mikudagur 14. mars 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 • 14. mars 2007
MIÐvikan
og vit høvdu fýra bátar. Ein av
teimum var ein seksæringur,
sum kallaðist ”Gullborg”. Tað
var ein skúvoyingur sum átti
hann, Grettir Valdimarsson.
Tann báturin tók nógv. Eg
haldi, at ein bátur kallaðist
”Føroyingurin”. Eitt áttamannfar
kallaðist ”Úlvurin”. Tað var ein
skúvoyingur, sum dreiv hann,
Hans Johannes Hendriksen.
Vit royndu á Kappaleiðini, men
eisini í Gretufjørðinum, har vit
byrjaðu. Vit fóru so suður á
Kappan, og eg minnist væl, at
teir keyptu hesi radioapparatini
í Føroyingahavnini, sum teir
kundu peila við. Hetta høvdu
allir bátarnir, og hetta var sera
gott. Eg minnist 2.bestimannin,
Absalon Jensen á Strondum.
Hann peilaði seg fram við
hesum apparatinum, tá vit fóru á
Kappan. Teir brúktu tað eisini, tá
mjørki var. Tá tann fyrsti báturin
kom inn, peilaði hann hinar
bátarnar.
Vit komu einaferð soleiðis fyri,
tá vit lógu í Kookoyggjunum, at
ein bátur fann ikki inn aftur til
skipið. Tá fór maskinmeistarin
við einum báti við hesum
apparatinum at peila. Hann kom
so til bátin og loðsaði hann inn.
Nú er tað ein sunnudagur, vit
liggja í Kookoyggjunum, og nú
vildu grønlendingarnir sleppa inn
í Godthaab, tí tað var so stutt at
stima. Jú, skiparin lænir teimum
ein bát, og tað var tann ringasti
báturin sum var. Hann var kanska
eitt áttamannafar.
Teir fóru so við tí bátinum og
skuldu vera aftur sunnudagin. Nú
er mánamorgun, og eingir menn
koma aftur. Tískil mátti eg fara
við einum av bátunum, og tað var
eisini rokfiskarí. Tað stóð ikki á at
draga við snelluni.
John Erling, sonurin, var við
”Gullborg”, 14 ára gamal, og
hetta var hansara fyrsti túrur til
skips. Tað var so nógvur fiskur. Vit
fingu fullan seksæring úr stevni í
stevn. Skott var sett, so fiskurin
ikki skuldi koma í maskinrúmið.
Tá var John Erling móður, ”harra
gud ikki”. Eg fór við tí bátinum.
Skipari var Poul Johannes av
Strondum. Bestimenn vóru
Absalon Jensen og Petur Klein.
Sum ofta er komu eisini
konufólk umborð, og einaferð
leyp ein genta á sjógv. Tað var so
heldugt, at vaktarskipið á inni, so
teir fingu bjargað henni.
Vit róðu út við bátum á Kapp
anum. Hetta gjørdist ein drúgvur
men góður túrur. Hann vardi í
seks mánaðir, og vit komu heim í
oktober. Eg fekk kr. 6.500 fyri tann
túrin, og var hetta gott tá.
Tað fingust 140 sterling pund
fyri tonsið av saltfiski. Tá lá
eitt pund um 20 kr, og prísirnir
hækkaðu nógv júst hesa tíðina.
1963. Til Íslands at
arbeiða
Í 1963 fór eg til Íslands at
arbeiða á einum flakavirki á
Hafnarfjørðinum. Vit vóru 5
mans. Tað vóru umframt meg
sjálvan tríggir strandingar og ein
kollfirðingur. Strandingarnir vóru
Jógvan á Forunum, Kaj og Henry
Frederiksberg, sum druknaði við
”Stathav” í Hólmasundi.
Teir kastaði nót eftir fiski, og
var hetta eitt tað síðsta árið,
hetta var gjørt. Nógvir fóru á
heysin, tí teir fingu so lítið av
fiski. Tað var so forferdiligt, sum
fiskurin var stórur. Hóast eg havi
roynt so nógv á Suðurlandinum,
minnist eg ikki fisk í hesi støddini.
