Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 • 14. mars 2007 MIÐvikan Høvdafossur Nú er tað so, at eg byrji at rógva út við Stovubátinum, og Henry Klein drívur hann. Tað var ein vetur, at eg róði út við honum. Tað hevur verið mitt í 60-unum. So nú byggir hann ein bát sjálvur, eitt 8- mannafar, og hann gevur honum navnið ”Høvdafossur” eftir einum fossi við Gjógv. Klæmint, pápi hansara, var føddur við Gjógv. Teir høvdu spæl sum teir einastu á fjørðinum. Eg var við honum í øll 20 árini, hann dreiv útróður. Eg kom so at rógva út við tí bátinum, og hetta var veturin 1964, tá sonurin Sigtór konfirmeraðist. Tað var nógv hýsa at fáa. Tá átti Meinhard Berg og Petur í Mouritsarstovu ”Váðaklett”. Teir róðu út um oyggjarnar tað summarið, og vit róðu bara í Djúpunum. Vit brúktu langa línu, og tað var langur vekur. Vit plagdu at seta 80 stykkir. Vit egndu í Stórustovukjallaranum at byrja við, og so fóru vit í Prestfjós at egna. Eg minnist eina viku, tá vit vóru úti í seks dagar. Vit høvdu 46.000 pund, og sigldu til Fuglafjarðar við fiskinum. Allir blivu hásir bara av vekri. Eg minnist ein dag, Kristoffur Laksá fortaldi fyri mær, at bátarnir høvdu sett mestsum síð um síð sunnan fyri oyggjarnar. Teir høvdu sett niður í eina hýsutorvu. Hann plagdi at telja fiskarnar á línuni. Hetta kundi hann gera, um hann prátaði samstundis. Hann segði, at tað vóru 12 stykkir lína, og tað vóru 17 húkar, sum vóru berir. Hýsan má eisini hava tikið í beran húk, tí øll øgnini eru ikki komin á botn. Báðir bátarnir fingu ein óføra góðan dag. 1990. Við ”Nósa” Eg slapp so við ”Nósa”, sum var nýbygdur. Við vóru umframt meg sjálvan Henry Klein, sum var eigari og formaður, John Joensen, sum hevði verið við ”Álaker”, Klæmint Johannesen, systkinabarn Henry, eisini ein eigari, Poul Klein og Edvard Hammer og Jákup Martin Joensen at byrja við. Vit fingu nógvan fisk. Vit fóru til Fuglafjarðar við fiskinum, og Oddfríður Haraldsen tók ímóti og keypti fiskin til sítt flakavirki. Vit egndu umborð at byrja við, so fóru vit at egna í landi, í Prestfjósinum. Seinni var frystaríið gjørt inni í Víkum í tí gamla íshúsinum. So gjørdu teir egningarskúr har inni , millum handilin og frystaríið. Tá fóru vit at egna í Víkum og seta stamparnar inn í frystaríið. Tey fyrstu árini fóru vit annars til Fuglafjarðar við stampunum. Tað var eitt grúiligt knoss. Tað var nógvur fiskur bæði við snellu og línu. Henry dreiv tað grúiliga hart. Hann óttaðist ikki veður. Hann fór, hvussu veðurberætningurin var. Tað bleiv nógv drift. Eg kom so at vera uppi á landi ta seinnu tíðina við ”Nósa” í fleiri ár. Av teimum, sum vóru við, vóru vit tríggir uppi á landi sum partur av manningini. Onkur egndi afturat fyri akkord. Sum sagt var nógvur fiskur. Eg minnist eina viku. Vit fingu 46.000 pund í seks dagar. Og Fiskimúli, Jákup Mohr hevði hann, hann var eisini ein 20 tonsari, fekk 56.000 pund ta vikuna. Hann hevði kortini meira línu. At byrja við var alt sissal stampar, og eg minnist ein túr, tá vit bara høvdu 23 sissal stampar, tils. 72 stykkir. Tað var farið til Fuglafjarðar við teimum, og so fóru teir út. Tað var ein av teimum bestu døgunum, teir fingu, 7 ella 8.000 pund. Men prísurin var vánaligur. Máttu arbeiða fiskin sjálvir Eg kann eisini minnast, tá streykan var, at trolbátarnir á landleiðini fóru at trola eftir flatfiski. Nú setir prís­ ásetingarnevndin