Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 14. mars 2007 45 Subaru eru á veg á marknaðin við heimsins fyrsta boxer-dieselmotori, sum larmar sera lítið og er uttan ristingar. Fyrsti bilur við hesum motorinum verður Subaru Legacy Outback Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Subaru, sum einans gera bilar við boxermotori, eru nú til reiðar við heimsins fyrsta boxer-dieselmotori, sum verður sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í Genéve í hesum døgum. Subaru er eisini einasta bil­merki í heiminum, ið fram­leiðis persónbilar, sum allir verða drivnir av øllum fýra hjólunum. Japanska Subaru-verksmiðjan vilja vera við, at nýggi boxer- dieselmotorurin larmar sera lítið og er uttan tær ristingar, sum vanliga merkjast í boxer-bensinmotorunum. Enn er ikki upplýst hvussu stórur motorurin er, men talan er um ein com­ monrail dieselmotor við og beinleiðis innspræning. Fyrsti bilur við hesum motor­inum verður Subaru Legacy Outback. Triðja generatión av VW Golf Variant (stationcar) fær heimspremieru á altjóða bilafram­sýn­ ingini í Genéve, sum er í hesum døgum. Bensinmotorurin við 140 hk er tann fyrsti og einasti av sínum slagi í heiminum við TSI motortøkni Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo VW Golf Variant, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1993, kemur nú í triðju generatión við heilt nýggj­ um stíli – serliga aftan. Bilurin er sera rúmligur við viðførisrúmi upp á 690 litrar, og við baksetrunum niðri verður vørurúmið heil­ ar 1550 litrar. Nýggi Golf Variant fæst við tveimum benzin- og tveimum dieselmotorum. Benzinmotorarnir eru upp á ávikavist 102 og 140 hk. Hesin við 140 hk er tann fyrsti av sínum slagi í heim­ inum við TSI-motortøkni, t.v.s. við bæði kompressara og turbo ”Twincharger”, ið sameinir góða kraft við góða økonomi og sera lágt CO2-útlát. Dieselmotorarnir eru upp á ávikavist 105 og 140 hk, sum báðir eru orkusparandi og umhvørvisvinarligir. Eftir ætlan kemur nýggi Golf Variant á marknaðin í august 2007. Golf Variant við TSI-motori Nýggjur Golf Variant kemur eftir ætlan á marknaðin í august 2007 Heilt nýggjur stílur hjá VW - smart design. Minnir ikki serliga nógv um ein Golf Subaru við heimsins fyrsta boxerdiesel Subaru Legacy Outback verður fyrsti bilur við heimsins fyrsta boxer-dieselmotori bilar