hósdagur 15. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 53 - 15. mars 2007
Bústaðarmøguleik
arnir hjá menningar
tarn aðum fólki eru
ikki nóg góðir í Før
oyum. Tí helt Javni ein
pallborðsfund, har
landstýri smaður in við
almanna- og heilsumál
um, Hans Pauli Strøm,
lovaði betri umstøður
í næstum. Hóast
forkvinnan í Javna, Lis
Eklund í Niðristovu,
var væl nøgd við
fundin, dugdi hon væl
at síggja, at tey verða
noydd at bíða í rúma
tíð áðrenn nakrir
ítøkiligir bústaðir
koma
Pallborðsfundur
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Sambýli har ung og gom
ul við ymsum tørvi verða
koyrd saman, hús við trapp
um til fólki við rullustólum,
og niðurslitnar og óhósk
andi íbúðir. Nei, bústaðar
møguleikarnir til menningar
tarnað eru ikki nøktandi í
Føroyum. Hetta valdi Javni
at seta í miðdepilin í gjár
við pallborðsfundi nevndur
føtur undir egið borð. Sera
nógv fólk vóru komin saman
til fund í Klingruni í Norð
urlandahúsinum, og teir
fýra politikararnir, ið sótu
við pallborðið, Hans Pauli
Strøm, Jørgen Niclasen,
Bill Justinussen og Finnur
Helmsdal, høvdu nógv um
at verða, tí fólk høvdu nógv
at spyrja um.
Lovað varð millum ann
að broytingar í lógargrund
arlagnum. Eisini í fíggingar
mynstrinum, har arbeitt
verður við at umskipa Húsa
lánsgrunnin, soleiðis at hann
gerst meira virkin at fáa
menningartarnaðum betri
bústaðarmøguleikar. Og so
var komandi Bústaðarpakkin
hjá Landsstýrinum eisini
fleiri ferðir á skránni.
Lis Eklund í Nirðistovu,
ið er forkvinna hjá Javna,
er sera glað fyri, at bústað
arumstøðurnar hjá menning
artarnaðum endiliga verða
settir í miðdepilin, men hon
dugdi væl at síggja, at tað
kann ganga rúm tíð, áðrenn
ítøkiligir bústaðir standa
klárir.
– Vit í Javna eru glað fyri,
at landsins myndugleikar
endiliga eru farnir í holtur
við at betra um bústaðar
umstøðurnar hjá menningar
tarnaðum. Tað ljóðaði sera
gott, ið Hans Pauli Strøm
og hinir komu við í kvøld.
Nú vóna vit bara, at arbeiðið
hjá teimum kemur at ganga
skjótt. Men eg haldi, at eg
dugi at hoyra millum linj
urnar, at tað ikki verður í
bræði, at vit kunnu vænta
okkum nýggjar bústaðir til
menningartarnað.
Alt ov fáir bústaðir
Ì sínum dagliga virksemi
merkir Javni væl, at bústaðir
til fólk við menningartarni
vanta. Sambýlini og bústovn
anir, ið vórðu bygdir fyri
nøkrum árum síðani, nøktaðu
tá tørvin, men í dag eru teir
vorðnir ótíðarhóskandi.
– Vit hoyra serliga frá for
eldrum, ið hava menning
artarnað børn. Tey ynskja ein
góðan og hóskandi bústað til
børnini hjá sær. Men hetta
tykist at verða trupult hjá
teimum at finna. Vit royna
sum frægast at hjálpa, men
veruleikin er tann, at tað
finnast alt ov fáir bústaðir
til menningartarnað, og teir
sum finnast eru ofta ótíðar
hóskandi, sigur Lisa Eklund
í Niðristovu.
Syrgiliga søgan har nærum
øll við menningartarni fluttu
til Danmarkar, er við at
verða eitt liðugt kapittul í
Føroyasøguni, men Lis vísur
á, at tað finnast enn so fáir
møguleikar í Føroyum til
fólk við menningartarni, at
nøkur foreldur kenna, at tað
er ongin annar møguleiki
fyri teirra børn.
- Hóast tað tíanbetur eru
nógv færri børn við menn
ingartarni, ið flyta av land
inum, so kemur tað tíanverri
enn fyri í dag í einstøkum
føri. Hetta haldi eg er sera
syrgiligt, og vit eiga sum
skjótast, at betra ikki bara
bústaðarumstøðurnar, men
allar aðrar umstøður hjá
teimum við menningartarni,
soleiðis at tað verður pláss
fyri okkum øllum her í sam
felagnum, sigur Lis Eklund.
Ymiskir tørvir
Á fundinum komu tey menn
ingartarnaðu eisini til orð
anna. Tey vístu á, at tey vildu
fegin hava egnan bústað,
men at tey høvdu brúk fyri
meira hjálp enn onnur. Eisini
høvdu tey sera nógv ymisk
ynskir um bústað.
– Ì Føroyum hava vit ofta
gjørt tað soleiðis, at vit koyra
øll tey menningartarnaðu á ein
stovn ella á eitt búpláss. Hetta
er sera skeivt. Tí júst sum vit
onnur, so eru menningtarnað
jú so ymisk. Og tey ynskja
sær júst sum vit onnur, at seta
føtur undir egið borð. Tað eiga
vit sum samfelag at kunna
bjóða teimum møguleikan
til, sigur Lis.
