hósdagur 15. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 53 - 15. mars 2007
Í Danmark er ein
grunnur, sum verður
róptur LOA-grunnur
in. Hann veitir stuðul
og ráðgeving til ný
skapandi verkætlanir
innan ítrótt, mentan
og frítíðarvirksemi.
Um Føroya landsstýri
var tilmeldað hesum
grunni við umleið
hálvari miljón um
árið, kundu føroying
ar søkt um milliónir
úr honum til alskyns
endamál í Føroyum
Ungdómsvirksemi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Danski grunnurin, Lokale-
og Anlægsfonden, sum er
stovnaður í 1994, hevur 140
mio. krónur í eginpeningi.
Tað eru Danmarks Idræts-
Forbund, Danske Gymnast
ik- og Idrætsforeninger,
Dansk Firmaidrætsforbund
og Dansk Ungdoms Fælles
råd, sum eiga eginpeningin
í grunninum.
Aftrat hesum fær LOA-
grunnurin, sum hann eisini
verður róptur, á hvørjum ári
umleið 80 mió krónur frá
Danmarks
Tipstjeneste,
sum nú eitur Danske Spil.
Úr hesum grunni kann
søkjast
um
pening
til
nýskapandi verkætlanir inn
an ítrótt, mentan og frítíðar
virksemi – í breiðum høpi.
Tað er mentamálaráðið
hjá donsku stjórnini, sum
umsitir LOA-grunnin.
Stórir møguleikar
Petur Elias Petersen, sum er
stjóri í føroysku ítróttarved
dingini, heldur, at Føroyar
høvdu havt góðar møguleik
ar at fingið pening og stuðul
úr LOA til ymiskar verkæt
lanir, um vit vóru tilmeldað
ir grunninum.
- Ein og hvør kann ikki
vera tilmeldaður grunnin
og kann tískil heldur ikki
søkja úr honum. Hinvegin
góðtekur LOA, at eitt nú
Føroya
landsstýri
kann
koma við árligum íkasti og
soleiðis gera tað møguligt
hjá føroyingum at søkja um
stuðul til ymiskar verkæt
lanir, sum hava við ítrótt,
mentan og ymiskt frítíðarlív
at gera.
Hann sigur, at føroyski
ítróttarheimurin hevur lein
gi vitað um LOA-grunnin
og møguleikarnar at søkja
úr honum.
- Fyri umleið tveimum
árum síðan byrjaðu vit ófor
melt at venda okkum til
landsstýrismannin,
sum
umsitir ítrótt og mentan um
møguleikarnar fyri, at Før
oya landsstýri tilmeldar seg
grunnin og rindar tað, sum
luttøkan kostar.
Petur Elias sigur, at lands
stýr ismaðurin, Jógvan á
Lakjuni, sum umsitir ítrótt
og mentan, als ikki hevur
verið negativur, men enn er
so einki hent, og tí hevur
heldur ikki verið møguligt
hjá føroyingum at søkt um
stuðul til verkætlanir úr
grunninum.
Ymisk endamál
- LOA hevur eina heimasíðu,
og har kunnu fólk síggja, at
grunnurin seinastu árini
hevur játtað pening til mong
ymisk endamál, sum hava
við ungdóm – ítrótt, mentan
og ymiskt frítíðarvirksemi
– at gera.
Petur Elias ivast onga
løtu í, at
nógvar verkætlanir, sum
eru frammi her á landi, høv
du havt møguleikar at fing
ið stuðul úr grunninum, og
talan kann skjótt gerast um
heilt stórar upphæddir, um
verkætlaninar eru áhuga
verdar.
- Grønlendska heimastýr
ið hevur verið tilmeldað
grunnin í nøkur ár, og vit
vita, eitt nú svimjihøllin í
Nuuk hevur fingið eina
munandi upphædd, sigur
hann.
Hann væntar, at parturin
hjá Føroya landsstýri og
harvið atgongdin hjá føroy
ingum at søkja grunnin
hevði verið um hálva miljón
krónur um árið.
- Vit hava ikki skrivliga
vent okkum til landsstýris
mannin við hesum, men
hava greitt honum frá, hvør
jir møguleikarnir eru, legg
ur hann aftrat.
