Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 52 - 14. mars 2007 ] Enskur landsliðsleikari handtikin Joey Barton úr Manchester City er í dag handtikin, skuldsettur fyri harðskap móti einum hýruvognsførara í Liverpool fyrr í ár. Handtøkan kemur bert ein mánaða eftir, at hann varð dømdur 20.000 krónur í bót fyri at hava víst seg fyri áskoðarum, tá ið lið hansara hevði tapt fyri Portsmouth. 24 ára gamli enski landsliðs­ miðvallarin er ikki bara ein ófriðarkroppur uttanfyri vøllin, men á vøllinum er hann eisini tiltikin fyri at vera harðligur. Beiggi Joey Barton situr inni fyri lívið, eftir at hann í fjør varð dømdur fyri at hava myrt ein myrkan mann við øks. Saviola heldur neyvan fram í Barca Argentinski landsliðsáleyparin, Javier Saviola, segði í gjár, at hann væntar ikki at vera í Barcelona eftir summarsteðgin. Sáttmálin hjá honum við Barce­lona gongur út í summar, og av tí at hann enn ikki hevur fingið bjóðað ein nýggjan sáttmála, væntar hann ikki, at framtíðin er í spanska stórfelagnum. – Eg vil helst vera verandi í Barcelona, men teir hava ikki vent sær til mín enn, og um hetta ikki broytist skjótt, so fari eg sjálvandi at finna mær eitt nýtt felag. Nógv bendir tó á, at Saviola ikki fær stórvegis trupulleikar at finna eitt nýtt felag. Feløg sum Sevilla, Valencia, Monac og Villarreal hava longu víst áhuga. Róðrarfelagið Knørr­ ur úr høvuðsstaðnum hevur tikið upp samstarv við størsta danska róðrarfelagið, DSR KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Føroyingar hava leingi átt góðar rógvarar, sum hava staðið seg væl uttanlands, og nakrir teirra eru komnir úr Róðrarfelagnum Knørri í Havn – teirra millum Katrin Olsen. Hetta hevur nú givið endurljóð í donskum feløg­ um, og samstarvsavtala er nú gjørd ímillum Róðrar­fe­ lagið Knørr og DSR, størsta róðrarfelagið í Danmark. Fyri DSR merkir avtalan, at felagið fær gott samband við rógvarar hjá Róðrar­fe­ lagnum Knørri, tá ið hesir fara burtur í lestrar- ella ar­beiðsørindum, og kann bjóða teimum venjing og um­støður á høgum stigi. Fyri Róðrarfelagið Knørr merkir nýggja átakið, at rógv­arar felagsins kunnu fáa eina góða og trygga byrj­ an upp á róðrarlívið í út­londum, um teir ynskja tað, eins og felagið fær vit­ an og royndir at nýta í ítrótt­ ararbeiði sínum í Føroyum. Samstarvið er longu farið at virka, tí um dagarnar er Jesper Krogh og undirvísir rógvarum og venjarum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Jesp­er Krogh hevur í fleiri ár verið partur av danska lands­liðnum í kappróðri. Tórshavn Open Tórshavn Open kapping hevur verið í Badmintonhøllini í Havn um vikuskiftið. Leygardagin var kappingin fyri U13, U15 og unglingar og vaksin og sunnudagin fyri U9 og U11 Úrslitini gjørdust: U13 Gentur: nr.1 gjørdist Helena S.Lamhauge, HBF nr.2 gjørdist Elsa Sørensen, HBF nr.3 gjørdist Sunniva Berg, ÍF Dreingir: nr.1 gjørdist Arnold Kristiansen, ÍF nr.2 gjørdist Pól Magnus Petersen, ´F nr.3 gjørdist Julian Olsen, VÍF U15 Gentur: nr.1 gjørdist Guðrið Poulsen, VÍF nr.2 gjørdist Birita Poulsen, VÍF nr.3 gjørdist Súsanna Poulsen, VÍF Dreingir: nr.1 gjørdist Ári Ó. Ellingsgaard, ÍF nr.2 gjørdist Ári J. Ellingsgaard, HBF nr.3 gjørdist Andreas Poulsen, HBF Kvinnuunglingar: nr.1 gjørdist Fjóla Luid, HBF nr.2 gjørdist Óluvá Bærentsen, ÍF nr.3 gjørdist Hanna Elisa Arge, HBF Vaksin Kvinnur: nr.1 gjørdist Guri Poulsen, HBF nr.2 gjørdist Byrnild D. Carlsson, HBF Menn: nr.1 gjørdist Niclas Eysturoy, HBF nr.2 gjørdist Rógvi Poulsen, HBF Blandaður tvímansleikur: nr.1 gjørdist Guri Poulsen / Niclas Eysturoy, HBF nr.2 gjørdist Brynhild D. Carlsson / Flóvin S. Mikkelsen, HBF U9 Gentur: nr.1 gjørdist Kristina Eriksen, HBF nr.2 gjørdist Brynja Rógadóttir, VÍF nr.3 gjørdist Elsa P. Joensen, HBF Dreingir: nr.1 gjørdist Magnus Eysturoy, HBF nr.2 gjørdist Boas Andreasen, nr.3 gjørdist Sølvi Olsen á Skúr, HBF U11 Gentur: nr.1 gjørdist Svanna Poulsen, VÍF nr.2 gjørdist Heidi Hansen, VÍF nr.3 gjørdist Ása Egilstoft Nielsen, MBF Dreingir: nr.1 gjørdist Áki Egilsnes, VÍF nr.2 gjørdist Janus Egilstoft Nielsen, MBF nr.3 gjørdist Sjúður Olsen, VÍF Róðrarfelagið Knørrur gongur nýggja leið Róðrarfelagið Knørrur hevur gjørt samstarvsavtala við størsta danska róðrarfelagið, DSR. Avtalan ger, at DSR fær eitt gott samband við rógvarar hjá Knørri, tá ið hesir fara burtur í lestrar- ella arbeiðsørindum.