Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 52 - 14. mars 2007 ] Eitt gull og eitt silvur fingu føroysku talvgenturnar, Sára Traber Olsen og Herborg Hansen, tá tær vóru við í danmarks­meistara­ heitinum í talvi fyri gentur um vikuskiftið TALV Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Farna vikuskiftið fóru trígg­ ir føroyingar til Danmarkar at taka lut í danmarks­meist­ araheitinum fyri gentur í talvi. Talan var um Herborg Hansen úr Klaksvík, sum skuldi royna at verja dan­ marksmeistaraheitið, hon vann í fjør, Sáru Traber Olsen úr Havnini og Eyð Traber, sum var við teimum báðum gentunum á ferðini. Kappingini var í einum lítlum bíði tætt við Århus á Jútlandi, og ikki kann sigast annað enn, at føroysku luttakararnir fingu stak góð úrslit í kappingini. Teir komu nevniliga heim við ein­um gullheiðursmerki og ein­um silvurheiðursmerki. Herborg var tætt við Kappingin var skipað á tann hátt, at har vóru seks bólkar frá A til F, sum vóru býttir upp eftir aldri. Telv­ ararnir skuldu telva fýra talv leygardagin og trý talv sunnudagin, og hvør telvari fekk ein hálvan tíma fyri hvørt talvið. Herborg Hansen, sum vann DM í fjør, var partar av næstelsta aldursbólkinum í fjør, men í ár var hon farin upp í elsta bólkin. Hon hevði tó góðar vónir undan kapp­ingini, og úrslitið hjá Herborg var eisini sera gott. Hon vann fimm talv og tapti tvey, og við hesum góða úrsliti endaðu hon og ein donsk genta javnar á fyrsta plássi við fimm stig­ um. Tíverri fyri Herborg, so hevði danska gentan betri mótstøðustig, og hetta gjørdu, at hon fór avstað við gullinum, meðan Her­ borg mátti taka til takkar við silvurheiðursmerkinum á hesum sinni. Sára endaði ovast Ein onnur føroysk genta var eisini við í kappingini um vikuskiftið. Sára Traber Olsen var við í bólki D, sum er fyri gentur undir 12 ár, og hennara úrslit gjørdist eisini sera gott. Hon telvaði væl ígjøgnum kappingina, og undan seinasta umfarinum lá hon einsamøll á odda, eitt hálvt stig frammanfyri nummar tvey. Sára tapti tó í seinasta umfarinum, og hetta gjørdi, at tvær aðrar gentur løgdu seg undir liðina á henni á stigatalvuni við fimm stig­ um. Heldigvís fyri Sáru, so hevði hon bestu mót­støðu­ stigini, og hetta gjørdi, at hon vann danmarks­meist­ ara­heitið í talvi. So sjálvt um Herborg Han­sen ikki megnaði at end­ urvinna danmars­meistara­ heitið, so fingu føroyingar allíkavæl ein nýggjan meist­ ara heim við til Føroya. Eyð Traber var við á ferð­ ini, og hon var sum vera mann glað fyri úrslitið hjá føroysku telvarunum. - Vit eru sera væl nøgd við úrslitini hjá teimum báð­ um. Eitt gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki er sera gott. Túrurin var eisini avbera góður, so tað er ikki so gali. Harafturat kann líka leggjast afturat, at Herborg var óheppin í tí eina talvinum, sum hon tapti, tí hon kom í tíðarneyð. Hevði hon vunnið hetta, so høvdu báðar helst fingið gull­heiðursmerki, segði Eyð at enda. Hvussu er og ikki, so kann man ikki siga annað enn, at føroysku telvararnir kláraðu tað avbera væl í danmarks­meistara­heitin­ um. - Tað er trupult at vera nøgd við eitt næstbesta pláss, tá ið eg kiksaði soleiðis í endanum, sigur ein skuffað Herborg Hansen eftir DM í talvi Talv Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Herborg Hansen úr Klaks­ vík er júst heimafturkomin frá DM í telving, har hon gjørdist meistari í fjør. Eins væl gekk tó ikki í ár, hóast hon bert var sekund frá frá­ líku endurtøkuni. Fyri aðru ferð uppá tvey ár luttók 16 ára gamla Her­ borg Hansen úr Klaksvík í DM í telving. Í fjør gjørdi hon ikki mætari enn at vinna danska meistaraheit­ ið. Tað var upp á hangandi hár, at hon endurtók meist­ araheitið í ár, men tíverri glapp á stokkinum hjá henni. Hon tapti avgerandi talv­ið ímóti donsku Louise Høj­en. - Eg kom best frá byrjan og hevði sigurin í hondini. Men eg varð sett undir tíðar­ press í endanum av talvin­ um, av tí at eg hevði telvað so varliga, og hetta kostaði mær sigurin, sigur Her­borg. Vónbrotin av silvuri Danmarksmeistaraheitið varð telvað í lítla býnum Hornslet, ið liggur beint við Århus. Hóast hon fekk flotta silvurheiðursmerkið við til Føroya, er hon skuff­ að. - Tað er trupult at vera nøgd við eitt næstbesta pláss, tá ið eg kiksaði so­leið­ is í endanum, sigur ein skuff­að Herborg. Herborg er avgjørd, tá ið hon verður spurd um, hví hon tapti tann tætta dystin í endanum. - Eg misti høvdið. Eg fekk ikki konsentrerað meg nokk til at vinna, sigur ta­lentið úr Klaksvík. Tó kann Herborg frøast um at hava telvað seg til NM seinni í ár, sum somu­ leiðis fer fram í Danmark. Næsta kapping á skránni er FM, ið verður telvað á pásk­ um. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Sára fór við gullinum Eg misti høvdið Herborg Hansen snávaði í seinasta talvinum um Danmarksmeistaraheitið Sára Traber Olsen úr Havnini vann um vikuskiftið danmarsmeistaraheitið í talvi fyri gentur. Herborg Hansen var eisini við í kappingini, og hon fekk eitt silvurheiðursmerki.