mikudagur 14. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Ensk mælta mentanartíðiritið í Reykjavík, The
Reykjavík Grapevine ummælir á heimasíðu síni
grapevine.is fløguna Pandemonium hjá Sic, sum
vit ummæla aðrastaðni í blaðnum. Samanumtikið
er ummælið sera jaligt,, fløgan verður rópt
ein sera sterk og undirhaldandi debut. Løgini
Reach Inside, Done Pretending og Keep It To
Yourself verða nevnd sum hæddarpunkt, meðan
ummælarin er samdur við ummælaranum hjá
Planet.fo, um at lagið Number 6 er rættiliga
burturvið.
Ummælarin sigur, at bólkurin við sínum
nu-metal/post-trash rótum, ikki beinleiðis
eru nýskapandi. Men at teir gera tað, sum
teir gera sera væl. Mikkjal Gaard Hansen
verður sammettur við ein ungan Phil Anselmo,
og hetta má metast at vera stórir skógvar
at fylla, fyrrverandi Panthera sangarin er
vorðin eitt satt ikon. Grapevine metir at
størsti veikleikin hjá Sic, teirra ungdómur,
er samstundis teirra størsta styrki.
Norsku Serena Maneesh á G!
Grapevine ummælir Sic
Triði bólkurin, ið G! avdúkar hesa vikuna, er í
mun til gamla gospel bólkin, ið varð avdúk
aður í gjár ein nyggjum og spennandi bólkur.
Sambært G! er hetta ein bólkur, sum av
mongum verður mettur sum eitt hitt mest
spennandi skandinaviska rokk-navnið í
nýggjari tíð. Tey spæla ógvusligan og inniligan
óljóðs rokk, ið er sum ein tvørskurður úr rokk-
søguni, settur saman til ein oyradoyvandi og
stórbæran ljóðmúr, skrivar Gfestival.com
Fleiri av løgunum hjá Serena Maneesh eru
eins og stríðsvallir, har harmoniskir melodiir
og dissonantir múrar av larmi bresta saman,
og er hetta nærum hin aldargamli bardagin
millum gott og ilt, bara við ljóðførum til vápn.
Tónleikurin fevnir um íblástur úr rokk-søguni,
líka frá gomlum amerikanskum suðurstats
blues tónleiki, yvir Gershwin, kamartónleik,
60´ara óljóðsrokk, (The Velvet Underground),
týskan 70´ara kraut rokk (Neu! og Can),
skotskan og amerikanskan óljóðs rokk úr
80´unum (The Jesus and Mary Chain, Primal
Scream, Sonic Youth) og enskan 90´ara óljóðs
popp (My Bloody Valentine, Slowdive), verður
millum annað sagt.
Bæði í Evropa og USA fær Serena Maneesh
framúr góð skoðsmál við orðingum sum
“rúnarbindandi” og “transenderandi tón
leikauppliving fyri konsertir sínar.
- Tá ið tónleikur er óvanliga vakur, verður
stundum tikið til, at “einglarnir syngja.” Í
hesum førinum er tann myndlýsingin ikki heilt
nøktandi. Rættast er heldur at siga, at soleiðis
ljóðar, tá einglarnir skríggja! Tí kunnu rock- og
larmglaðir føroyingar gleða seg til Serena
Maneesh vitja Gøtusand. óljóðs rokkur, har
fortíðin gerst sprell-livandi nútíð, við beinari
kós inn í framtíðina.
“Serena-Maneesh ljóðar sum plátan, ið nógvir
bólkar royna at gera gjøgnum alla sína
karrieru. Gamaní, bólkurin er borin avstað á
einum gandateppi av internet hype, men hann
er verdur hvørt orð. Um tað er satt, at alt hetta
er gjørt fyrr, so er hetta óiva besta
endursending, vit fara at hoyra í áravís”.
skrivaði Chris Gliddon, Prefix Magazine, um
fløguna og gav henni 8 av 10 stjørnum.
Tvey av stóru nøvnunum á ársins Summarfestivali,
Scorpions og Týr vera eisini at hoyra á Sweden
Rock Festival. Scorpions eru saman við Aerosmith
og Heaven & Hell høvuðsnøvnini á svenska fes-
tivalinum, ið leggur seg eftir at bjóða fram
tungmálm av tí meira siðbundna slagnum.
Fesitvalurin hevu sostatt eisini gamlar ken-
ningar sum Annihilator, Pretty Maids, Mötorhead,
Udo, Skid Row, Quiet Riot, Thunder og tí ógloy-
mandi Suzi Quatro. Men eisini aktuell nøvn sum
t.d. Týr og Amon Amarth fáa pláss á spæ-
liskránni.
Sweden Rock Festival verður hildin í døgunum
6.-9. juni í Sølvesborg. Tilsamans luttaka 70
bólkar á festivalinum
Týr eru júst avdúkaðir, sum eitt av føroysku høvuðsnøvn
unum á Summarfestivalinum, men á Sweden Rock Festival
er bólkurin eitt av minnu nøvnunum á plakatini.
Mynd: Símun Jóanesarson
Grapevine er eitt av best umtóktu mentanartíðarritunum í
Íslandi
Týr og Scorpions á Sweden
Rock Festival
Rokkhetjurnar í Scorpions eru millum stóru høvuðsnøvnini
bæði á Summarfestivalinum og á Swede Rock Festival.
Ein ljóðmúrur av vakurleika og larmi, soleiðis
lýsir G!Festivalurin nýggjasta navnið á skránni,
norsku Serena Maneesh