Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 52 - 14. mars 2007 G!Festivalurin váttaði í morgun á heimasíðu síni at, at agg gamli gospel bólkurin The Dixie Hummingbirds fer at spæla á G!Festivalinum í ár, eins og planet.fo skrivaði í gjár G!Festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Dixie Hummingbirds verð­ ur mettur, sum ein tann týdn­ingarmiklasti innan gospel tónleikin. Bólkurin varð stovnaður í 1920’unum og hevur ferðast innan nógv­ ar greinar av gospel, sum tíðin og tónleikapallurin hev­ur broytt seg. Bólkurin var stovnaður av James B. Davis og hansara klassa­fe­ løg­um. F fyrstu tíðina sungu tey í kirkjum í granna­ lagnum, til limirnir vóru lidnir í skúlanum. Síðan var farið at ferðast kring suður­ statirnar í USA. Í 1938 kom Ira Tucker í bólkin, einans trettan ára gamal. Hansara songgávur og hansara stóra útstráling á pallinum var eyðkend og gjørdi hann til ein natúrligan oddamann í bólkinum. Ira gjørdist skjótt kendur fyri at vera garrvillur á pallinum, og hevur givið íblástur til nógvar tónleik­ arar bæði innan gospel og meira verðsligan tónleik. Nú 83 ára gamal er neyvan heilt líka nógv lív í Ira, men hann er enn ein somikið sann­førandi sangari, at hann og restin av bólkinum, vóru í uppskoti til ein Grammy fyri besta sið­ bundnu gospel útgávu í ár. ”Teir hava sungið ígjøg­ num ta stóru kreppuna, ígjøg­num embætisskeiðið hjá trettan amerikanskum for­setum, fýra stór kríggj, fimm ættarlið av amerikan­ arum og sjey áratíggju av tjúgundu øld. Teir persón­ gera úthaldni, talent og eld­ huga...” Soleiðis sigur ameri­kanska soul-legendan Isaac Hayes m.a. um Dixie Hummingbirds. Hetta er ein týdningarmikil bólkur, ið metist at vera ein av teimum, ið James Brown og aðrir fingu íblástur frá, tá teir løgdu lunnar undir soul. G!Festivalurin fer hesa vik­una av avdúka fimm nøvn. Í gjár vóru Young Dublin­ers kunngjørdir. Eyðkendi kvæða­rokk­ urin hjá Týr fer aftur í ár, at ljóma um Vágs­ bø, tá bólkurin á síni einastu framførslu í Føroyum í summar vitjar Summar­- festivalin Summar­ festivalurin Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Skráin hjá Týr í summar er merkt av nógvum konsertum uttanlands, millum annað á nógvum stórum festivalum. Men av tí, at ein framførsla varð avlýst, fekk bólkurin eitt hol í skránni, ið loyvdi teimum, at koma aftur á Summarfestivalin, ið hevur verið karmur um nakrar av bestu framførslunum hjá Týr í Føroyum. Týr fer á pall leygarkvøldið á Summ­ arfestivalinum, Hetta varð avdúkað á serligari festival- sending, sum varð send á Rás1 hjá Televarpinum í vikuskiftinum. Í fjør lá ikki fyri hjá Týr at luttaka á Summar­festi­val­ inum, hóast fyrireikar­arnir fegin vildu hava bólkin, tí gleðast fólkini handan Summarfestivalin almikið um, at bólkurin luttekur í ár.. Settu McFadden upp á pláss Á teimum báðum fyrstu Summarfestivalunum var Týr partur av skránni, eftir festivalin í 2005 skrivaði ummælarin hjá Sosialinum soleiðis um framførsluna hjá Týr: “Onkur hevði hug at finn­ ast at skránni fríggjakvøldið, at seta kvæðarokkbólkin Týr at spæla aftan á Brian McFadden kundi kanska tykjast løgið. Men Týr smædd­ust ikki burtur, og teir fýra tónleikararnir tykt­ ust slettis ikki merktir av, at eitt heimsnavn hevði staðið á pallinum beint áðrenn teir. Týr góvu áhoyrarunum eina framúr konsert, sum varð ein tann besta á festi­ valinum, og sum var tann besta festivalkonsertin hjá Týr í summar. Kvæði, vísur og tung­ málms­løg vórðu framførd ordi­liga væl, og eina løtu var fremsti partur av Vágs­ bøi umskaptur til eitt stórt dansigólv, jørðin skalv, tá ung sum gomul slóu ring, og dansaðu til Ormin Langa. Hendan rokktulk­ing­ in hjá Týr av mergjaða kvæð­num er vorðin fólka­ ogn í Føroyum, og er vorðin ein livandi partur av okkara mentan. Hon rakar føroysku fólkasálina beint í hjarta. Eisini Regin Smiðjur og Ólavur Riddararós fingu góða móttøku(...) tá teir komu út aftur at spæla eitt eykalag, spældu teir lagið, sum áhoyrararnir høvdu rópt eftir eina løtu: “Ra­mund hin unge”, og hetta framúrskarandi lag var ein orkubumba, sum fekk ordiligt lív í fjøldina. Tað er ringt at ímynda sær, at Brian McFadden hevði megnað at fara á pall­ in aftan á Týr.” Týr á Summarfestivalinum Dixie Hummingbirds á G! Umsiting betri pláss Umsitingin hjá Sunda kommunu hevur fingið betri hølisviðurskifti í umsitingarhúsunum á Oyrarbakka. Fyrr húsaðist umsitingin í loftshæddini, men tá kommunulæknin flutti úr hølunum á niðaru hædd, varð avgjørt at innrætta tey hølini til umsitingina hjá kommununi. Nú er móttøkan so flutt í niðaru hædd, har leiðararnir fyri teknisku og sosialu deild eisini halda til. Hølini eru gjørd soleiðis, at illa gongd og fólk í koyristóli sleppa væl inn. Sluppin dagførd Felagið Sluppvinir hevur nú dagført heimasíðuna hjá Sluppini. Nú kunnu áhugað fylgja við, hvat er á skránni í næstum, og har sæst millum annað, at í løtuni verður arbeitt við at rigga sluppina til til summarið. Á heimasíðuni eru eisini myndir frá túrinum í Stavanger í fjør, og vil onkur hava myndir frá øðrum ferðum á heimasíðuna, so er bara at senda felagnum tær í telduposti. Á heimasíðuni er eisini oyðublað, sum nýggir limir kunnu brúka. Mynd: Bárður Eklund