hósdagur 15. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 53 - 15. mars 2007
Telefonbøkurnar koma út í viku 11,
og verða liðugt útbornar um mánaðarskift
ið mars/apríl. Borið verður út til allar
fastnetskundar í Føroyum, og eru tað
fleiri enn 26.000 bøkur, ið skulu berast út.
Postverk Føroya hevur útberingina um
hendi.
Fyri at gera tað lættari at finna upplýsing
arnar í bókini, hevur Føroya Tele í ár valt at
lýsa innihaldsyvirlitið á forsíðuni. Vónandi
verður telefonbókin hent at hava í árinum
2007, sum tykist gerast eitt spennandi ár á
fjarskiftisøkinum.
Fartelefonkundar í Føroyum fáa ikki bók
ina sendandi, men hesir hava møguleika at
ogna sær eintøk í Telebúðunum kring land
ið fyri 50,- kr. eintakið. Eins og undanfarin
ár, eru Teletíðarkundar ikki upptiknir í tele
fonbókini.
Telefonbókin 2007 komin
Økingin á
ansingartørvinum í
Nólsoy hevur verið
ógvuslig síðani
ansingin byrjaði sum
ein royndarverkætlan
í 1999. Tá vóru 8 børn
í ansing. Nú nýggi og
stásiligi barnagarð
urin verður tikin í
nýtslu mánadagin, er
talið av børnum á
stovninum - frá
vøggustovu upp í
frítíðarskúla - komið
upp á 34.
Hetta verður ein
kollveltandi betring
av umstøðunum,
bæði hjá starvsfólki
og ikki minst
børnum, sigur Lis
Nolsø, leiðari
BARNAANSING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru ikki so ógvuliga
nógv ártíggir síðani, at
almenn barnaansing var eitt
ókent fyribrigdi. Skuldi
mamman burtur eitt ørindi,
so var tað omman ella
grannakonan, ið tók sær av
at ansa børnunum ta løt
una.
Men tann tíðin er farin -
og um tað er gott ella ringt,
er upp til hvønn einstakan
at meta um.
Í øllum førum eru tíðirnar
nú soleiðis skrúvaðar sam
an, at kvinnum stendur frítt
í boði at søkja út á arbeiðs
marknaðin, og tað munnu
tey flestu vera fegin um.
Hetta skapar so aftur ein
tørv fyri almennari barna
ansing, nakað, ið fyrst
merktist í høvuðsstaðnum,
men sum í dag man vera at
finna í nærum hvørjari
bygd í landinum.
Í Nólsoy gjørdist hesin
tørvur eyðsýndur seinast í
90-árunum, og í 1999 gjørdi
bygdarráðið av, at seta á
stovn eina royndarskipan
við barnaansing í bygdini.
Byrjað var í Missiónshús
inum. Í fyrstani varð lítið
og einki gjørt við at rigga
bygningin til endamálið,
men við tíðini er húsið
innrættað so frægt, sum til
ber til ansing av børnum.
Havast skal eisini í huga, at
talan var um bæði vøggu
stovu og barnagarð av fyrst
an tíð, og seinni er frítíðar
skúli eisini í hølunum.
Tað byrjaði í tí smáa við
einum 8 børnum í alt, og tá
vóru hølisviðurskiftini ríki
liga nøktandi, tá hugsað var
um pláss. Men í dag er
alneyðugt við størri og eis
ini meiri nútímans hølum,
tí í dag er talið á børnum
heili 32 - og um stutta tíð
34. So sum er ganga børn
og starvsfólk mestsum uppi
á hvørjum øðrum.
Góðar treytir
Um miðan 2003 byrjaðu
samráðingar millum Nóls
oyar og Tórshavnar komm
unur um treytirnar fyri ein
ari møguligari samanlegg
ing. Hesin spurningur hevði
verið uppi og vent seinna
partin av 90-árunum, men
tá var tíðilig mótstøða í
Nólsoy
móti
at
leggja
kommunurnar saman, so tá
bleiv ikki gjørt annað við
málið, enn at hava ein kunn
andi fund í Nólsoy fyri
bygdarfólkinum, har umboð
fyri Tórshavnar kommunu
greiddu frá um samanlegg
ingarnar, ið høvdu verið
millum eitt nú Argir, Kolla
fjørð og so Havnar komm
unu.
Í 2003 sýntist so tíðin tó
vera komin til at fara meiri
seriøst til verka. Partvís var
tað nógva tosið millum
landspolitikararnar um at
leggja alt fleiri økir út á
kommunurnar, og partvís
gekk tosið dúgliga aftur og
fram um tað rætta í at tvinga
kommunur at leggja sam
an.
Nólsoyar kommuna var
sjálv ikki illa fyri fíggjar
liga, men ætlaða útlegging
in av eldraøkjunum til
kommunurnar mundi vera
ein avgerandi orsøk til, at
eitt samt bygdarráð sam
tykti, at fara undir realitets
samráðingar við Havnina
um samanlegging.
Tá so úrslitið av hesum
samráðingum var greitt, tók
ein stórur meiriluti av
Lis Nolsø, leiðari
Vit fáa ein supergóðan stovn
Íløga til íløt
Rúsdrekkasøla Landsins noyðist at gera íløgur, so
hon kann taka ímóti tómum øl- og sodavatnsblikkum,
og tí hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum biðið
um 1,5 mió. krónur í eykajáttan til Rúsdrekkasøluna.
Pengarnir skulu brúkast til móttøkuskipan og eina
skipan til at kroysta blikkini saman, og allar deildirnar
hjá Rúsdrekkasøluni skulu hava slíkar skipanir.
Loyvið at selja drykkir í einnýtsluíløtum kemur í
gildi tann 1. mai.
Mánadagin sleppa m.a. hesi børnini í nýggj og snotilig hølir. Tey gomlu vóru blivin alt ov trong, men nú verða umstøðurnar hjá bæði børnum og starvsfólki fyrsta
floks.
Lis Nolsø,
leiðari fyri
barnaansingini
í Nólsoy