prísin til 80 oy/ kg á flatfiski. Tað var ómøguligt hjá bátunum at fara til fiskarí fyri tann prís, og so bleiv tað streika. Eg minnist, at vit flaktu tá og saltaðu fyri egna rokning. Vit royndu við snellu og fingu nógv, og tá vit komu á Oyndarfjørð og løgdu fyri fortoyning, fóru vit at reinsa og salta. Tað var nokk so nógv vit høvdu saltað. ”Fiskimúli” frysti fiskin í lastini. Tá streykan var liðug, seldu vit fiskin til Oddfríð Haraldsen. Men eg fortjenti bara væl. Tað vóru fýra bátar úr Oyndarfirði, sum avreiddu hjá Oddfríð Haraldsen. Tað var ”Váðaklettur”, ”Guttabátur”, ”Nósi” og ”Vón”, ein seksæringur. Oddfríður var góður fyri Oyndarfjørð, tað var vist. Vit kunnu bara rósa Oddfríð, sum doyði alt ov ungur fyri nøkrum árum síðani. Ein illveðurstúrur Nú er tað, at tað er útnyrðingur í ættini, og hann segði styrki 9, yvir 20 s/m á Mykinesi. Vit fara til útróðrar við snellu. Tað gekk gott á eysturrákinum, og tað er fult av fiski at fáa. Tað var so nógvur fiskur, at vit fingu tann raksturin á eystfallinum 3.500 pund. Tað var nógvur vindur, og vit eru komnir langt eystur. Nú fer at reka vestur. Og sum rímiligt er, at tá tað fer at reka uppí ættina á útnyrðingi, tá er ringur sjógvur. Tað er eitt farligt pláss fyri Kallinum á útnyrðingi, har er ein íða. Tá var kjansur at fara inn á Haraldsund, tí byrgingin var ikki komin. Høvdu vit gjørt tað, hevði alt vitað væl við. Nú stima vit vestur eftir. Lúkan var ikki skalkað. Tá lá bara niður yvir lúkuna. Eg og ein annar sita í messuni. Nú fáa vit ein stóran sjógv. Tað kom nógvur sjógvur inn í messuna og eisini á brúnni. Har fór alt elektrisitetið. Vit mistu eisini nakað av fiskinum av dekkinum. Til alt held fór lúkan ikki av. Men tá stóð ikki væl til. Vit máttu bert royna at andøva, og vit komu eisini heilskapaðir aftur til lands. Tá stóð nógv hjá Henry. Vit vóru bert tvey fartøj á Norðhavinum, so ringt var veðrið. Tað var ofta vit fóru, tá eingin annar fór. Viðhvørt settu vit innarlaga í Djúpunum og kundu koma upp ímóti 7.000 pundum. So tað lá væl fyri. Tað lá eisini væl fyri hjá ”Guttabátinum” og ”Váðakletti”. Karsten, sonur Meinhard Berg, dreiv ”Váðaklett”. Í 1991 róði eg út nakrar túrir við ”Sævarenni”, og tá var mítt sjólív, sum byrjaði í 1921, endað. Tøkk til Andrias Nú vit eru komin til endan av hesi greinarøð, vil eg fegin takka Andrias fyri hetta okkara felags avrik. Andrias var 99 ár, tá eg hitti hann fyrstu ferð. Hóast hetta skuldi hent fyrr, so eri fegin um at hava hitt hendan einastandandi persónin. Eitt er alt sum hann minnist. Men hann er so positivur. Hann letur væl at øllum teimum, sum hann hevur havt samband við øll síni 100 ár. Hetta eru framúr eginleikar. Tað sama ummæli, sum Andrias gevur øðrum, eru tað onnur sum geva honum. Øll geva honum tað ummælið, at hann hevur verið fyrikomandi, fittur og raskur. Eg meti tað at vera ein serligur heiður at hava havt møguleikan at festa hesar frásagnir á blað. Freydis Poulsen, sum er systir­dóttir Andrias, eigur eis­ini stóra tøkk fyri hennara med­virkan til at fáa søguna hjá mammubeiggjanum niður­ skrivaða. Dánjal Jákup Vilhelm var bókhaldari á skipasmiðjuni og hevði eisini við skipini at gera. Hetta eru helst sildatunnur frá ”Álaker”, sum góvu nógv arbeiði á landi. ”Víkingur” Anna Mohr, kona Poul, doypir ”Víking”. ”Hvítabjørn” hjá Kjartan Mohr, sum Andrias eisini var við. 32