mikudagur 14. mars 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 52 - 14. mars 2007
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Fríggjadagurin 9.
mars var ein øðrvísi
dagur hjá starvsfólk
um á bilasøluni Auto
Service í Havn. Hetta
var í sambandi við
presentatión av
nýggja Nissan
Qashqai
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Auto Service nýttu fríggja
dagin ein øðrvísi hátt at pre
sentera ein nýggjan bil fyri
sínum starvsfólkum. Talan
var um nýggja Nissan Qash
qai, sum tey fingu presen
teraðan á Hotel Føroyum,
uttan at hava sæð sjálvan
bilin. Hann sóu tey ikki fyrr
enn aftaná, at tey høvdu ver
ið á hotellinum, tá bilarnir
stóðu klárgjørdir í framsýn
ingarhøllini hjá Auto Ser
vice.
Í middegi stongdi fyritøk
an, og øll starvsfólkini fóru
á Hotel Føroyar, har tey
fingu at vita alt um nýggja
Nissan Qashqai. Fólk frá
mekaniska
verkstaðnum
høvdu eina framløgu um
bilin, hvussu hann er upp
bygdur bæði mekaniskt og
tøkniliga, eins og fólk frá
søludeildini greiddu frá um
bilin sum heild, hvat fyri
útgerð bilurin hevur, hvørj
um prísklassa hann er í, og
hvørjar bilar hann skal kapp
ast við á marknaðinum. Tey,
sum høvdu hesar framløgur,
høvdu sjálvi verið uttan
lands og sett seg væl inn í
bilin.
Árni Rasmussen, stjóri
hjá Auto Service, sigur, at
endamálið við hesum tiltaki
er at øll starvsfólkini - frá
vaskifólki til leiðslu - skulu
vita nakað um bilin.
Hetta er fyrstu ferð at
hetta er roynt, og ætlanin er
at gera tað sama hvørja ferð
eitt nýtt bilmodell kemur á
marknaðin. Vit eru 27
starvsfólk, sum øll kunnu
virka sum seljarar, sigur
Árni Rasmussen.
Nissan Qashqai (úttalað
Kashkai),
sum
er
ein
sonevndur Crossover - ein
blanding av einum hatch
back, stationcar og SUV.
Nissan Design Europe í
London
hava
designað
bilin, ið verður framleiddur
á verksmiðjuni hjá Nissan í
Sunderland í Onglandi.
Við Nissan Qashqai er
stórur dentur lagdur á smart
design, liðiliga innrætting
og at tey ferðandi í bilinum
skulu sita høgt og væl við
góðum útsýni.
Qashqai fáast í fleiri
útgávum og bæði sum ben
sin- og diesel. Bensinútgáv
urnar eru: 1.6 litur við 115
hk (160 Nm) og 2.0 litur
við 140 hk (200Nm). Diesel
útgavurnar eru ávikavist
1.5 litur við 106 hk (240
Nm) og 2.0 l turbo við 150
hk (320 Nm). 2.0 útgávurnar
fáast við All–Mode 4X4.
Nissan hava stórar ætlanir
við bilinum og rokna við at
selja yvir 100.000 Qashqai
um árið í Evropa. Árni Ras
mussen sigur, at Nissan
Qashqai
kosta
frá
kr.
239.000.
Starvsfólkini hjá Auto Service við nýggja Nissan
Qashqai. Tey sóu ikki bilarnar, fyrr enn tey komu aftur
av hotellinum
Mynd: Jens Kristian Vang
SsangYong Rexton
hevur fingið eina
sokallaða “facelift”,
betri koyrieginleikar
og eitur nú Rexton II
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
SsangYong Rexton II er lut
falsliga nógv broyttur í mun
til forgangarin - bæði uttan
og innan, eins og undirvogn
urin hevur fingið nýggj upp
hang og fjaðraskipan, sum
gevur
bilinum
munandi
betri koyrieginleikar.
Tað sum sæst best er alt
farmman er nýtt so sum
kølaragittari,
lyktir
og
kúfangarin. Baklyktir og
kúfangarin aftan eru eisini
nýggj.
5-trins T-tronic automatgir
eru standard. Talan er um
ein Mercedes girkassa. Ann
ars er bilurin væl útgjørdur
og so gott sum allar trygd
arskipanir eru standard.
SsangYong Rexton II
Facelift og betri
koyrieginleikar
Auto Service:
Øðrvísi presentatión av nýggjum bili
SsangYong Rexton II við t.d. nýggjum kølaragittari, lyktum og kúfanga