Á heimasíðuni hjá Loka
le- og Anlægsfonden lesa
vit, at grunnurin kann stuð
la, vera við til at menna og
ráðgeva um bygging innan
ítrótt, mentan og frítíð, og
talan kann vera um allar
møguligar verkætlanir –
heilt frá skótahúsum til fel
agshús av ymiskum slagi.
Grunnurin hevur nevnili
ga møguleikar at stuðla í
øllum “hornum” innan
ítrótt, mentan og frítíðarlív,
og soleiðis eisini innan tón
leik, dans, søvn og framsýn
ingarvirksemi.
Hentur møguleiki
Petur Elias Petersen vísir á,
at nú talan er um at byggja
skótahús í Runavík og við
Leynavatn, ungdómshús í
Árnafirði, virkishús í Klaks
vík, ítróttarhøll í Sandoynni
og í Skálafirði – bara fyri at
nevna onkrar verkætlanir úr
rúgvuni, høvdu vit havt
møguleikar at søkt um stuð
ul úr LOA-grunninum, um
Føroya landsstýrið var til
meldað.
- Tað, sum vit mugu gera,
er at taka upp samráðingar
við grunnin og soleiðis fáa
at vita, hvørjar treytirnar
fyri tilmeldan eru.
Hann heldur, at tey sam
bond, sum eitt nú føroyska
ítróttarveddingin hevur í
Danmark, kundu “geitað”
føroyskar myndugleikar á
gátt hjá LOA-grunninum,
soleiðis at partarnir kundu
byrjað at tosað saman um
tilmeldan og samstarv.
- Eg ivist onga løtu í, at
hetta hevði verið ein góð
íløga hjá Føroya landsstýri
– ein íløga, sum við tíðini
hevði komið fleiri falt aftur
heim til Føroya til ymiskar
verkætlanir her á landi, sig
ur Petur Elias Petersen, stjó
ri í føroysku ítróttarvedding
ini.
Platin í Grønlandi
Felagið NunaMinerals, sum hevur leitað eftir platini í Fiskifjørðinum í Grønlandi,
boðaði í gjár frá, at felagið hevur júst fingið kanningarúrslit, sum vísa, at tað loysir seg
at halda fram við leitingini. NunaMinerals sigur, at útlitini fyri at finna platin og onnur
evni sum palladium og rhodium eru góð. Virðini kunnu vera stór. Platin kostar tvær
ferðir so nógv sum gull, og rhodium kostar tíggju ferðir meiri enn gull, sigur
NunaMinerals.
Bátur holvdist
Báðir menninir, sum við vóru, druknaðu, tá ein útróðrarbátur sakk í Ísafjarðardýpinum
í Íslandi gjáranáttina. Báturin hvarv av radaranum, og bjargingartænastan sendi alt fyri
eitt hjálp avstað. Tað vísti seg kortini at vera ov seint, ti tá bjargingin kom fram 20
minuttir seinni, var útróðrarbáturin holvdur og menninir deyðir. Bjargingartænastan
sigur, at veðrið var vánaligt og ringur sjógvur. Í gjár bleiv útróðrarbáturin togaður til
lands.
Hálv miljón úr Føroyum kann
hála fleiri miljónir úr Danmark
- Nú talan er um at byggja
skótahús í Runavík og við
Leynavatn, ungdómshús í
Árnafirði, virkishús í Klaksvík,
ítróttarhøll í Sandoynni og
í Skálafirði – bara fyri at
nevna onkrar verkætlanir
úr rúgvuni, høvdu vit havt
møguleikar at søkt um stuðul úr
LOA-grunninum, um Føroya
landsstýrið var tilmeldað, sigur
Petur Elias Petersen
- Eg ivist onga løtu í, at tað
hevði verið ein góð íløga, um
Føroya landsstýri tilmeldaði
seg LOA-grunnin. Íløgan
hevði við tíðini komið
fleiri falt aftur til ymiskar
verkætlanir her á landi, sigur
Petur Elias Petersen, stjóri í
føroysku ítróttarveddingini