Felags fyri tey menn
ingartarnaðu, ið komu til
orðanna gjøgnum Annlis
Bjarkhamar, sum er dagligi
leiðari á Javna, var, at tey
vóru so ólíka. Valdemar
ynskti sær okkurt at búgva
í, sum er tætt við náttúru og
djór, og Esther Maria vildi
fegin búgva tætt við onnur.
Herfinnur ynskti sær eina
íbúð á Skálafjørðinum, og
Tórður vildi fegin búgva tætt
við, har systir hansara búði.
Nú tað almenna skal fara
í holtur við at fáa betur
skipaðar umstøður til tey
menningartarnaðu, ynskir
Javni, at tað verður lurtað
betur eftir teimum við
menningartarni.
– Tað verður ofta farið upp
um høvdið á teimum, og so
gera vit, tað ið vit halda
verða best fyri tey. Men fólk
við menningartarni vita væl
sjálvi, hvat tey ynskja sær,
so um politikararnir ivast,
skulu tey bara spyrja tey,
sigur Lis.
Hon var als ikki ovfarin av
góðu luttøkuni á fundinum,
tí hon veit, at evnið hevur
verið nakað, ið altíð hevur
upptikið foreldur at børnum
við menningartarni nógv.
– Foreldrini tonkja sjálv
andi nógv upp á, hvat skal
henda teirra børnum, tá ið
tey fara. Eisni vita foreldur
væl, at júst sum onnur børn,
so vilja teirra børn eisini
sleppa at flyta út og klára
seg sjálvi. Vónandi fáa vit nú
skjótt í lag, sigur Lis Eklund
í Niðristovu at enda.
Tvær, ið høvdu leitað
sær á pallborðsfund
hjá Javna í Norður
landahúsinum vórðu
møðgur nar Malena
og Anja í Lambanum
úr Fuglafirði. Hóast
Anja er glað fyri sín
bústað í Stoffalág, so
hevði hon ynskt, at
hon kundi búð saman
við fólki, ið vórðu á
sama aldri sum hon
Pallborðsfundur
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Malena og Anja í Lamb
anun vóru millum tey
mongu, ið høvdu leitað sær
á pallborðsfund í Norður
landahúsinum hjá Javna,
har bústaðarumstøðurnar hjá
menningartarnaðum vórðu á
skránni. Fyri tær var hesin
fundur sera viðkomandi, tí
Anja er menningartarnað,
og hetta evnið hevur altíð
upptikið Malenu nógv.
– Sum mamman at menn
ingartarnaðum barni eri eg
onki øðrvísi enn onnur. Eg
havi mangan tonkt upp á, hvar
dóttur mín kann búgva, tá ið
hon vaks til. Eg eri glað fyri,
at hon hevur fingið góðan
bústað í Stoffalág í Havn,
men eg haldi at eg merki á
henni, at umstøðurnar kundu
gott verið betri hjá henni,
sigur Malena.
Anja tekur undir við
mammuni, at tað kann væl
verða nakað um hetta.
- Mær dámar væl at
búgva í Stoffalág. Men eg
eri nokk so kedd av, at tey
eg búgvi saman við ikki eru
javngomul við meg, sigur
Anja í Lambanum.
Trýr upp á lyftini
Malen og Anja hildu báðar,
at hetta hevði verið ein spenn
andi fundur. Tær høvdu
báðar fingið nógv burturúr.
– Sum foreldur at barni við
menningartarni, so hevur ein
altíð nógvar spurningar. Tí
haldi eg, at tað er gott við
einum tílíkum fundi, har
við hava høvi til at spyrja
avvarðandi politkarar, um
ymsik mál. So hetta hevur
verið ein góður kunnandi
fundur fyri okkum báðar,
siga Malena og Anja.
Hans Pauli Strøm, Jørgen
Niclasen, Bill Justinussen og
Finnur Helmdal høvdu nógv
orð á lofti henda fundin. Og
hóast lyftini frá politikarum
onkutíð hava verið í so tóm,
so ivast Malena ikki í, at tað
teir lovaðu í kvøld, tað fara
teir at arbeiða fyri.
-Nú verður skjótt val, so
nú mugu teir heldur fara at
gera nakað við støðuna. So
eg trúgvi heilt sikkurt upp á,
at tað fer at spyrjast okkurt
gott burturúr hesum, sigur
Malena av Lambanum.
Bústaðarmøguleikar
til menningartarnað
betrast
Lis Eklund í Niðristovu vónar, at bústaðarmøguleikarnir til
menningartarnað skjótt verða mundandi betri skipaðir, og at
tey eisini fáa høvi til at seta føtur undir egið borð
- Eg vil gjarna búgva saman við javnaldru m
Møðgurnar
Malena
og Anja í
Lambanum
høvdu
leitað sær á
pallborðsfund.
Tær vóna, at
hesin fundur
kann verða
fyrsta stigið til
at betra um
bústaðarmøgu
leikarnar hjá
Anju