Vit fóru at viga ein fisk, og hann
vigaði 80 pund, og rognini vigaðu
12 pund.
Nú skal fiskurin avhøvdast, men
tað blívur so tungt at arbeiða. Teir
mugu rigga transportband til fyri
at lætta um. Tá fer fiskurin eftir
bandinum og kemur niður á eina
hill. Maðurin, sum avhøvdaði,
mátti leggja knívin frá sær og
taka báðar hendur fyri at taka
fiskin at avhøvda hann. So stórur
vóru toskarnir.
Jógvan Poulsen á Strondum var
ein grúiliga raskur maður. Hann
var ein royndur fiskimaður og
beint frammandan hevði hann
siglt við ”Knørri”, ein slupp á
Strondum. Jógvan tók ryggin úr,
tá flakt varð, og tað skuldi eisini
sterkur maður til hetta. Hann
var ein óføra raskur maður. Vit
lakasaltaðu fiskin. Teir høvdu
gjørt sovorðnar tættar trækassar,
har fiskurin varð lakasaltaður.
Nú er tað ein føroyingur, sum
er formaður fyri ein bát í Keflavík,
og honum manglar ein flekjara.
Eg varð so settur at taka ryggin
úr saman við einum íslendingi,
sum eingin vildi arbeiða saman
við. Mannagongdin við fleking
er jú, at ein maður sprettir fiskin
oman í stertin, meðan ein annar
tekur ryggin úr. Men hesin vildi
bara kappast og køva hin. Hann
spretti so tunt og harvið skjótt, og
hetta gjørdi, at tað var truplari
enn neyðugt hjá makkaranum
at taka ryggin úr. Hetta kláraði
eg ikki, og eg var so bara tann
dagin. Ein annan dag koma teir
aftur at biðja um ein mann, og
tá var tað, at Jógvan fór. Hann
kláraði hetta sum einki at arbeiða
undan hinum, og tað dámdi
íslendingunum væl.
Nú kemur tað út á várið, og
fiskurin skal pakkast. Fiskurin var
so stórur, at tað fóru seks fiskar í
pakkan, sum mundi vera um 100
pund. Men veiðan við nót gjørdi
av við hendan stóra fiskin.
Mazeppa
Aftaná ”Víking” fer John at føra
“Mazeppu” í sildina í 1964. Eg
fór við sum bestimaður, Frits
úr Oyndarfirði var 2.bestimaður.
John hevði hana í tvey ár. Tað
gekk gott og vit fingu nógva sild.
So var eg í Íslandi um várarnar, og
í 1965 var eg við ”Havfarinum” í
sild. Bernhard Hansen í Fuglafirði
var skipari, men tá var eg bara við
sum maður. Vit fingu nógv.
Havfrúgvin
Síðsta árið eg var á sild var
við ”Havfrúnni”. Vit vóru fyrst í
Grønlandi. Tað gekk ikki so gott,
men so fóru vit í sild, og tað
gekk gott, so tað varð kortini eitt
hampiligt ár. Skipari var Niels
Jacob Nielsen av Strondum, sum
eisini átti hana.
Útróður
Nú fari eg at rógva út. Fiskimark
ið var jú farið út á 12 fjórðingar
í 1964, og skuldi hetta merkt
eina góða framtíð fyri útróður. At
rógva út merkti eisini møguleikar
fyri at vera meira heima.
Hans Johannes Gaard, sum sigldi við Álaker, Livvi Dam og Siegfred Linheyggj, beiggi Andrias.
Nósi
Fyrsti bátur inn í nýggju bátahavnina í Oyndarfirði. Umborð eru teir elstu
menninir í bygdini: Petur Klein, Mourtis, Lias Karl, Dánjal á Bakka, Andrias í
Tarti og Hans Jakku á Bakka. Úr bókini um Tórshavnar Skipasmiðju.
Kjartan Mohr var ein frálíkur reiðari. Her saman við konuni Dennu.
31