Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 52 - 14. mars 2007 Stutt sagt Forsetin heimaftur Irakski forsetin, Jalal Tala­ bani, kemur aftur til Irak í dag eftir at hava leitað sær heilsu­bót í grannalandinum Jordan. Talabani fór við flog­fari úr Irak tann 25. febru­ar, og alment varð sagt, at hann hevði ov­ ervað seg og trongdi til at hvíla seg eina tíð. Onnur vildu vera við, at forsetin hevði havt trupulleikar við hjartanum, men tað av­ sann­aði skrivstova hans­ara. Tann 74 ára gamli Jalal Tala­ bani, sum er kurdi, hev­ur verið irakskur ríkis­leið­ari síðani apríl í 2005. Sum forseti hevur hann ógvu­ liga avmarkað vald, men kort­ini verður hildið, at hann hevur stóra ávirkan á hin­ar iraksku leiðararnar og á USA. Sálarsjúkir hermenn Kanningar vísa nú, at fjórði hvør amerikanari, sum hev­ ur gjørt hertænastu í Irak ella í Afghanistan, hevur sál­­arligar trupulleikar at drag­ast við. Kanningarnar um­fata 104.000 mans, sum gjørdu hertænastu í tíð­ar­­skeiðinum frá 2001 til 2005. Sambært CNN hevur kanningarúrslitið skelkað amerikonsku herleiðsluna, og kanningarnar staðfesta eis­ini, at menn, sum koma aft­ur úr hertænastu, fáa als ikki ta hjálp, sum teir sam­ bært lógini hava rætt til. Hetta seinasta hevur longu kostað ráðharranum Fran­ cis Harvey sessin, og tað sama hendi ein­um av teim­ um ovastu hernaðar­leiðar­ unum. ETA-menn tiknir Franska løgreglan tók í gar tríggjar limir í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA. Menninir vórðu tikn­ir í franska býnum Hen­daye, eftir at spanska løgreglan hevði fingið frænir av, at teir vóru har. Ein av teimum tiknu hevur sitið fimm ár í fongsli fyri harðskap og yvirgang, men slapp leysur í fjør. Hinir báðir verða settir í samband við fleiri atsóknir í nítiárunum. Sponsku mynd­ug­leikarnir siga, at teir báðir vóru í einari ser­ ligari álopsdeild, sum ETA hevði frá 1994 til 1997. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Amerikanarar stuttleika sær við at gera gjøldur burtur úr okkara forfedrum (iranskur talsmaður) útlond Gongst sum ætlað, byrjar arbeiðið at gera tunnil undir Gibraltarsundinum næsta ár Bæði í Spania og Marokko er politiskur vilji til at full­ føra verkætlanina, sum er mett at kosta einastaðni mill­ um 50 og 75 mia. krónur. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja afrikonsku megin sundið. Tunnilin verður 38,6 kilometrar langur, og eina­ staðni verður hann heilar 450 metrar undir vatnskorpuni. Maðurin, sum er komin við hugskotinum, er sveis­ iski verkfrøðingurin Giov­ anni Lombardi. Hann hev­ur verið uppi í fleiri tunnils­verkætlanum í Alp­ unum, men ásannar, at ein undirsjóvartunnil millum Afrika og Evropa hevði verið hansara størsta avbjóðing. – Einki kann samanberast við hetta, tí her eru so nógvar avbjóðingar. Í fyrsta lagi er tað dýpið, tí í støðum er dýpið í Gibraltarsundinum einar 170 favnar. Tað er fimm ella seks ferðir meiri enn í Ermasundi, har Euro- tunnilin er, sigur sveis­iski verkfrøðingurin við BBC. Hann vísir á, at ætlanin um tunnil undir Gibraltar­ sundinum er eisini ein stór jarðfrøðilig avbjóðing, tí tað er næstan altíð røringur í, har evropeiska og afrikanska meginlandsstøðið møtast. Tankin um ein undir­sjóv­ ar­tunnil millum Evropa og Afrika er frá áttatiárunum, men hann hevur ongantíð verið tikin í álvara fyrr enn nú. Fimm fólk doyðu, tá 13 bilar stoyttu sam­ an á einum høv­uðs­ vegi í Florida í gjár Sambært løgregluni í Florida var tað tjúkt í mjørka, tá teir 13 bilarnir stoyttu saman. Í samanstoytinum vóru millum annað ein sløkkiliðsbilur og ein løgreglubilur, sum vóru á veg at veita hjálp í sambandi við eitt ferðsluóhapp. Fimm fólk doyðu í samanstoytinum, og fýra vórðu flutt á sjúkrahús. Løg­ reglan noyddist at steingja høvuðsvegin í fleiri tímar, áðrenn øll vrakini vóru fing­ in av vegnum. Ógvuslig ferðsluvanlukka Undirsjóvartunnil millum Evropa og Afrika Ein løgreglubilur og ein sløkkiliðsbilur vóru við í samanstoytinum Iranar eru í øðini inn á filmin „300“, sum lýsir bardagan við Thermopylae. Í bardaganum við Ther­ mopylae í Grikkalandi megn­ aðu 300 hermenn úr Sparta at steðga persiska herinum, sum taldi 100.000 mans. Hetta var í árinum 480 fyri okkara tíðarrokning. Táverandi persaríki var har, sum Iran er nú, og ir­an­ ar ivast ikki í, at filmurin er part­ur av amerikanska ágang­­inum ímóti Iran, sum sagt verður. Í gjár skriv­ aði eitt av teimum størstu ir­ansku bløðunum, at Holly­wood hevur sent Iran krígsavbjóðing. - Í filminum verða okk­ ara forfedrar lýstir sum ljót­ir og villir drápsmenn, skrivaði blaðið. Talsmaðurin hjá iranska forsetanum hevur eisini funn­ ist at amerikanska film­inum. Jawal Shamaghdari segði, at amerikanarar kunnu eftir øllum at døma stuttleika sær við at gera gjøldur burtur úr søguni hjá Iran. Hann legði aft­ur­at, at „300“ er enn ein part­ur av tí sálarliga ágang­ inum ímóti Iran og iranska fólkinum. Filmur partur av stríðnum millum USA og Iran Filmurin „300“ er sálarligur ágangur ímóti Iran og iranska fólkinum, sigur stýrið í Teheran