-kort á 500
kr frá Suðuroyar Sparikassa. Nú
kappingin er at enda komin skulu
høvuðsvinningarnar frá Suðuroyar
Sparikassa handast. Høvuðsvinningarnir
eru ávíkavist 10.000 kr, 3.000 kr og
2.000 kr.
Vinnarin í kappingini
avdúkaður
Í morgin hósdagin 15. mars kl.16.00
verður skipað fyri tiltaki í Suðuroyar
Sparikassa, har avdúkað verður, hvør
hevur vunnið og vinnandi dagbøkurnar
verða lisnar upp.
- Kappingin gevur greiðar ábendingar
um, at tað finnast skrivandi spírar
millum ung í Føroyum, og vit vóna, at
ein kapping sum henda kann eggja
ungum at skriva enn meira, siga Eg.fo.
G! kapping
Eg.fo vil fegin menna skapandi
evnini millum ung í Føroyum, tí leggja
kappingarnar á Eg.fo altíð upp til at
verða skapandi. Mánadagin 12. mars
fór nýggja kapping av bakkastokki, og
enn einaferð er talan um ein spennandi
kapping við feitum vinnginum. Í
samstarvi við G! Festival bjóðar eg.fo
ungum at verða við í eini kapping, har
tey skulu lýsa G! Festivalin
- Hvat rennir tær í hug ella merkir tú á
tær, tá tú hugsar ella sigur orðið "G!"?
Hvørji virði umboðar G! Festivalurin
í tíni verð? Stutt sagt, hvat er G!
Festivalurin fyri teg? Ger eina lýsing av,
hvat tú heldur G! Festival vera - heilt
eftir egnum høvdi, við tí miðli, tú heldur
hóskar seg best. Tú velur mátan. Tað
kann vera við ljóði, mynd/um, teksti,
livandi ella stilt - júst soleiðis, sum tú
kundi hugsað tær at lýst tað, verður
sagt um nýggju kappingina.
Tað eru fýra undanumfør yvir tveir
mánaðar, og tann besta, flottasta,
stuttligasta og/ella mest kreativa
lýsingin verður kunngjørd aðru hvørja
viku.
Vinningur fyri
undanumførini er:
Eitt vikuskiftispass til G! Festival, ið er
galdandi fyri allar festivaldagarnar.
Um tað er hóskandi, verður lýsingin
løgd út á G! heimasíðuna. Tey, ið
vilja verið við í fyrsta lýsingarumfari,
skulu senda lýsingina til eg@gfestival.
fo í seinasta lagi fríggjadag 23. mars.
Vinnarin av fyrsta umfari verður
kunngjørdur mánadagin 26. mars.
Høvuðsvinningurin
Tá ið undanumførini eru liðug, skal
høvuðsvinnarin finnast í finaluni millum
teir fýra semi-finalistarnar.
Høvuðsvinningurin er afturat
vinninginum fyri undanumfarið:
• Eitt tjaldingarpass til Føroya
stuttligasta vikuskifti, G! Festival 2007
• Eitt stk G! merchandise, ið verður
avtalað nærri, tá ið vinnarin er funnin
• Fløgu av einum bólki, sum framførir á
G! Festival 2007
Um tað er hóskandi, kann tín lýsing
av G! hugtakinum gerast partur av
marknaðarføringini hjá G! Festival 2007.
- Tað verður væl lýst, at tú hevur
vunnið, og tín lýsing verður í øllum føri
løgd út á heimasíðuna hjá G! Festival.
Eg.fo
Umframt spennandi kappingar er
eisini nógv annað áhugavert at finna
á ungdómsheimasíðuni Eg.fo. Til ber
at lesa um evnir so sum sorg, kynslív,
at skera í seg og happing. Tað ber
eisini til at spyrja um ráð, um tú hevur
ivamál ella trupuleikar - ung umæla
filmar, fløgur og skriva um sítt lív. Á
eg.fo er okkurt fyri øll ung, so legg
leiðina framvið, sigur eg.fo at enda í
tíðindaskrivinum.